Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gott KÍ avrik í Runavík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  18.03.2018 - 12:35 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Dystarfrásøgn: Tað má hava verið sjáldsamt, at NSÍ hevur skapt so fáar mál møguleikar á heimavølli, sum leygardagin, tá eitt sannførandi KÍ avrik gjørdi, at KÍ stendur við fullum stigatali eftir tvey umfør og tveir torførar útidystir.

NSÍ hevði gjørt eina broyting í uppstillingini í mun til fyrsta umfar. Tað var Øssur Dalbúð, sum kom inn fyri Jann Benjaminsen. Kanska ikki so óvæntað, tí hyggja vit eftir søguliga sæð, so plagar Sámal Erik Hentze at velja kropsliga sterkar leikarar móti KÍ. Hjá KÍ spældu somu leikarar sum móti HB, men Boris Dosljak og Jóannes Bjartalíð býttu um leiklut, so at Jóannes spældi í álopinum, meðan Boris spældi á høgra kanti.

 

 

KÍ yvirvág í undanvindinum

KÍ vann lutakastið um, hvør kundi velja síðu undan dystinum. KÍ valdi at spæla í undanvindi fyrst. Tað dugdi liðið væl at brúka, tí KÍ setti seg á fyrra hálvleik. Tá 10 minuttir vóru farnir var 1-0 til KÍ. Semir Hadzibulic spældi Boris Dosljak leysan í høgru síðu. Boris legði eitt perfekt innlegg til Jóann Bjartalíð, sum skallaði bóltin í málið. Løtu seinni skuldi verið 2-0, tá Jóannes Bjartalíð kom ímillum afturlegging, men Tórður Thomsen bjargaði væl. KÍ fekk eisini triðja stóra møguleikan, tá long sending fann Boris Dosljak, sum skeyt uppum málið. Eftir hálvum tíma hevði KÍ útfrá mál møguleikum uppiborið at vera á odda meir enn 1-0. Hjá NSÍ var nær við eftir tvey hornaspørk, men heilt stórar møguleikar fekk NSÍ ikki í fyrra hálvleiki.

 

 

KÍ helt NSÍ burtur frá málinum

Í seinna hálvleiki var kanska væntandi, at NSÍ fór at leggja eitt stórt trýst á KÍ í undanvindinum. NSÍ hevði onkrar løtur við stórari yvirvág, men sum heild hevði KÍ gott tamarhald á dystinum og dugdu teir bláu væl at halda NSÍ langt burtur frá málinum. Í 67. minutti fekk NSÍ sín størsta møguleika. Langur bóltur kom til Klæmint A. Olsen, sum skallaði til Øss Dalbúð, ið slapp leysur av Deni Pavlovic, men skotið fór viðsíðuna av málinum. Upptøkurnar vísa tó heilt greitt, at fríspark bleiv gjørt móti Deni í hesi støðuni og sum heild merktist væl, at útiáskoðarafjøldin helt dagsins dómara, Lars Múller, vera í so gulan hendan dystin. Eftir hetta høvdu liðini onkrar hálvar møguleikar, men heilt stóru møguleikarnir komu ikki. Sostatt endaði tað 1-0, sum stóra útiáskoðarafjøldin kundi fegnast um, meðan NSÍ tapti sín fyrsta heimadyst í ár og fyri fyrstu ferð síðani 2013 tapti á heimavølli móti KÍ.

 

Mistu í fjør í slíkum dystum

KÍ liðið í 2018 tykist fyribils vera betri fyri at hava tamarhald á dystum, har liðið hevur leiðsluna, enn í fjør. Í fjør misti KÍ ofta, serliga móti júst NSÍ, stig í endanum av dystum, eftir at vera trýst langt aftur. Hvørki HB ella NSÍ eru sloppin at skapa nevnivert av mál møguleikum. Nýggja samansetingin í KÍ verjuni, har bara Hørður H. Askham hevur meir enn hálvt ár av royndum í KÍ verjuni, hevur skjótt funnið rætta stevið. Frameftir vøllinum er KÍ eisini vandamikið og hevur skapt ríkiligt av stórum mál møguleikum báðar teir fyrstu dystirnar. Eftir tveir dystir stendur KÍ við 6 stigum fyri útidystir móti HB og NSÍ og er komið best frá byrjan í Betri Deildini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki