Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: notion.fo

Employer Branding sum amboð

SKRIVAÐ: Alexandra á Dul  |  15.03.2018 - 09:35 Bloggur

Tá ið við tosa um mentanina í eini fyritøku, sleppa vit í dag ikki uttan um strategiska amboðið Employer Branding. Í dag er Employer Branding vorðið viðurkent og komið á listan yvir tað, sum fyritøkur eiga at hava við. Tíð og kreftir verða brúktar til at fáast við Employer Branding, nøkur heilt tilvitað val verða gjørd, og annað verður valt frá, áðrenn fyritøkur seta gongd á og rulla stóra, reyða Employer Branding teppið út framman fyri høvuðsinngongdina. Hetta reyða teppið er fult av virðum, mentan, søgu o.ø.

Employer Branding kemur einstaka starvsfólkinum til góðar og gevur møguligum starvssøkjandi góða mynd av fyritøkuni. Hetta við, at vit eru farin at duga betur at greiða frá okkum sjálvum, kemur væl við hjá møguligum starvssøkjandi uttanfyri, tí teir ikki longur skulu brúka orku til at lesa fyritøkuna av. Harumframt kunnu tey eisini betur meta, um arbeiðsplássið er nakað fyri tey.

Einaferð hevði eg ein starvssfelaga, sum segði, at hann var boðin til starvssamrøðu í eini fyritøku, sum hann hvørki kendi ella visti um, millum annað tí fyritøkan onga heimasíðu hevði. Dagin fyri samrøðuna settist hann so at eygleiða starvsfólkini í fyritøkuni, sum fóru inn og út úr bygninginum, so hann í minsta lagi sá, um tey vóru ílatin á ávísan hátt. Tað vísti seg, at tað vóru tey – í slipsi og klædningi. Dagin eftir læt hann seg í klædning og gjørdi seg út til ein atburð, sum hóskaði saman við klædninginum. Søgan endar við, at hann gav teimum eina góða fyrstufatan av sær og fekk starvið (nevnast skal, at hann var eisini ein av teimum, sum dagliga gekk í klædningi! Hetta er ivaleyst eisini eitt dømi, sum nógv kenna til).

 

Hvat er Employer Branding so?

Hetta orðar Bo Øsnebjerg, CEO í Hilton + Knowlton Strategies, greitt í eini grein í Børsen frá mars 2009:

Et employer brand er det samlede indtryk, eller image, som en virksomhed eller organisation har som “et godt sted at arbejde” hos virksomhedens egne medarbejdere, potentielle nye medarbejdere og alle dem, der påvirker ovennævnte, f.eks. familie, venner, medier osv.

Alle virksomheder har således et employer brand uanset, om de vil det eller ej. Den enkelte virksomhed kan kun afgøre, om de vil arbejde proaktivt med at forbedre deres employer brand. Dette arbejde kaldes employer branding. Employer branding er en tværgående disciplin, der kræver kompetencer og tiltag fra såvel kommunikation, HR og marketing.”

 

Employer Branding skal vera sannførandi

Um tit ikki longu arbeiða við Employer Branding, men kundu hugsað tykkum tað, so er okkurt heilt ávíst, tit skulu taka støðu til, áðrenn tit fara í gongd. Í fyrsta lagi skal søga tykkara vera løtt at kenna aftur, t.e. at starvsfólk tykkara skulu kennast við søguna, sum tit siga um fyritøkuna og starvsfólkini. Er hon ikki tað, so er hon ikki sannførandi. Ætla tit at branda tykkum við onkrum, sum tit ikki arbeiða við ella standa inni fyri, farið so í gongd, áðrenn tit byrja at siga eina søgu. Her skjóti eg avgjørt upp, at tit taka starvsfólkini við (ella ein bólk), sum kann vera við til at gera søguna til veruleika. Finnið fram til, hvat tit skulu gera fyri at fáa eina ávísa mentan, sum hevur virði fyri tykkum og dagliga virki tykkara. Hvat skal leiðslan gera fyri at skorða undir mentanina, og hvat skal tað einstaka starvsfólkið gera!

Employer Branding hevur einki rættiligt virði, fyrr enn starvsfólkini eisini fara at siga frá góðu søgunum um arbeiðsplássið.

Minnist til, at tað tekur tíð at byggja eina Employer Branding mentan upp, so verið tolin! Umráðandi er, at høvuðsboðskapurin hjá fyritøkuni og kjarnuinnihaldið er sannførandi viðvíkjandi tí, tit eru og dagliga starvast við. Og minnist til at dyrka Employer Branding, tí tit vilja hava eina góða mentan og eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfelagar tykkara og kommandi starvsfólk, sum tit fara at fáa samband við – hetta má vera drívmegin fyri tykkara employer branding-arbeiði!

 

Komið í gongd við at miðla boðskap tykkara

Sum tað fyrsta skulu tit liva og vera tað, ið tit vilja, at umheimurin skal fata tykkum sum. Dyrkið tykkara tilvitaða val – við øðrum orðum, allir menn umborð, eisini avloysarin og parttíðarstarvsfólkið. Tey eru hóast alt umboðsfólk tykkara og tí eisini málgagn tykkara út til umheimin. Síðan skulu tit miðla tað út á heimasíðuna, so uttanhýsis aktørar eisini lofta tykkara mentan, kjarnuvirði o.s.fr. Og sum eina lítla áminning kunnu tit skriva smásøgur um virki og starvsfólk tykkara og senda tær út saman við tíðindabrøvunum. Síðan kunnu tit leggja smáar brellbitar út á Linkedin, Instagram, Facebook, YouTube, og síðst, men ikki minst, sigið frá søgunum og virðunum í starvslýsingum tykkara.

Minnist til, at Employer Branding svevur ongantíð, og tí skulu tit umhugsa at finna eitt fólk ella ein bólk, sum hevur høvuðsábyrgd av Employer Branding hjá tykkum.

 

Employer Branding, sum vil nakað

Fyritøkur, sum evna at brúka Employer Branding amboðið á rættan hátt, kunnu fáa stórar fyrimunir av tí. Filmurin The Internship lýsir Employer Branding og ein ávísan virkismantan hjá Google á ein góðan og undirhaldandi hátt. Um tað er Google, ið stendur aftan fyri filmframleiðsluna, veit eg ikki – men hvat tað so er, hevði eg væl tímað arbeitt har (tey hava ivaleyst móttikið nógvar umsøknir aftaná filmin)! Og tak til dømis Joe and the Juice – teirra kjarnuvirði er millum annað stuttleiki og vinalag. Hygg at viðfesta sjónbandi, sum Joe and the Juice hava gjørt.

Í filminum og kutinum omanfyri er sjálvsagt eyka nógv gjørt burturúr.

 

Lýsing
Bloggarin
Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund