Lýsing
Lýsing

Lærarin, Frits og næmingurin, Øssur í Ribarhúsi

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  08.04.2018 - 09:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár lat upp forvitnislig og fjálg málningaframsýning í Ribarhúsi við Øssuri Mohr og Frits Johannesen. Sangbólkurin, Vega sang og Ribarhús var ov lítið, so nógv fólk høvdu leitað sær til hesa serligu løtu.

Øssur og Frits eru fuglfirðingar, har vøgga teirra stóð, sum varð fyllt við nógvum góðum førningi. Frits var flokslærari hjá Øssuri í 10 ár - frá 1968 til 1978, so í ár eru liðin 50 ár síðani hesin námsfrøðiligi bátur varð tikin fram í lívsins lunnbót. Og Øssur hevði tikið til sín, sum málningarnir á vegginum søgdu frá.

 

Øssur
Øssur Mohr hevur verið víða um við sínari list. Hann fór at mála sum 28 ára gamal. Skjótt komu skap, litir og strok undan, sum tosaðu sítt stumma mál sínámillum á ein virðiligan, skinsaman og listaligan hátt, ið fangaði eygað hjá teimum, sum góvu sær far um.

Øssur hevur búð í Danmark fleiri seinnu árini og sýnir fram víða um. 

 

Frits
73 ára gamali Frits hevur teknað alt sítt lív og fór at mála sum 22 ára gamal. Hann málar enn. Heðin Kambsdal og Frits eru systkinabørn. Pápabeiggi Frits var Símun Olivur Johannesen, sum var morbróðir Heðin Kambsdal. Símun Olivur var tann  fyrsti fuglfirðingurin, sum fór at mála. So tað bregður ikki úr ætt, at Heðin og Frits eru av frægastu listamonnum í Fuglafirði.

 

Endi
Vega sungu frálíka væl sum altíð, og settu ein serligan dám á løtuna í fullsetta Ribarhúsi, har tú at kalla ikki sá framsýningina, so nóg fólk vóru.

Men hugaligt var at hoyra Øssur og Frits røða um og til hvønn annan. Ta virðing teir høvdu hvør í sínum lagi fyri læraranum og næminginum.

Trúfestið teirra millum kom eisini til sjóndar. Hvørjaferð annar teirra hevði eina framsýning, høvdu teir ynskt hvørjum øðrum “Góða eydnu, vóni tað gongst tær væl” og so fram eftir umvegis netið ella andlitsbókina.

Ein serstøk og væl saman sett framsýning, har lærarin og næmingurin sýna fram á líka føti. Henda framsýning, sum hongur uppi til 24. apríl, er sanniliga eina vitjan verd.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald