Lýsing
Lýsing
Lýsing

VÍF hevði munin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.03.2018 - 21:43 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað sá onki út hjá Stjørnuni í hálvleikinum. VÌF hevði eina leiðslu uppá 10 mál, men Stjørnan komu væl aftur í seinna hálvleiki

Oddaliðið VÍF var stórfavorittur til at vinna dystin, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna, og sum gongdin var í fyrra hálvleiki, sá út til, at tað fór at blíva til stórsigur til VÍF. Tað gekk javnt á teir fyrstu 10 minuttirnar, men so gjørdi Stjørnan fleiri mistøk í álopsspælinum uppí slag, sum blivu straffaði við skjótum mótálopum frá VÍF. VÍF fekk næstu løtuna eina leiðslu uppá 6-7 mál, og Stjørnan megnaði ikki at svara aftur. Hálvleiksstøðan gjørdist 19-9 til VÍF.

Men Stjørnan gav ikki upp, tær fingu eina góðan byrjan uppá seinna hálvleik. Eftir lítlari løtu høvdu tær minkað um munin til 6 mál, og eftir hetta gekk tað javnt á. Liðini skiftust um at skora, og endaliga úslitið gjørdist, hóast alt, ein uppiborin sigur til VÌF uppá 34-29.

Við Linjani Djurhuus, Agnas Olsen og Duritu C. Jojic hevur VÍF triggjar klassaleikarar, og stóðu tær tríggjar fyri 25 av málunum hjá VÍF.

Hóast tapið, so kunnu stjørnuleikarnir taka nógv postivt við sær frá dystinum í dag, serliga í seinna hálvleiki. Stóri málslúkurin hjá Stjørnuni varð Jancy Jacobsen, hon gjørdi 14 mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar