Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá sangleikinum TARZAN í Mentanarhúsinum | Mynd: Pól Hans Joensen

Kreativu Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.03.2018 - 08:00 Leiðarin Mentan

Tónleikur, sjónleikur, siðsøga, kabarett og satira livir sítt fríska lív í Føroyum. Í mars mánað hava føroyingar havt ovmikið av tilboðum at fara til, og tað í stóran stíl eisini.

Á Tjóðpalli Føroya ber í hesum døgum til at uppliva kamaroperaina Dagbókin hjá Leporello, ið er ein útseting av klassisku operaini Don Giovanni eftir Wolfgang A. Mozart. Operain er tillagað soleiðis, at hon passar betri til eitt føroyskt publikum, og tað merkir sambært fyriskiparunum millum annað, at hon er stytt niður í hálvan annan tíma. Hetta fyri at venja áskoðararnar betri til operagenruna.

Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hevur allan mánaðin inntil páskafrítíðina verið vístur musicalurin Tarzan, ið 10.-floks næmingar í Fuglafjarðar og Stranda Skúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka leika og syngja, og onkrar dagar hava verið fleiri framførslur sama dag, tí skúlasýningar hava verið fyrrapart. Hóast sangleikurin er omanfyri 2 tímar til longdar, keðir man seg ikki eina løtu.

Í Norðurlandahúsinum gongur siðsøguligi dokumentarfilmurin Línumenn fyri fullum húsum. Filmurin snýr seg um endan av slupptíðini, byrjanina av stálskipatíðini og fram til umleið 1990’ini. Siðsøguliga er hetta tíðarskeiðið, har dreingir fóru til skips beint eftir konfirmatiónina og vóru burtur úr triðings ella hálvt ár. Ella meira. At tað yvirhøvur hevur borið til at gjørt filmin skyldast, at línumenninir sjálvir keyptu 8 mm filmstól í Grønlandi og New Foundlandi. Zacharis Hammer stendur aftanfyri dokumentarfilmin.

Fyrst í mars gekk Suðuroyarkabarettin fyri fullum húsum í Saltsiloini, ella Sound Art Live Theatre, sum fulla navnið er nú. Grillbarrin hjá Símun er eitt av hæddarpunktunum í kabarettini, sum annars er suðuroyingar, tá suðuroyingar eru bestir.

Í Norðurlandahúsinum gongur eisini størsta føroyska kabarettin nakrantíð, satiriska Pipar & Salt. Hesin parturin hevur fingið undirheitið Alt var betri fyrr, og ongin verður spardur. Havnarmenn fáa sítt, suðuroyingar sítt, eysturoyingar sítt og klaksvíkingar ikki minst. Men sum siður er, fáa politikararnir mest. Uttan at avdúka ov nógv kunnu vit siga, at allir teir gomlu kenningarnir, Esmar Eysturoy, Kalle & Børge, nationalu danirnir, Símun Tindfjall, Ravnur & Úlvur og Skótin í Bø eru við. Og mín sann um ikki vit eisini síggja tveir av hesum heppa so hjartaliga uppá KÍ.

Felags fyri allar hesar fimm framúr framførslurnar í mars er, at tær hava gingið fyri fullum húsum, eru útseldar, og at eykasýningar longu eru farnar í gongd ella fara at vera eftir páskir. Einasta ivamálið er operain, men tað verður roknað sum sannlíkt, at eykasýningar vera, av tí at atgongumerkini bókstaviliga blivu rivin burtur til allar regluligu sýningarnar. Til Suðuroyarkabarettina verður talan ikki um eina vanliga eykasýning, men um eina serliga Suðuroyarkabarettin Grande Finale tann 7. apríl.

Ikki kann sigast annað enn at leiklistin hevur tað gott í Føroyum, og líkindi eru fyri at hon fer at fáa tað uppaftur betur, nú Salt er veruliga komið fyri seg, og bæði nýggjur Tjóðpallur er í umbúna í Tórshavn og stórt nútímans Mentanarhús í Klaksvík er ávegis.

Við hesum reglum vil Norðlýsið ynskja øllum lesarum og lýsarum einar góðar páskir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB