Lýsing
Lýsing
Lýsing

Finland avtekur lærugreinir í skúlanum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2018 - 13:47 Kykmynd Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Í Finlandi eru ætlanir um at kollvelta skúlaskipanina og avtaka siðbundna lærugreinabýtið. Marjo Kyllonen frá Undirvísingarmálaráðnum í Helsinki, sigur, at undirvísingarskipanin, sum er innrættað eftir næmingum í byrjanini av 1900-talinum, ikki longur er tíðarhóskandi ella gagnlig fyri framkomna læring. Hon metir, at tørvurin er broyttur so mikið, at tað er neyðugt at broyta lærihættin, so hann passar saman við nýggja háttin at hugsa og innan menning.

Størsta broytingin er, at lærugreinir skulu takast av tímatalvuni, og í staðin skulu onnur tiltøk setast inn. Hetta merkir at næmingarnir ikki longur skulu hava lærugreinar sum støddfrøði, landalæru og søgu, men í staðin studera hendingar og fyribrigdi. Til dømis skal 2. heimsbardagi studerast støddfrøðiliga, landafrøðiliga og søguliga. Eitt ítøkiligt skeið er longu í umbúna við arbeiðsheitinum “Working in a café”, sum skal handla um at læra enskt, økonomi og samskifti.

Hendan nýggja skipanin skal byrja í 2020 fyri næmingar sum eru fyltir 16. Hetta merkir at aftaná tað sum umleið svarar til fólkaskúlan skulu næmingarnir kunna velja eina sovorðna hending ella fyribrigdi, sum tey vilja studera, við støði í áhuga og framtíðarætlanum. Endamálið er at spesialisera næmingarnar og frítaka teir frá at skula sita í flokshølum og læra alt møguligt, sum teimum ikki tørvar kortini.

Finska útbúgvingarskipanin leggur eisini upp til meira samstarv, har næmingarnir skulu arbeiða saman í smáum kjakbólkum, heldur enn aftanfyri skriviborð har teir lurta eftir einum lærara. 70% av lærarunum í Helsinki eru longu byrjaðir at fyrireika seg til nýggja læriháttin, og teir sum gera tað, fáa eina lønarhækkan.

Finska útbúgvingarskipanin verður roknað sum ein tann besta í heiminum, og hendan drastiska broytingin fer møguliga at ávirka onnur lond eisini.

 

Sí framløgu hjá Marjo Kyllonen har hon tosar um hvussu vit eiga at útbúgva okkara ungu til framtíðina. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund