Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leysar kanónir og geitamarknaður - ein støðulýsing av føroyskum politikki

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  31.03.2018 - 13:32 Bloggur Tíðindi

Samgongan kann enn einaferð bjarga sær við at fara djúpt niður í lummarnar, hesa ferð eftir vindmyllum. Men har skuldi kortini verið rímiliga nógv eftir á kistubotninum, tí rokningin frá Sonju Jógvansdóttir fyri atkvøðuna til fiskivinnunýskipanina er enn ikki goldin, og tað er greitt at Jógvan Skorheim forroknaði seg, tá hann helt at klaksvíkingar vildu hava kombinerað røktarheim og læknamiðstøð fyri 15 milliónir afturfyri atkvøðuna fyri fíggjarlógini. Uttan yvirhøvur at royna og púra ókeypis fekk hann í staðin fyri 10 almenn arbeiðspláss til Klaksvíkar.

“Skeri eg teg har, missi eg teg her” ljóðar ein føroysk orðing. Kári P. Højgaard vil hava arbeiðsplássini, sum partamaðurin hevur fingið, aftur í Eysturoynna, annars vil hann ikki spæla við longur og atkvøða fyri pensiónsreforminum. Men ger løgmaður Kára nøgdan, missir hann nokk Skorheim, og øvugt. Og á Tvøroyri er Javnaðarflokkurin í tí ómøguligu støðu, at um hann eftirlíkar Kristini Michelsen og gevur honum meirilutan aftur, so gerst Bjarni Hammer rúkandi ónøgdur og setir allarhelst samgonguna aftur í somu støðuna, sum hon longu er í. Aftur og fram er líka lagt.

Myndaviðgerð: Tóri Højgaard.

 

Fólkaflokkurin fæst við at løða og langa uppskot eftir uppskot inn fyri at seta kílar í. Fyrst eitt um at Norðoyatunnilin skal fíggja tunlar norður um Fjall. Óluva Klettskarð hóttir so Henrik Old við at taka undir við tí uppskotinum, um hann ikki gevur henni eina góða grund til at lata vera. Henrik gevur hinvegin Landsverki ordra til at seta borin í til Fámjins í staðin fyri, og sigur seg onki hava ímóti at Norðoyatunnilin betalir í Norðoyggjum. Og Ruth Vang blívur bara meira og meira frustrerað.

Heðin Mortensen heldur hetta eftir øllum at døma vera stuttligt og vil vera við, so hann fer uppí okkurt, bara okkurt, av hesum uppskotunum, og skjýtur tí upp at bora tunnell til Fámjins. Jónleif fer í miðlarnar við eini frágreiðing um hvussu væl tað loysir seg at vera loyalur hóast alt, samstundis sum hansara tríggir tunlar verða útsettir.

Forkvinnurnar fyri Súltikrukkunum á tingi geva Kristini Michelsen skuldina fyri, at ongi mál koma úr aftur nevnd, heldur ikki úr teimum nevndunum, sum Kristin ikki er við í. Bjarni Hammer verður parkeraður á síðulinjuni 2 mánaðir for seint, og varakvinnan sum skuldi atkvøða fyri fiskivinnunýskipanini í hansara stað, kemur inn og hevur onki mál at atkvøða fyri, tí alt liggur í laka, til Kristin aftur fær meirilutan á Tvøroyri.

Jørgen Niclasen leggur uppskot fyri tingið um at avtaka allar uppboðssølur og sigur at kunngerðin hjá Høgna Hoydal frá degnum fyri bara kemur orsakað av hansara uppskoti dagin eftir. Uppskotið hjá Høgna ljóðar uppá at hava afturlatnar uppboðssølur, dupult afturlatnar, tí hetta er tað besta fyri opinleikan og gjøgnumskygnið. Ongin skilir hví Bill Justinussen atkvøddi fyri fiskivinnunýskipanini, men hann kemur nú so út og sigur at tað ikki var vegna dupult afturlatnu uppboðssølurnar. So vita vit tað.

Meðan Poul Michelsen gremur seg um at vit ongan russiskan diplomat hava at útvísa, er Páll á Reynatúgvu úti og hóttir við flaggdegnum. Aksel V. Johannesen meldar út at har er ongin samgongukreppa, tí alt er jú relativt, og kreppan í andstøðuni sær út til at vera minst líka ring. Um hetta merkir at hann hevur nakrar vindmyllur klárar at smyrja við, er ikki gott at vita.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda