Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rói Jacobsen sæst til høgru á myndini

Rói Jacobsen úr Hvannasundi stillar upp

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.04.2018 - 22:03 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Formaðurin í Miðflokkinum fekk eitt valevni í pottin við sær úr Klaksvík í kvøld. Karsten Hansen fer eftir øllum at døma ikki at stilla upp til komandi løgtingsval

Miðflokkurin skipaði fyri samanlagdum kjak- og uppstillingarfundi á Hotel Klaksvík í kvøld. Fundarluttakararnir, eini 20 í tali, spurdu óført teir báðar løgtingslimirnar Jenis av Rana og Bill Justinussen um ymisk politisk mál. 

Lagið var gott á fundinum. 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum segði, at tey ynsktu at fáa valevnir í Norðoyggjum á listan til komandi løgtingsval. Rói Jacobsen, sum býr í Hvannasundi og er 50 ára gamal játtaði at koma á listan.

Karsten Hansen, sum á seinasta løgtingsvali fekk 206 persónligar atkvøður, varð eisini á fundi og hevði orðið nakrar ferðir. Sum kvøldið leið gjørdist tað meira og meira greitt, at Karsten neyvan fer at stilla upp til komandi løgtingsval. 

Jenis av Rana róði framundir at hann visti um okkurt valevni, ið var akutelt til listan, men vildi ikki avdúka nakað navn. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund