Lýsing
Lýsing
Lýsing
Deni Pavlovic, uttast til vinstru, hevur júst lagt KÍ á odda 1-0 ímóti TB/FCSuðuroy/Royn við Stórá. Hann hevur fingið eina flúgvandi byrjan í KÍ blusuni

Endiliga heimadystir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.04.2018 - 09:05 Leiðarin

Kappingarárið er ikki byrjað av álvara, fyrrenn KÍ hevur spælt sín fyrsta heimadyst. Men annars hevur KÍ gjørt alt rætt fyrstu trý umførini og kann sigast vera flúgvandi. Men “hovmod står for fald”, og er tað nakað felag sum hevur brent seg av at undirvurdera AB, so er tað júst KÍ.

Hesi bæði møtast í komandi umfari, og her má KÍ vísa neyðugu virðingina, skal góða gongdin halda fram. Trý tey fyrstu umførini hevur uppskriftin verið at leggja seg á odda og so spæla ein kontrolleraðan defensiv heim. Tað hevur eydnast væl.

Dysturin ímóti TB/FC Suðuroy/Royn (sum átti at fingið sær eitt felags navn) var kanska tann truplasti, og har mótstøðuliðið hjá KÍ var tættast uppá at javna og harvið fáa stig. Hjá HB í fyrsta dysti riggaði onki, ímóti NSÍ var talan um uppibornan sigur í jøvnum dysti, meðan í Suðuroy stóð á gomlum nøglum.

Um kappingarbyrjanina hjá hinum kann sigast, at flestu úrslitini hava lagað seg, sum ein kundi væntað. EB/Streymur hava yvirraskað positivt og minna nógv um TB/FC Suðuroy/Royn í fjør, ið eisini hevði eina flúgvandi byrjan tá. Forsvarandi føroyameistarin Víkingur hevur klárað seg óvæntað illa og liggur í skrivandi stund sum nr. 7 á stigatalvuni. Annars eru uppflytararnir undir strikuni, Skála og suðuroyarliðið nr. 8 og 6, HB liggur á sínum ivaleyst eftirhondini hataða fimtaplássi, og NSÍ og B36 eru nr. 3 og 4 – tað er líka við at vit kunnu siga “sum tey plaga”.

Dagsins maður hjá KÍ til suðuroyardystin var Deni Pavlovic, sum skoraði einsamalla málið og hevur víst seg at vera eitt sera gott keyp fyri KÍ. Hann hevur eisini avrikað framúr væl í hinum báðum dystunum. Málmenn verða ofta gloymdir, tá dagsins maður skal veljast, men KÍ-málverjin hevur gjørt tað serstakliga væl og hildið málið reint allar tríggjar dystirnar. Fleiri av bjargingunum hava eisini verið sera flottar.

Á papírinum hevur KÍ í apríl eina dystarskrá, sum ikki sær alt ov torfør út. Fyrst møtir KÍ argjamonnum heima, síðani vágamonnum úti, so skálamonnum úti og at enda sundalagsmonnum heima. Her skal ongin undirvurderast, men hetta eru alt dystir, har KÍ má fáa minst tað eina stigið og má vinna onkran av dystunum, annars verða teir yvirhálaðir av kappingarneytunum. Seinast í apríl verða uppaftur meira týðandi dystir, har fyrsta umfar í steypakappingini verður leikt flaggdagin og ein torførur útidystur ímóti B36 fýra dagar seinni.

Pláss er her fyri einum lítlum hjartasuffi. Tað er ikki nóg gott, at vøllurin í Klaksvík ikki er klárur til fótbóltskappingina. Vit eiga at prísa okkum lukkulig fyri, at HB gekk við til at flyta fyrsta dystin til Havnar, tí Djúpumýra hevur ligið undir í kava allan mars mánað, og nú vit skriva apríl, mátti dysturin hjá kvinnunum 2. Páskadag heilt einfalt útsetast, tí vøllurin ikki var grivin.

Hetta verður ikki skrivað fyri at peika fingrar, men tí tað er keðiligt fyri umdømið hjá KÍ, at tey ikki kunnu taka ímóti gestafeløgum, sum hava sett seg upp til dyst. Tað má ikki henda, at sama skilið verður nú sunnudagin, tá AB kemur á vitjan.

Samanumtikið ber alt boð um, at 2018 verður eitt spennandi kappingarár, har onki er givið frammanundan. Føroyameistararnir frá í fjør hava torført at fóta sær, steypavinnararnir renna aftaná, KÍ rennur undan, havnafeløgini hanga í og EB/Streymur yvirraskar positivt.

Alt í alt bendir alt á, at vit fáa eitt undirhaldandi fótbóltsár.

KOYR Á KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik