Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjalmar Hansen

Stjóri í Undirvísingarstýrinum settur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.03.2018 - 11:32 Mentan Tíðindaskriv

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Hjalmar Hansen í starvið sum stjóra í Undirvísingarstýrinum frá 1. mai 2018 at rokna. Undirvísingarstýrið er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum kemur at hava fyrisitingarligar rakstraruppgávur innan undirvísingarverkið um hendi.

Hjalmar Hansen er 50 ára gamal og útbúgvin Cand.Merc.(jur.). Harumframt hevur hann leiðsluútbúgving á masterstigi við serligum denti á námsfrøði og  prógv sum HR-ráðgevi.

Hjalmar Hansen hevur drúgvar undirvísingarroyndir umframt hollar leiðsluroyndir í skúlahøpi og innan onnur øki.

Síðan august 2015 hevur Hjalmar Hansen starvast sum vararektari og útbúgvingarleiðari á Miðnám á Kambsdali. Frammanundan var hann deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB