Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frítíð, vikuskifti, halgidagur...

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  25.03.2018 - 08:15 Bloggur Tíðindi

Mótvegis arbeiðstíð, vakt, turnus o.s.fr. Vit duga væl at orða hugtøkini omanfyri og at skilja ímillum teirra. Vit arbeiða og umsita arbeiði, tá ið vit eru á arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini! Men hvussu stýra vit ímillum hugtøkini, tá vit hava frí og ikki longur eru stødd á arbeiðsplássinum? Duga vit tá líka væl at halda frí og umsita tað gerandisliga og fáast við frítíðarvirksemi, tá ið vit eru uttan fyri múrarnar á fyritøkuni?

Mínar royndir vísa, at vit duga væl at fáast við frítíðarvirksemi, men vit eru eisini ófør at geva tí ans, um eitt teldubræv kemur frá arbeiðsplássinum, samstarvsfelaganum, viðskiftafólki o.s.fr. Og ofta skal teldubrævið ikki bara lesast ígjøgnum, men kanska skal støða eisini takast til innihaldið og teldubrævið svarast!

Seinastu tríati árini er markið millum arbeiðstíð og frítíð meir ella minni viskað út (í summum virkisgreinum/starvsøkjum, so sigi eg ikki ov nógv!). Nýggj hugtøk eru komin, so sum: flekstíð, frælsi við ábyrgd, heimaarbeiðspláss o.s.fr. Gongdin omanfyri er millum annað komin saman við tøkniligu menningini, altjóða samhandlum – ja, vit kunnu bara siga í einum heimi, sum ongantíð svevur! Og tí er tað hjá summum starvsfólkum og deildum ógjørligt at trýsta á pausuknøttin.

 

Telefon- og teldubrævapolitikk

Gongdin omanfyri hevur havt við sær, at nógvar fyritøkur í dag hava ein telefon- og teldubrævapolitikk fyri at økja kensluna av egnari tíð og sleppa undan óneyðugum avbroti av frítíðini hjá starvsfólkunum.

Eitt dømi um slíkan politikk kann vera: Gerandisdagar millum kl. 17 og 20 (ella til kl. 6 næsta morgun; kvalitetstíð við familjuni) skulu starvsfólk í fyritøkuni í tann mun, tað er gjørligt, ikki senda teldubrøv ella ringja til starvsfelagarnar í fyritøkuni (innanhýsis politikkur millum starvsfólk).

Eitt annað dømi kann vera: Starvsfólk, sum eru í feriu, skulu – har tað er gjørligt – síggja til, at onnur starvsfólk á deildini svara innkomnum telduposti og telefonuppringingum (gera auto-respons til teldubrøv og seta víðaristilling á telefonuppringingar).

Um ein tílíkur politikkur verður valdur, fer leiðslan heilt vist at hugsa um møguligar vansar, sum standast av hesum politikki. Og tó! Ein greiður politikkur viðvíkjandi teldubræva- og telefonsamskifti eftir arbeiðstíð og í ferium hevur heilt greitt eisini sínar fyrimunir, tí at einstøku starvsfólkini læra at virðismeta hvørt annað í arbeiðstíðini og at virða frítíðina hvør hjá øðrum.

Royn og hugsa um, hvussu ein slíkur politikkur fer at ávirka tykkara gerandisdag, og hvussu hann fer at ávirka dagligu framleiðsluna á deildini! Fer hann at hava týðandi (ella positiva, neutrala, negativa) ávirkan á arbeiðstíð og frítíð tykkara, og ber hetta yvirhøvur til fyri deildina? Og kann slíkur politikkur vera gott íkast til arbeiðsumhvørvið?

Hiðani verður ynskt einar gleðiligar páskir. Eg fari í páskafrí og eri aftur í viku 15.

 

Gevið gætur

Tað er altíð onkur á einum virki, sum verður undantikin frá slíkum politikki. T.d. tøkniligt ábyrgdarfólk, um tøknin gongur fyri. Verksmiðjustjórar/framleiðsluleiðarar, um brek er í framleiðsluni. Altjóða fyritøkur (t.d. seljarar), sum starvast tvørtur um landamørk.

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda