Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fíggjarmálaráðharrin Kristian Jensen og Vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen. Doorstep í Fíggjarmálaráðnum um kringvarpsgjaldið, fríggjadagin 16. mars 2018. Aftaná samráðingar millum stjórnina og Dansk Folkeparti um broytingina í kringvarpsgjaldinum og fokusering av DR verður skipað fyri sokallaðari doorstep í Fíggjarmálaráðnum. | Mynd: Mads Claus Rasmussen/Scanpix 2018

Danska stjórnin avtekur kringvarpsgjaldið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2018 - 12:52 Mentan Tíðindi Vinna

Samstundis minkar DR við 20%.

Danski fíggjarmálaráðharrin Kristian Jensen úr Venstre og danski vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen hava verið í samráðingum við Dansk Folkeparti um eina broyting í kringvarpsgjaldi, ella medielicens, sum tað eitur á donskum, og avtalan, sum hevur verið ávegis leingi, er nú klár. Ætlanin er at minka um DR.

Eftir langa tíð við kjaki og samráðingum eru stjórnin og stuðulsflokkurin Dansk Folkeparti komin ásamt um at minka DR við 20%. Hetta hendir í sambandi við eitt “medieforlig”, t.v.s. eina miðlasemju, fyri árini 2019-2022, og semjan skal setast í verk um ársskiftið.

Kringvarpsgjaldið verður avtikið, og DR verður fíggjað umvegis skattin, og samstundis skal DR skerjast við einum fimtaparti. Hetta kunnger fíggjarmálaráðharrin á einum kunningarfundi í danska Fíggjarmálaráðnum. Fíggjarætlanin hjá DR er 3,7 milliardir, so sparingin fer at verða á leið 700 milliónir krónur.

Tað hevur leingi verið greitt, at DR skuldi spara. Stjórnin ætlaði at byrja við bert at skerja ein áttandapart burtur, men Dansk Folkeparti hevur sett krav fram um at skera munandi meira, og legði út við at velja skerja einum fjórðing, 25%. Síðani hevur stýrisformaðurin í DR, Michael Christiansen, sagt, at ein áttandapartur, 12,5%, var rímiligt, realistiskt og í lagi. Men tað endaði so á 20%.

Formaðurin í tingbólkinum hjá DF, Peter Skaarup, fegnast um, at tað er eydnast at skerja DR, sum DF leingi hevur ynskt. Tað var eisini DF, sum ynskti, at kringvarpsgjaldið bleiv avtikið. “Tað er sera positivt, at vit fáa avskaffað nakað sum er so gamaldags”, sigur hann.

At avtaka kringvarpsgjaldið fer sambært stjórnini at merkja at danskar familjur, sum rinda fult gjald, sleppa 2.343 bíligari, og familjur við niðursettum licensi 1.171 krónur bíligari. Pensionistar fáa sersømdir, og ætlanin er, at teir skulu gjalda 558 minni pr. persón.

Til spurningin um júst hvørjum tað vera 20% minni av, óttast stjórnin ikki, at tað verða 20% minni góðska. Public service skal framvegis yvirhaldast. “DR fer framvegis at vera flaggskipið í donskum miðlum, men har fer at vera meira rúm fyri nýggjum aktørum”, sigur Kristian Jensen.

Danski mentamálaráðharrin Mette Bock úr Liberal Alliance leggur dent á, at eisini privatir miðlar kunnu veita dygdargóðan journalistikk við trúvirði.

“Vit skulu halad fast í, at trúvirði er tað sum øllum tørvar í einum fólkaræði, og at tað væl eisini kann koma frá øðrum miðlum enn teimum, sum staturin eigur”, sigur hon.

Ósemja hevur verið í stjórnini um sparingarnar. Liberal Alliance hevur verið rættiliga samd við Dansk Folkeparti, men Konservativi flokkurin hevur hildið aftur. Nú eru allir partar av stjórnargrundarlagnum so samd um sparingina uppá 20%.

Hvussu innihaldið verður í miðlasemjuni, kemur seinni. Tað er tó avtalað, at DR skal hava nógv meira fokus uppá kjarnuuppgávurnar og harvið uppá grundleggjandi public service, og tað merkir at tey skulu framleiða danskt tilfar. Mentamálaráðharrin fer at kunngera innihaldið um stutta tíð, verður sagt.

 

Kelda: https://www.b.dk/politiko/officielt-regeringen-afskaffer-licensen-og-skaerer-20-procent-i-dr

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum