Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes Bjartalíð í hopla

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  08.04.2018 - 19:15 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn): KÍ vann 3-1, har Jóannes Bjartalíð skoraði øll trý málini. Hann kundi lættliga havt skorað enn fleiri.

KÍ spældi í somu uppstilling sum seinast, tá AB vitjaði í Klaksvík í dag. Hjá AB kom m.a. Jobin Drangastein inn, meðan John Thordar Poulsen byrjaði uttanfyri. AB hevði eitt verjukent útgangsstøðið, og tað var upp til KÍ at skapa dystin.

 

 

KÍ sat á fyrra hálvleiki

KÍ setti seg á spælið, og tað var einaferð nær við, áðrenn Jóannes Bjartalíð fór í gongd við sína málskjóting í 11. minutti. AB verjan var í gávuhýri, og so var lætt hjá Jóannes at skora til 1-0. KÍ kundi økt, men í 27. minutti hevði AB sína einastu vandamiklu atsókn í fyrra hálvleiki, og tá var eisini nær við, men fyrst kom Meinhardt P. Joensen út og órógvaði so mikið, at AB leikarin ikki fekk skot á. KÍ tók yvir aftur og eftir eitt stórt trýst eina løtu gav tað mál, tá Jóannes Bjartalíð økti til 2-0 eftir upplegg frá vælleikandi Ronni Møller-Iveren. KÍ hevði fleiri møguleikar at økja, og hóast AB var nær við einaferð, so var tað ikki av leið, at KÍ førdi 2-0 í hálvleikinum.

 

 

Eitt korter til KÍ vaknaði í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki fekk AB eina góða byrjan. Teir hildu nú KÍ heilt burtur frá mál møguleikum og høvdu onkrar royndir móti málinum. Í 59. minutti gjørdi KÍ fríspark á miðjum vølli. AB gjørdi skjótt av við frísparkinum og so vóru tveir AB leikarar púra leysir við KÍ málverjanum. Rasmus Dan Sørensen hevði lætt við at skora til 2-1. Hetta var fyrsta málið, sum fór ígjøgnum hjá KÍ í ár. KÍ liðið sá ikki gott út í hesi støðuni. Hetta fekk KÍ liðið at vakna eftir hálvleik og løtu seinni fekk KÍ brotsspark, tá Páll A. Klettskarð var hildin í brotssteiginum. So kundi Jóannes Bjartalíð skora hattrik og harvið leggja seg á deilt 7. pláss fyri bestu KÍ málskjúttar allar tíðir. Sami Jóannes hevði tveir aðrar stórar møguleikar í seinna hálvleiki og kundi havt skorað fleiri. Hesir mál møguleikar komu eftir væl spæld KÍ álop. Aðrir stórir mál møguleikar vóru og m.a. skeyt Páll A. Klettskarð eftir uppspæl frá Steinbirni Olsen viðsíðuna einum opnum máli úr eitt sindur spískum.

 

 

Besta byrjanin síðani 1969

Við sigrinum kom KÍ uppá 12 stig fyri fýra umfør. Vit skulu aftur til 1969 fyri at finna eina betri byrjan hjá KÍ uppá landskappingina. KÍ vann fult uppiborið dagsins dyst, hóast fult fokus ikki var á fyrsta korterið í seinna hálvleiki. Jóannes Bjartalíð hevur longu eftir fýra umfør skorað helvtina av málunum(8), sum hann samanlagt skoraði í fjør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund