Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minkandi vindur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.03.2018 - 12:10 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið eitt eitt sindur av vindi einastu dagarnar, men tað minkar spakuliga í dag og í kvøld. Í morgin og sunnudagin verður gott veður – lítil vindur og turt.

Í løtuni er miðalvindurin fyri alt landið 12 til 17 m/s úr landsynningi. Í støðum vestanfyri er minni vindur. Í nøkrum støðum kring landið er avfall; aðrastaðni er turt. Tað er eitt lágtrýst, sum er statt 400 fjórðingar sunnan fyri Ísland, sum dregur luftina til sín úr Eysturevropa.

Hetta góða lágtrýst viknar spakuliga, og vindurin kring tað fer at minka. Minkingin fer eftir øllum at døma ikki at vera serliga skjót, so vindurin um okkara leiðir fer vera sum hann er nú, til einaferð í kvøld – á midnátt væntast vindferðin at vera komin niður í 12 til 15 m/s.

Onkrir smávegis ælingar hava verið í morgun, og teir kunnu eisini væntast seinnapartin, men út á kvøldið er helst langt ímillum teir. Hitin í dag liggur um 3-4 stig.

Í morginári er vindferðin um teir 10 til 15 m/s, men seinnapartin fer at minka, samstundis sum ættin fer niður ímóti suðuri. Um kvøldið eru um 5 m/s. Einki brúgvalag í morgin, so tað ælar bert har, suðurættin er keðilig. Hitin í morgin fer at liggja um 3-5 stig.

Sunnunáttin fer ættin vestur um til útsynning. Vindferðin minkar niður um 5 m/s, og tað verður turt veður allan dagin. Hitin sunnudagin fer at liggja um 3-5 stig.

Gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík