Lýsing
Lýsing
Lýsing

...so gongur dansurin javnt og samt framá móti vinstru.

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.04.2018 - 13:34 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Segði ein vælupplagdur løgmaður, Aksel Johannesen, móti endanum á floksrøðu síni í dag, á fundinum hjá Javnaðarflokkinum í Skálanum í Klaksvík. Niðanfyri røða løgmans og nakrar myndir frá fundinum í Skálanum

Góðu Javnaðarfólk

Tvey fet til vinstru og eitt fet til høgru.

Stevið í føroyska dansinum kenna tey alt til her í húsinum. Her í Skálanum, ið húsar Klaksvíkar Dansifelag.

Tvey fet fram og eitt fet aftur.

Tað er ikki heilt av leið at samanbera okkara tíð í landsstýrinum við føroyska dansin.

Eins og í tí føroyska dansinum hava vit stundum bakkað eitt fet fyri síðan at traðka tvey fet fram.

Og hóast stevið, til tíðir, kann tykjast tungt, so kunnu vit øll fegnast um, at tað gongur rætta vegin.

Tað gongur framá.

Javnaðarflokkurin hevur nú sitið við landsins leiðslu í 30 mánaðir. Nógv er hent. Meira enn vit geva okkum far um. Okkurt hevur ikki verið so gott. Men tíbetur er nógv, ja sera nógv, gott.

Vit hava rokkið stórbærum málum. Mál, ið onnur ikki megnaðu at loysa. Mál, ið onnur ikki ynsktu at loysa.

Vit hava vent fólkafráflyting til fólkatilflyting.

Tilflytingin er søguliga høg. Fráflytingin metlág.

Í fjør var fráflytingin so lág, sum hon kanska ongantíð áður hevur verið í mun til fólkatalið. Tilflytingin veksur støðugt og fleiri enn 1.600 fólk fluttu til Føroyar í 2017.   

Føroyar eru nú eitt land, sum fólk flyta til, heldur enn frá.

Avbjóðingin var stór, tá ið vit tóku við. Hóast ábendingar vóru um, at fólkatalið hevði hug at kvinka eitt vet rætta vegin vóru tað framvegis nógv fleiri ung, sum fóru av landinum, enn komu til.

Stóra kvinnuundirskotið og vánaligu útlitini fyri bata var eftir okkara tykki fremsta forðingin fyri einum burðardyggum og haldførum samfelagi. Tað ráddi tí um, at skapa betri og rúmligari karmar kring lívið hjá teimum ungu lesandi, fyri barnafamiljuni og fyri ungu kvinnuni.

Í valskránni søgdu vit, at vit vildu styrkja barnafamiljuna fyri á tann hátt at eggja ungum familjum at seta búgv í Føroyum. At velja Føroyar. 

Vit hava skapt eitt betri Føroyar fyri barnafamiljurnar.

Barsilstíðin er longd við tilsamans 8 vikur og er nú góðar 10 mánaðir.

Familjur við børnum undir skúlaaldri fáa munandi hægri barnafrádrátt fyri hvørt barnið.

Tað er lagaligari og meira dragandi at lesa í Føroyum í dag. Tey lesandi fáa meira í lestrarstuðli og fleiri útbúgvingar eru settar á stovn. Somuleiðis eru fleiri lestrarbústaðir fingnir til vega, hóast vit ikki eru komin á mál enn.

Tí eru færri, sum fara av landinum í lestrarørindum. Tí eru fleiri, sum leita heim til Føroya eftir loknan lestur.   

Tað haldi eg, at vit øll kunnu vera errin av.

................

Í ár halda vit landsfundin í Skálanum, sum hevur 30 ár á baki.

Tað vóru nógv, sum spáddu, at Klaksvíkar Dansifelag ikki fór at klára at gera og gjalda Skálan.

Men við samanhaldi, dirvi og ágrýtni megnaði Klaksvíkar Dansifelag tað tey settu sær fyri, og Skálin stendur í dag sum ein stoltleiki fyri virkna felagið og ber boð um, at tað lønar seg at taka tøk hóast dapran spádóm.

Dapur spádómur er nakað verandi samgonga kennir til.

Men vit hava eins og Dansifelagið gjørt døpru spádómunum til skammar.

Vit hava skapt eitt javnari og meira samhaldsfast Føroyar.

Ovurstóru virðini í samfelagnum koma í størri mun øllum fólkinum til góðar.

Skattalættin til tey við lágum og miðal inntøkum gevur einari vanligari føroyskari familju við tveimum arbeiðsmannainntøkum áleið 13.000 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Somu familjur, ið vóru við sviðið soð, tá høgrasamgongan ríkaði tey ríku við flatskattinum.   

Fólkapensjónistar hava fingið eitt lítið sindur meira at liva av. Og allir fólkapensjónistar verða lyftir úr fátækraváða í semjuni um nýggja pensjónsnýskipan. Javnaðarflokkurin vil, at eingin føroyingur skal liva í fátækradømi.  

Serligt familjuískoytið verður latið barnafamiljunum, sum hava serliga trong kor fíggjarliga. 

Fyritíðarpensjónistar hava fingið eitt veruligt fíggjarligt lyft. Tilfeingisvinnurnar rinda nú eitt rímuligt gjald fyri atgongdina til ognirnar hjá okkum øllum og broytingar í alivinnuni styrkja búskapin. Hetta ger tað møguligt hjá okkum at gera raðfestingar í vælferðina hjá øllum føroyingum.

Tí sjáldan hevur føroyski búskapurin verið sterkari enn í dag. Vit hava sera lágt arbeiðsloysi og í dag eru 1.500 fleiri fólk í arbeiði enn, tá vit tóku við landsins leiðslu. Løntakaratalið setur met. Tað fegnast eg um, men samstundis skulu vit hava eitt vakið eiga við at høga løntakaratalið ikki hevur sosiala dumping við sær. At løntakaratalið setir met er nakað vit, sum Javnaðarflokkur - arbeiðaraflokkurin – skulu vera errin um.

..................

Vit hava vent undirskoti til yvirskot.

Tá ið samgongan tók við á heysti í 2015 arvaðu vit ein landskassa, sum hevði givið hall seinastu átta árini. Í 2016 var yvirskot. Og í 2017 er yvirskotið yvir eina hálva milliard.

Framgongdini eiga allir føroyingar sín lut í. Seinastu árini hevur gingið væl - og tað er ikki bara tí, at náttúran hevur spælt við. Dirvið og viljin hjá føroyingum hava umsett góðu fortreytirnar til framgongd.

Men ovurgóða búskapargongdin fer at hasa av og trøini vaksa ei heldur hesaferð inn í himmalin.

Okkara lutur í landsins stjórn og samgongu hevur tí verið at riggað skipið til verri tíðir. Ein fíggjarpolitikk við ansni og skilvísum íløgum, sum hava flutt okkara samfelag framá, samstundis sum vit leggja til síðis til framtíðina.

....................

Fleiri av hesum íløgum hava verið í kjarnuvælferðina. Vit hava fingið fleiri serlæknar, bíðirøðirnar eru minkaðar og dygdin vorðin betri.

Vit hava savnað føroyska sjúkrahúsverkið í eina eind til tess at styrkja samstarvið og samskipanina millum tey trý sjúkrahúsini. Hetta er eisini við til at tryggja virksemið á Suðuroyar sjúkrahúsi og á Klaksvíkar sjúkrahúsi í framtíðini.

Vit byggja nýggjar bústaðir til fólk við serligum tørvi. 200 mió. krónur eru settar til vardar bústaðir, nýtt Barnaheim og heim til børn og ung við autismu komandi fimm árini. 

..................

Vit hava givið listini og mentanini størri rásarúm.

Mentan og list fevna okkum øll - og eru stórur partur av okkara føroyska samleika. Íløgur í list og mentan geva eitt ríkari samfelag at liva í og eru ein týðandi partur av vælferðini.

Fyrireikingarnar til nýtt Tjóðleikhús eru í gongd og Filmshúsið hevur sett stjóra og letur upp í ár. 

Mentanar- og listastuðulin er øktur og minstulønarskipan er sett í verk fyri yrkislistafólk. Talan er um tiltrongda skipan, sum bøtir um korini hjá listafólki okkara. Skipanin er eisini ein politisk viðurkenning av tí sera týðandi arbeiðinum, sum listafólk gera fyri mentan okkara.

..................

Vit hava skapt betri møguleikar fyri vøkstri og menning kring alt landið.

Vinnupolitiskt hava vit tikið stór tøk. Fiskivinnunýskipanin er nú loksins samtykt og vinnan veit nú á hvørjum grundarlagið hon skal virka á. Tað gevur tryggleika.

Við menningarkvotum og uppboðsølu hava fingið eitt rættvísari virðisbýti og eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna. Hetta vóru týðandi stavnhald fyri Javnaðarflokkin í nýskipanini av fiskivinnuni.

Fyri at skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum skal alt tilfeingið yvir nøkur ár førast til lands til virkingar. Tað skapar arbeiðspláss í vinnuni á landi. Og tað mennir okkum sum matvøruframleiðandi tjóð.

Nógv mál í samgonguskjalinum eru longu rokkin. Fleiri av høvuðsmálunum eru rokkin og nøkur eru sera nær.

Álvaratos. Tað kunnu vit í Javnaðarflokkinum meir enn so vera errin um.

Nógv er hent. Vit hava fingið nógv av skafti. Vit hava gjørt mun.

Tað hevur kanska ikki altíð verið við fullum stigatali fyri stíl, men avrikini tala fyri C.

Og eg haldi eisini at fólk flest eru greið yvir, at samgongan hevur verið ágrýtin og virkin hesi góðu tvey árini.  Tað leggi eg til merkis, tá eg eri millum fólk kring landið.

Men uttan allar tær góðu kreftirnar úti í lokalfeløgunum, so bar einki av hesum til. Tit eru hjartað í flokkinum.

Eina tøkk til tykkum øll fyri tykkara ótroyttiliga íkast. Eisini tá flokkurin er í mótvindi.

Tit í SU, sum nú er SU-norð, mið og suður. Tað er stuttligt at vera formaður í einum flokki við so virknum ungdómi. Tey ungu eru ein fyrimynd hjá okkum øllum.

-------------

Góðu javnaðarfólk,

Tvey fet fram og eitt fet aftur.

Í hesum valskeiðnum hava vit fleiri ferðir verið noydd at bakka eitt fet fyri síðan at taka tvey fet fram.

Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at politiska støðan í løtuni er óviss. Vit megna í løtuni ikki at telja uppí 17 í øllum málum.

Nógv mál hava tíbetur breiða undirtøku í Løgtinginum, men samgongan hevur eisini nøkur týðandi stórmál, sum vit enn ikki hava megnað at tryggjað okkum undirtøku fyri.

Tað er ein avbjóðing fyri minnilutasamgonguna, at Javnaðarflokkurin ikki longur er inntaktur. Vit fingu eitt kanónval og átta tinglimir. Tað restaðu bara fáa atkvøður í níggjunda mandatið.

Í ein dag høvdu vit eina meirilutasamgongu við 17 tinglimum, nú eru bara 15 og vit í Javnaðarflokkinum kunnu - nú vit halda landsfund - bara garantera seks atkvøður í fleiri málum.

Hetta er ikki nøktandi fyri øll tey, ið settu sín kross við Javnaðarflokkin síðsta val. Ei heldur er tað nøktandi fyri meg sum formann í flokkinum. Vit hava sett orð á hesar avbjóðingar á limafundum kring landið, og vit eru longu í einari tilgongd innanhýsis, so vit sleppa undan at slíkt endurtekur seg.    

Eg havi á fleiri landsfundum víst á, at eitt sereyðkenni hjá Javnaðarflokkinum er, at vit finna loysnirnar. At tað ikki altíð snýr seg um at fremja kollveltingina við einum bresti. Tað snýr seg ístaðin um áhaldandi at flyta samfelagið fram á leið. Ein løgustein fyri og annan eftir.

Politikkur er - sum fleiri hava víst á - at fremja tað, sum er møguligt at fremja. Men fyri meg snýr politikkur seg eisini um at fremja tað ómøguliga.

Vit geva ikki upp, hóast útlitini viðhvørt tykjast døpur. Vit geva ikki upp, tá støðan er trupul.

Okkara tilgongd hevur alla tíð verið, at vit hava roynt at funnið breiðari semjur fyrst. Tað hevur tíverri ikki altíð eydnast, men nógv mál hjá samgonguni eru annaðhvørt samtykt einmælt og ella við stórum meiriluta á Løgtingi.

Í onkrum avgerandi málum hevur tað eisini eydnast at fingið semjur við aðrar flokkar ella partar av øðrum flokkum. Uttanflokkatingkvinnan hevur verið ein hollur stuðul hjá samgonguni allan vegin og vit gjørdu semju við Sjálvstýrisflokkin um pensjónsnýskipanina og um fíggjarlógina fyri 2018.

Tað er eydnast við samráðingum. Vit hava funnið semjur og kompromis soleiðis, at allir partar fingu síni fingramerki á førda politikkin.

Tað gera vit framvegis. Mál fyri mál. Finna loysnir. Saman. 

Partar av andstøðuni hava víst, at tey ikki vilja gera semjur um nakað mál yvirhøvur. Eisini hóast hesir flokkar taka undir við málunum. Vit hava havt góðar og gevandi samráðingar við Sambandsflokkin um fleiri stórmál.

Ein flokk, sum Javnaðarflokkurin søguliga hevur gjørt nógvar skilagóðar semjur við.

Bæði í mun til fiskivinnunýskipanina og pensjónsnýskipanina vóru partarnir sera nær við at gera semju. Eg harmist um, at tað ikki eydnaðist. Men í báðum førum vildi leiðslan í Sambandsflokkinum heldur leggja seg við liðina á Fólkaflokkinum og harvið vera uttanfyri ávirkan.

Ein av teimum, ið vit samráddust við tá, er nú uttanflokkatingmaður. Fyri mær tykist tað ikki óhugsandi, at vit kunnu finna semjur um nøkur týðandi mál. Okkara partur fer so ikki at liggja eftir. 

Tí hóast vit hava rokkið mongum málum, so hava vit í Javnaðarflokkinum sett okkum fleiri mál og mið. Okkara tráan røkkur longur og okkara ætlanir fyri Føroyar eru fleiri.

Vit hava eina skyldu at hjúkla um okkara land. At menna. At skapa nýtt.

---------------

Næsta stórmálið hjá okkum eftir fiskivinnunýskipanina er pensjónsnýskipanin. Hetta er eitt av hjartamálum floksins og fari eg at brúka hesa næstu løtuna at greiða yvirskipað frá nøkrum av høvuðsbroytingunum í nýskipanini.

Tað hevur verið ein ávís mótstøða móti pørtum av nýskipanini. Eisini innanfloks.

Kanska serliga hevur orðaskiftið um grundupphæddina loypt hvøkk á nøkur. Til tað er at siga, at fyrst og fremst er tað týðandi at fáa gjørt greitt, at verandi pensjónistar fara ikki at merkja nakra broyting í so máta.

Verandi pensjónistar fara at fáa eitt størri fíggjarligt rásarúm við tað, at longu í ár og næsta ár fer Samhaldsfasti at vaksa soleiðis, at allir fólkapensjónistar í 2019 fáa ein túsund krónuseðil aftrat at liva fyri eftir skatt. Um mánaðin. Hvønn mánað.

Somuleiðis fáa fólkapensjónistar møguleikan at velja mótrokning millum hjún frá.

Hinvegin fara teir komandi pensjónistar, sum hava eina høga inntøku við síðuna av fólkapensjónini at verða mótroknaðir. Eisini í grundupphæddini. Legg til merkis, at her er bert talan um pensjonistar við høgari inntøku - bankastjórar, politikarar og so framvegis. Lág og miðallønt fáa munandi meira at liva fyri. Tað eru til dømis námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, handverkarar og onnur tímalønt. Hetta gera vit fyri at tey, ið ikki hava so stóra uppsparing kortini kunnu fáa ein virðiligan aldurdóm uttan fátækt. Tað er tað, ið samhaldfesti snýr seg um.

Haraftrat verður pensjónsaldurin hækkaður varisliga og lagaliga fyri vanliga føroyingin. Okkara væntaða lívsævi er nógv longri í dag enn, tá Petur Mohr Dam innførdi fólkapensjónina á sinni og tí er tað rímiligt, at pensjónsaldurin hækkar eitt vet.

Aldurin hækkar eitt hálvt ár í 2025 og eitt hálvt ár aftrat í 2030.

Men bert fyri tey, sum orka. Ein partur av nýskipanini er eisini at tey, sum eru niðurslitin kunnu fara frá trý ár áðrenn pensjónsaldur. Og tey sum eru væl fyri, hava hug og heilsu kunnu arbeiða longur og útseta fólkapenjsónina og fáa fyrimun av hesum seinni.

-------------

Góði landsfundur,

Í einum av okkara fremstu sangskattum yrkir klaksvíkingurin, at “eg vildi at mítt ríkidømi so væl varð býtt, ímillum tey sum búgva her í Føroyum - so javnt millum føroyingar Føroyar”

Vit mugu ásanna, at enn er ikki eydnast okkum, at fáa allar føroyingar við í framgongdini. Suðurøkið er framvegis eftirbátur, hóast fólk og vinna lokalt berjast sum úlvur á skóg fyri at at skapa trivnað og vøkstur.

Tað vilja vit gera nakað við. Vit vilja skapa vøkstur um alt landið.

Í nýggju alilógini verður serskipan fyri alivinnuna í Suðuroy, sum fer at tryggja, at arbeiði verður í oynni.

Uppskot um nýggjan Hvalbiartunnilin er lagt fyri Tingið. Tunnilin bøtir munandi um umstøðurnar hjá fólki at støðast og betrar gróðrarlíkindini fyri vinnumenning í Suðuroynni.

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at knýta oyggjarnar saman í ein stóran miðdepil og skapa stórar møguleikar.

Nýggjar útbúgvingar fara at verða settar á stovn kring landið. Vit hava fingið Ítróttarháskúla í Suðuroy og í næstum kemur eftirskúli og útbúgving sum námsfrøðilig hjálparfólk aftrat  í Suðuroy.

Ferðavinnuútbúgving er sett á stovn í Vestmanna. Ein útbúgving sum byggismiður verður eftir ætlan skipað her norðuri í Klaksvík og eisini verður húsarhaldsskúli bygdur. Nýggj útbúgving innan vistfrøði og list verður skipað í Sandoynni.

Og nú fer tunnilstoymið til verka. Her um páskini vóru fólk frá Landsverki eftir útgerðini í Noreg og farið verður undir at bora so skjótt sum til ber.

 

-----------

Góðu javnaðarfólk!

At allir føroyingar fáa lut í framgongdini er eitt aðalmál hjá flokkinum og hjá samgonguni. Vit hava longu framt nógv átøk, men kortini eru sterkar røddir, sum vilja vera við, at tað “almenna misrøkir sínar skyldur uttanfyri Havnina”.

Ein partur av hesum røddum grava skotgravir og spjaða við einum partapolitiskum endamáli. Hesi síggja møguleikan fyri at egna atkvøður við at halda lív í einum veruleika, sum ikki noyðist at vera veruligur.

Men kortini mugu vit ikki lata sum luft og skúgva atfinningarnar til viks. Lata sum einki ella lata standa til. Tí atfinningin í sjálvum sær er verulig. At kunna gera vart við síni sjónarmið er ein grundsúla undir fólkaræðinum.    

Okkara fremsta uppgáva sum politikarar er tí at lurta. At lurta eftir atfinningum, fyri at skilja hvaðani rótin til atfinningina er. At lurta eftir mótstøðufólkunum uttan fyri flokkin – hóast vit ikki eru samd. Og ikki minst at lurta eftir tykkum - baklandinum.  

-----------

Tað er eingin loyna, at drúgva og hvassa orðaskiftið um fiskivinnunýskipanina skapti eina polarisering. Á politiska leikvøllinum og í miðlum bleiv sett fram ein hugmynd millum eitt framleiðslu-Føroyar og eitt nýtslu-Føroyar. 

Ført varð fram, at tey, ið umboðaðu nýtslu-Føroyar, fóru at skræða grundarlagið undan vinnuni við fiskivinnunýskipanini. Harvið eisini grundarlagnum undir framleiðslu-Føroyum. 

Vit hava ikki brúk fyri spjaðing í Føroyum. Vit hava brúk fyri samanhaldi.

Tað er ikki miðstaður móti hinum. Tá tapa báðir partar.     

Tað má vera miðstaður saman við restini av landinum. Tá vinna allir partar.

Javnaðarflokkurin skal framvegis vera flokkurin, sum megnar at binda saman øll økini í landinum. Tað er okkara leiklutur at varpa ljós á teir spurningar, sum hava týdning fyri breiðu fjøldina.

Drívmegi okkara er sannføringin um eitt meira javnt og rættvíst samfelag fyri øll, men eisini ynskinum um at finna semjur millum ymsu áhugamálini fyri at at flyta Føroyar fram á leið. At menna einar Føroyar fyri øll.

Soleiðis er eisini í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni. Semjur vóru gjørdar millum ymsu áhugamálini og lurtað var eftir grundgevingunum hjá verandi aktørum í fiskivinnuni.

Men kortini hildu vit fast um, at ein partur skuldi á uppboðssølu, so nýggir aktørar fáa møguleikan at bjóða seg fram at keypa ein part av kvotunum á einum skipaðum almennum marknaði við fullum gjøgnumskygni.

Ein fyrimunurin við hesum er, at inntøkurnar frá søluni kunnu koma øllum føroyingum til góðar. Palleba og Marsannu. Fólkapensjonistum, fyritíðarpensjonistum í norður og suður, eystur og í vestur. Teimum, sum lesa og øllum teimum, sum hava brúk fyri læknahjálp.

Øll fáa ágóðan, uttan avmarkingar og landafrøðilig mørk.

-----------

Góðu vinir,

 

Eg eri í politikki, tí eg vil gera mítt til at ávirka framtíðina.

Samgongan millum okkum, Tjóðveldi og Framsókn hevur fingið fólksins mandat og vit mugu liva upp til tað álit, ið fólkið hevur sýnt okkara flokkum. Vit skulu taka av møguleikunum at menna Føroyar.

Demografiska gongdin er framvegis ein avbjóðing fyri Føroyar. Um vit skulu tryggja ein framhaldandi fólkavøkstur er alneyðugt at vit gera enn fleiri átøk at venda skeiva kynsbýtið og aldursbýtinum í landinum.

Vit hava eina ábyrgd at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Samgongan fer tí at leggja enn meira orku í at raðfesta útbúgvingar komandi ár.

Fíggjarligu viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum skulu fáast í trygga legu, so vit kunnu skapa fleiri lestrarmøguleikar innan hægri útbúgvingar. Men vit skulu eisini hava fleiri yrkisligar útbúgvingar kring landið. 

Skal okkara vinnulív framvegis mennast er góð marknaðaratgongd avgerandi. Tí verður uttanríkispolitiskt arbeitt miðvíst fyri at fáa betri handilsavtalur í lag. Tað eru glottar at hóma og vónandi spyrst okkurt ítøkiligt burturúr góða samskiftinum sum hevur verið við Japan síðstu tíðina.

Vit skulu eisini gera nógv meira fyri at verja umhvørvið. Treytin fyri trivnaði á øllum økjum í landinum er eitt reint umhvørvi og at virksemi okkara er burðardygt. Tað er okkara skylda sum javnaðarfólk at verja umhvørvið og at ganga á odda fyri burðardygga samhaldsfasta samfelagnum. Hetta eru týdningarmiklir tættir í sosialdemokratisku hugsjónini, sum eiga at ganga aftur í øllum politisku avgerðum floksins.

Tvær ferðir havi eg á fundi við danska forsætisráðharran víst á, at neyðugt er við størri rásarúmi á uttanríkisøkinum.

Í løtuni eru fleiri dømi um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja ætlanir eftir okkara tørvi og tí er neyðugt at taka burtur avmarkingar í lógini. Eg havi góðar vónir um at hesar avbjóðingar verða loystar í sátt og semju.

----

Her í Skálanum verður javnan farið uppá gólv og dansurin gongur lystiliga. Hóast afturstig er partur av dansinum, so gongur dansurin javnt og samt framá móti vinstru.

Tað góða samfelagið skal røkjast. Og besti mátin er brúka gott gamalt føroyskt stev, í felag framá til vinstru. Men skal dansurin ganga væl, er neyðugt við góðum stevi. Einum stevi har øll ganga sama veg.

Sum flokkur er neyðugt hjá okkum at rætta ryggin. Standa saman. Stríðast saman.

Bara soleiðis kunnu vit traðka tvey fet fram. Tvey fet ímóti einum javnari og sterkari Føroyum.

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…