Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fullveldisrørslan fánað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.03.2018 - 10:33 Leiðarin Politikkur

Tað stakk í eyguni, tá Vágaportalurin og Gallup í gjár almannakunngjørdu eina veljarakanning, har einans 28% søgdu seg taka undir við at loysa, um tað merkti at ríkisveitingin úr Danmark bleiv burtur. Fyri 17 árum síðani hevði hetta talið táttað í helvtina.

At síggja til er kanningin gjørd á nøkulunda rættan hátt. 531 fólk eru spurd, tølini eru vektað sum tey skulu, men so kann man seta spurnartekin við, um tað er rætt at spyrja fólk millum 16 og 18. Hesin aldursbólkur plagar tó at vera tann, sum er mest heitur fyri loysing, so tað er sera ivasamt um fleiri vildu loyst, um hesi ikki vórðu spurd. So er tað sjálvur spurningurin, har spurt bert verður um fólkaatkvøðu í dag, har ríkisveitingin verður burtur beinanvegin. Hetta hevur sjálvandi stygt tey meira hóvligu loysingarfólkini. Men tað slepst ikki undan at staðfesta, at talið av loysingarsinnaðum føroyingum er nógv minkað.

Tað er onki at taka seg aftur í, at PR fyri fullveldi er mestsum burtur. Har eru ongar Free Føroyar-konsertir longur. Bæði 14. september og Fregnir eru langt síðani givin við at koma út. Ongin Norðuratlantsbólkur er, sum gevur publikatiónir út. Ongin landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Ongin Hvítabók, ongar samráðingar við danir um fullveldi, og blokkstuðulin hevur staðið í stað í 17 ár.

Málsøkjabýtið hjá samgonguni hevur heldur ikki at tænt fullveldissakini. Javnaðarflokkurin situr við stjórnarskipanini – løgmaður fyrireikaði hana og Heðin Mortensen er nú formaður í fylgibólkinum - og bedýrar at hon er innanfyri ríkisgrundlógina. Tjóðveldi, sum áður var fullveldisflokkurin mikli, arbeiðir ikki við loysingarmálum hetta valskeiðið, men í staðin við heilsuverkinum, fiskivinnupolitikki og rakstri. Eitt løgið býti sæð við fullveldiseygum.

Orsøkin er ið hvussu er ikki fíggjarlig! Búskaparligu tíðirnar í løtuni eru nakrar av teimum best hugsandi, og tað plagdi alt annað líka at geva loysingarsøkini vind í seglini. Men úti í Fíggjarmálaráðnum tykist fíggjarmálaráðharrin hava trekt við at fáa ein búskapargrunn upp at standa, sum kann tæna sum uppsparing til verri tíðir, og um væl (aftur sæð við fullveldiseygum) vil til, sum startkapital til loysingina. Ov nógv og dýrt alment virksemi tykist vera sett í gongd, og tað kostar.

Onkur hevur ført fram, at orsøkin til at Tjóðveldi vildi hava fiskivinnumál var at fáa pening til ein sjálvberandi búskap. Men tað stendur og fellur alt við málinum um veiðigjald, tí uttan tað fæst bara 15% burturúr. Her hevur samgongan koyrt seg fasta í kavanum og stendur í løtuni og spolar; ilt er at síggja nakran útveg í bræði.

Niðri á Fólkatingi stríðist Magni Arge ein einsamallan kamp fyri loysingarsakini, men øll eru á einum máli um, at tað er ikki har, tað stríðið skal førast. Tað skal førast í Føroyum. At Magni Arge er púra einsamallur, bleiv undirstrikað av, at løgmaður noktaði at vera vertur til vitjanina á Puidgemont, og ikki ein tann einasti tjóðveldismaður ella -kvinna kritiseraði løgmann fyri tað. Hóast hann hongur í og setir fyrispurningar til forsætisráðharran, so tykist hvør fyrispurningur bara undirstrika, hvussu einsamallur hann er.

Hvussu er og ikki, so mugu loysingartopparnir í føroyskum politikki í dag føla seg illa. At einans ein góður fjórðingur ynskir loysing í dag, og tað í fíggjarliga serstakliga góðum tíðum, er tað øvuta av einum fjøðuri í hattin hjá formonnunum í Tjóðveldi og Framsókn.

Føroyska fullveldisrørslan hevur tað ikki gott.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund