Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristin Michelsen er ein av fleiri tinglimum, sum hava ein sentralan leiklut á løgtingi fyri tíðina

Spennandi dagar á Løgtingi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.03.2018 - 23:36 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Norðlýsið hevur fingurin á pulsinum í føroyska politikkinum, har støðan enn einaferð tykist vera sera spent. Seinasta tingsetan var fyrst og fremst merkt av ruðuleika, og at enda gjørdist kavabólturin so stórur, at tingið mátti sendast heim. Øll mál, sum ikki vóru samtykt, fullu burtur. Og nógv bendir á, at mong mál aftur hesaferð fara at fella burtur, tá tingsetan endar 25. apríl.

Í dag hevur uppskot um eykajáttan verið fyri, har ført m.a. varð fram, at talan einans var um lønarframskrivingar fyri 70 milliónir. Framskrivingar – ið eru metingar av væntaðum økingum í lønarútreiðslum – verða annars vanliga gjørdar í inniverandi fíggjarlóg, so at neyðugt er við so stórari eykajáttan til fíggja mettan lønarvøkstur bendir á, at metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum og í løgtingsfíggjarlógini hava verið settar alt ov lágt.

 

Spreingiløðingar

Í morgin koma politisk eldfim mál fyri Løgtingið. Heðin Mortensen, Kristin Michelsen og andstøðan hava lagt fram uppskot um tunnil til Fámjins saman. Javnaðarflokkurin valdi eftir jól at gera eitt “kvett” á Tvøroyri, har Kristin Michelsen varð settur til viks og nú situr í minniluta í býráðnum har. Hetta fekk Kristin Michelsen til at melda út, at hann heldur ikki stuðlar Javnaðarflokkinum á tingi longur, men tekur støðu frá máli til mál.

Kristin Michelsen er tann næsti tingmaðurin, ið hevur tikið sín stuðul til Javnaðarflokkin og samgonguna aftur. Fyrst í valskeiðnum gjørdi Sonja Jógvansdóttir tað sama. Heðin Mortensen er framvegis javnaðarmaður og samgongustuðul, men er kortini við í hesum uppskotinum. Uppskotið gongur út uppá at gera tunnil til Fámjins í sambandi við Hvalbiartunnilin.

 

Samgongufólk eisini við at troyttast

Higartil hevur tað einamest verið andstøðan, fjølmiðlar og úti í fólkinum, at tað hevur merkst, at fløkja er í tingaarbeiðinum. Samgongutinglimir hava úteftir teknað eina mynd av, at stevið á Løgtingi ikki er verri enn vant og at tingarbeiðið bara gongur sína gongd. Men seinastu dagarnar er givið meira og meira til kennar, eisini millum samgongufólk sjálvi, at kuril er á tráðnum. Mál koma ikki aftur úr nevndum og hópa seg tí upp har. Og í gjár meldaði Pauli Trond Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, so út í Degi og viku, “at hetta kann ikki blíva við!”. Hann mælti til at víðka samgonguna við einum flokki.

Formenninir í samgonguni hava verið óvanliga lítið frammi seinasta tíðina, og tá einamest fyri at kyrra. Men tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu (T), sigur, at tingið fer til hús flaggdagin sum ætlað, og tað merkir so, at øll mál, sum ikki eru samtykt 25. apríl, fella burtur, og onki verður gjørt við tey í 3 mánaðir, tá tey møguliga, møguliga ikki, verða løgd fram heilt av nýggjum. Herundir koma bæði pensiónsnýskipanin og málið um veiðigjald. Tingformaðurin leggur afturat í samrøðu við Kringvarpið, at tað sama sum hendi við endan á tingsetuni í fjør skal ikki endurtaka seg.  

 

Onki avgjørt fyri páskir

Fram til páskir eru einans 1. viðgerðir og ongin atkvøðugreiðsla, so vit mugu bíða til apríl við at síggja, hvat atkvøðugreiðslurnar á tingi fara at vísa. Formenninir í samgonguflokkunum eru sum nevnt ikki sjónligir í fjølmiðlamyndini fyri tíðina, men Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, segði, at “smertuterskulin” hjá samgonguni er, at lógir verða samtyktar uttan um Landsstýrið. Hendir tað, er líka frægt at val verður útskrivað, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Ein styrkiroynd verður kortini fríggjadagin, tá fíggjarkarmarnir verða lagdir fram. Tá kemur helst fram, hvar tey ymisku tingfólkini standa. Komandi dagarnir verða sostatt spennandi á tann hátt, at teir kunnu vísa, hvør stuðlar hvørjum á tingi, fyrst í fremst í málunum um Fámjinstunnil og fíggjarkarmar. Norðlýsið verður á staðnum í Løgtinginum og fylgir við.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar