Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ásleyg Sunadóttir, sum starvast í handlinum Jógvan Weihe tekur her vinnaraseðilin úr posanum. Tann hepna vinnaraseðilin átti Páll Zachariasen, sum eg slektaður úr Árnafirði, men býr í Klaksvík. Páll fær eitt gávukort áljóðandi 1.000 kr, sum handilin hjá Jógvan Weihe hevur latið.

Páll Zachariasen gjørdist hepni vinnarin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.03.2018 - 10:29 Tíðindaskriv

Mikudagin 14. mars var lutakast millum øll tey, sum høvdu skrásett harutúrar á heimasíðuni “Haran.fo”. Hepni vinnarin av  gávukortinum uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið, gjørdist Páll Zachariassen úr Klaksvík.

Páll er slektaður úr Árnafirði, men býr í Klaksvík. Hann hevur skotið í haganum “Ognarhaganum” í Árnafirði. Í hesum haganum fingur teir tilsamans 85 harur, sum vórðu skotnar á 10 túrum. Páll var nýggju túrar í haganum, teir flestu einsamallur.

 

Skrásetingin

Fyri at eggja fólki at skráseta harutúrarnar vóru øll tey, ið skrásettu túrarnar á heimasíðuni “Haran.fo” við í einum lutakasti av einum gávukortið uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevði latið.

Tilsamans vórðu 780 harutúrar skrásettir. Eisini vóru upplýsingar fyri samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í trimum høgum, og upplýsingar um 28 hagar, har teir ikki skutu í 2017, og eisini tveir hagar, sum  eru skotnir saman við grannahøgunum. Samlaða talið av skrásetingum fyri árið 2017 kom sostatt upp á 813 túrar. Tilsamans 243 fólk skrásettu túrarnar. Tann ið skrásetti flestur túrar, var Hjalmar Gaardlykke úr Miðvági. Hann skrásetti 34 túrar.

Nú verður frágreiðingin “Haruveiðan í Føroyum 2017” skrivað. Frágreiðingin eru næstan liðug, og kemur út í næstu viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!