Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við sigri á H71 vann Stjørnan triðja dystin á rað

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.04.2018 - 23:33 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað gjørdist rættiliga spennandi móti dystarenda, tá Stjørnan í dag hevði vitjan av H71.

Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og H71 brustu saman í KÍ-høllini ídag. Stjørnan fekk eina góða byrjan og koma á odda 3-0, men H71 svaraði aftur og fekk javnað til 3-3. Eftir hettir skiftust liðini um at skora, tó var tað Stjørnan sum hevði munin. Hálvleiksstøðan var 13-11 til heimaliðið.

Stjørnan kom betur frá byrjanini av seinna hálvleiki, og tá seinn hálvleikur var hálvrunnin var støðan 19-15 til Stjørnuna, og Stjørnan sýnist at hava fult tamahald á støðuni. So hendi tað løgna, at tá knappir 10 minuttir vóru eftir at leika, hevði H71 tríggjar leikarar útvístar, og Stjørnan hevði eina leiðslu uppá seks mál, og Stjøran hevði møguleika at avgera dystin. Men hesa yvirtalsstøðuna megnaði Stjørnan ikki at gera gagn av. H71 fekk hesa løtuna minkað um munin við einum málum, og tá H71 so aftur var fullmannað, fingu tær støðugt minka um leiðsluna hjá heimaliðnum, soleiðis at munurin minakaði til tvey mál, og rættiligur spenningur kom í dystin. Men nærri kom H71 ikki, og tá avtornaði,  vann Stjørnan hóast alt uppibornan sigur uppá 23-21.

Við sigrinum á H71 ídag hevur Stjørnan vunnið seinastu tríggjar dystirnar. Tað er flott. Næsti og seinasti dystur í hesum kappingarárinum hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag í Høllin á Hálsi ímóti fm-finalistunum úr Kyndil.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Tóra Eliasen 6, Sonja Sirdal 4, Jancy Jacobsen, Jórun Nielsen og Kristina Poulsen 3 mál hvør, og Judith Dam-Jacobsen og Mina Sirdal tvey mál hvør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB