Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Jesus og Stjórnarskipan Føroya

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  16.03.2018 - 13:53 Bloggur Tíðindi

Í einari útvarpssending fyri stuttum, var tað avgerðandi fyri floksumboð, at kristindómurin fær ein framíhjarætt, ella verður nevndur týðiliga í nýggju ”varagrundlógini”. Umboðini fyri flokkarnar og viðhaldsfólk teirra, ið soleiðis vilja verja støðu kristindómsins í Føroyum, halda seg onkursvegna eisini tosa Jesusar vegna.

Men spurningurin er um Jesus hevði grátið ella flent, um hann hoyrdi verjurøður teirra, ella um hann bara hevði ypt øksl og sagt: Enn einaferð verði eg feiltulkaður! Orðini hjá Jesusi um at geva Guði tað ið Guðs er, og kaisaranum tað ið kaisarans er, benda á, at Jesus var realistur, veruleikanærur, og góðtók, at eitt verðsligt vald eisini hevur sín rætt (t.e. um tey tá yvirhøvur dugdu at hugsa um eina verðsliga rættarskipan mótvegis einari teokratiskari skipan).

Men eg haldi ikki, at flólk flest hava fatað, hvussu kollveltandi tað var, tá Jesus segði um jødisku lógina: ”Teir gomlu søgdu, men EG sigi tykkum!” Hetta vóru orð, ið at enda kostaðu honum lívið, tí ongin skuldu vága sær at siga um lógina: MEN EG sigi tykkum. Ongin hevði loyvi til at hava eina sjálvstøðuga meining um lógina, enn minni at seta partar av henni til viks, soleiðis sum Jesus jú gjørdi.

Tá Jesus og Paulus tosaðu um lógina, so tosaðu teir ikki um eina verðsliga lóg sum so, men teir tosaðu um frelsunarætlan Guðs, sum hin gamla lógin ella gamli sáttmálin var. At lóggeva fyri trúnni, tykist at vera rættiliga fjart fyri tí Jesusi, ið trýnur fram úr síðunum í evangeliufrásøgnunum. Víst hevur Matteus “tilsýnilátandi” gjørt hann til ein nýggjan Móses og lóggeva í fjallaprædikuni. Men endamálið hjá evangelistinum var pedagogiskt og ikki juridiskt.

Nu veit eg, at tey, sum líta meira á bókstavin (kapittul og vers) enn á persónin Jesus, kunnu tveita um seg við nøkrum skriftstøðum fyri at mótprógva tí, ið eg her havi sagt – Paulus og Móses fáa mangan prioritet fram um Jesus. Men tann Jesus, ið rísur upp úr evangeliufrásagnunum, er ikki ein lóggevari, ella ein, ið nýtti tað vald ella tann tvingsul, ið lóggáva nú einaferð ber við sær.

Fyri Jesusi, og fyri Paulusi, tá hann er best, eru guðsviðurskiftini altíð persónlig viðurskifti. Guðsviðurskiftini hjá Jesusi eru altíð bara viðurskifti millum Guð og hin einstaka, og millum hin einstaka og næstan. Við tað at kjarnin í guddóminum er kærleiki (agape), og kjarnin í boðskapi Jeusar, sum sjónliga umboð guddómsins tí eisini er kærleikin (agape), so ber ikki til at lóggeva fyri hesum boðskapinum. Tað ber ikki til at lóggeva fyri kærleika, tí kærleikin er spontanur og livir altíð sítt egna lív.

Tað er sjálvandi hugaligt at liva í einum landi, har fólk í so stóran mun ynskja at varðveita kristindómin – men, spurningurin er bara um tað hevur nakað við læru Jesusar at gera? Føroyar verða ikki meira kristnar av at tað stendur í Stjórnarskipanarlógini at Føroyar eru kristnar. Lond, ættarbólkar og prsónar kunnu sjálvandi vera kulturkristin, t.e. merkt av kristnum siðaarvi. Men kristin eru bara tey, ið lata kærleika Guðs í Jesusi endurspeglast í sær sjálvum og í gerðandisdegnum. Her eru ongar lógir galdandi uttan dupulta kærleiksboðið.

Sjálvandi er tað neyðugt at samfeløg verða skipað við lóg. Men europeisk lóggáva hevur mangan verið eitt ræðsludømi um, at tá lóggivið varð í navni Guðs, kendist tað næstans eins og illimaður hevði latið allan sín óndskap leysan. Víst gjørdi Konstantin kristindóminum eina tænastu, tann hann lyfti hesa læruna upp til statsreligión. Men, kanska var tað júst tí, at tað var so lætt hjá Muhammed eftir heilt stuttari tíð at beina fyri kristindóminum í Miðeystri og Norðurafrika, tí at kristindómurin var ein statsreligión, í staðin fyri at vera eitt hjartamál hjá hinum einstaka. Hetta eru bara gitingar. Men kristin lóggáva bjargar ikki kristindóminum í Føroyum. Kristin lóggava nýtist ikki at vera ókristilig – men er kortini langt í frá altíð í tráð við anda og ætlan Jesusar.

Tað er ikki møguligt at lóggeva ein hugburð ella ein gerning til at verða kristnan. Kristin hugburður og kristnar gerðir eiga at koma úr hjartanum. Dómshóttan ella straff ger aldrin ein hugburð ella ein gerning kristnan. Kristin hugburður og kristnar gerðir kunnu bara stava frá takksemi fyri kærleika Guðs í Jesusi. Sjálvandi kunnu menniskju hugsa og gera tað, ið gott og rætt er, uttan at vera ella kalla seg kristin. Men, tey fara heldur ikki at royna, eins og onkur føroysk tingfólk, at klæða seg í kristnan búna og lóggeva vegna Guð og Jesus.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB