Lýsing
Lýsing
8. desember í fjør clear'aði Magni Laksáfoss við Kristin Michelsen og for tískil av tingfundinum, tá atkvøðast skuldi um fiskivinnunýskipanina. Hetta er helst orsøkin at hann fall sum næsformaður í Sambandsflokkinum og í dag tók seg úr Sambandsflokkinum.

Greining: Óvissan vindur uppá seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.03.2018 - 17:02 Leiðarin Politikkur

Magni Laksáfoss gjørdi í dag álvara av tí, hann róði framundir í viðtalu við Norðlýsið eftir næstformansvalið í flokkinum tann 10. Mars. Í dag meldaði tingmaðurin út, at hann framyvir er at rokna sum leysgangari á tingi. Óvissan um lagnuna hjá tingmálum er harvið vorðin uppaftur størri, samstundis sum deadline, sum tingformaðurin hevur sett til at vera flaggdagin, nærkast.

Magni Laksáfoss er farin úr Sambandsflokkinum, boðar hann frá í tíðindaskrivi. Hann gerst sostatt leysgangari saman við Sonju Jógvansdóttir. Kristin Michelsen er framvegis javnaðartingmaður á papírinum, men hevur boðað frá, at hann atkvøðir frá máli til mál. Harvið eru tríggir leysgangarar nú á tingi. Umframt hesi trý virka aðrir eisini í sjálvdrátti. M.a. hava bæði Henrik Old og Heðin Mortensen boðað frá, at teir vilja hava tunnilin til Fámjins raðfestan fram um teir, sum tingið annars hevur raðfest fremst, nevniliga tann til Dals og teir norður um Fjall.

Magni Laksáfoss vil ikki siga seg vera ávegis í nakran flokk. Hann vil heldur ikki siga, um hann fer at stuðla samgonguni ella andstøðuni komandi mánaðin. Men hansara tilknýti fer at koma fram nú eftir páskir, tá atkvøðugreiðslur fara at vera á tingi. Fyribils hevur hann bara boðað frá, at hann fer úr Sambandsflokkinum og verður leysgangari á tingi.

Høvuðsorsøkin er uttan iva, at hann fall til valið av næstformanni fyrr í mars. Sjálvur sigur hann orsøkina vera, at hann er meira liberalur enn Sambandsflokkurin annars er, og hetta er uttan iva eisini rætt.

Hvat merkir so alt hetta? Var støðan ógreið áðrenn páskir, verður hon uppaftur ógreiðari eftir páskir. Frá at hava havt eina minnilutasamgongu hava vit nú eina uppaftur minni andstøðu og so eitt vaksandi Ongamannaland, sum bæði andstøða og samgonga fara at kappast um at fáa atkvøður frá.

Støðan hjá løgmanni er ógjørlig. Skal hann tekkjast Kristini Michelsen, má hann stoyta Bjarna Hammer frá sær, og tað fer ikki at henda. Løgmaður vinnur onki við hesum. Og skal hann tekkjast Kára P. Højgaard í málinum um pensiónsnýskipan, má hann stoyta Jógvan Skorheim frá sær, og tað fer neyvan heldur at henda. Løgmaður kann hinvegin kanska vinna Sonju Jógvansdóttir aftur við at innfría lyftið um fakfelagsgjøld, men her vil Sonja heilt víst síggja 17 atkvøður fyri tí, áðrenn hon trýr tí. Sonja hevur í aðrar mátar sagt, at hon ikki er fyri pensiónsnýskipanini.

Gera vit eina skjóta uppteljing, so sæst, at hóast Magni Laksáfoss skuldi allierað seg við samgonguni, eru trupulleikarnir hjá samgonguni framvegis ikki loystir. Framsókn og Tjóðveldi levera níggju atkvøður, og so eru 6 javnaðarfólk íroknað Heðin Mortensen og Bjarna Hammer, ið kanska sita nakað leysari enn hinar. Tað gevur 15, og er Magni Laksáfoss við, slepst uppá 16, sum framvegis er ein minniluti. Virðið av atkvøðunum hjá Sonju Jógvansdóttir, Kristini Michelsen, Jógvani Skorheim og Kára P. Højgaard er tískil framvegis høgt í kursi, og munurin gerst “einans”, at atkvøðan hjá Magna eisini fær høgt virði nú.

Fyri Sambandsflokkin merkir hetta, at allur liberali vongurin í flokkinum er mistur. Edmund Joensen fyllir 74 ár í ár, og stillar helst ikki uppaftur til nógv val afturat. Hann umboðaði saman við Magna Laksáfoss liberala vongin, meðan tann størri, konservativi vongurin framvegis er eftir. Her verður eitt stórt arbeiði fyri flokkin at gera áðrenn val verður útskrivað, og tað valið kann koma nær sum helst.

Er óvissan stór um hesa samgonguna og andstøðuna, er hon ikki minni um komandi løgtingsval. Sonja Jógvansdóttir og Kristin Michelsen hava helst ongan annan møguleika enn at finna sær nýggjar flokkar at stilla upp fyri, og tað kann vera lættari sagt enn gjørt. Fyri Magna Laksáfoss er sama støða nú eisini galdandi. Framsókn hevur verið nevndur sum ein møguleiki fyri hann, Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini verið nevndur, og Javnaðarflokkurin somuleiðis – men alt hetta eru einans tunnar leysasøgur, sum onki hald nýtist vera í.

Fyri 10 árum síðani varð spátt, at 1 valdømi fór at gera munandi størri sjálvprofilering og munandi veikari flokkar, og hetta er nú sjón fyri søgn. At politikarar kunnu melda seg úr sínum flokki og “poppa” upp aftur í hvørjum sum helst øðrum flokki, uttan at tað kann gera nakran bilsnan, sigur sítt. Og hóast Jónleif Johannesen sigur seg vera ein glaðan, loyalan politikara, er ilt at síggja, hvat ítøkiligt politiskt mál er vunnið við, at hann er glaður.

Ein týdningarmiklan trumf hava flokkarnir enn. Til eitt val er skipanin við flokslistum avgerandi. Tað eru flokslistarnir, sum gera, at eitt tingfólk við einans 300 atkvøðum kann sleppa inn. Ein leysgangari má hinvegin hava í minsta lagi 1/33 av øllum atkvøðunum, svarandi til umleið 1.000 atkvøður.

Apríl 2018 verður uttan iva líka spennandi sum juli og desember í fjør vóru tilsamans. Stórt sæð onki kann takast fyri givið longur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…