Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki hissini framsýning í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  09.04.2018 - 08:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sunnudagin lat upp framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, har listamenninir Ole Jakob Nielsen og Philippe Carré sýna fram síni serstøku listaverk.

Ole Jakob hevur í mong ár evnað serligu lampurnar og skálirnar úr timbri, sera hegnisliga dreygaðar á verkstaði sínum í Leynum. Tær lýsa so gylt og fløvandi og kunnu siga mangar søgur frá lívsverki sínum – oftani um mong Harrans ár.

Philippe prýðir veggirnar við einari røð av nýggjum vatnlitsmyndum, hvørs myndevni í flestu førum eru úr Norðoyggjum. Smáin matriklar, sum fáa serligt lív, og sum tú kennis aftur við heitinum á myndunum.

Philippe Carré kom á fyrsta sinni til Føroya í 1975 úr eini av mentanar- og listaháborgum heimsins: Fraklandi, segði Hanna Jensen, franskur konsul m.a. í fjálgu og poetisku røðu síni til Philippe, tá ið framsýningin latu upp.

Hanna brúkti eisini Bernhard Brim og yrking hansara, “Tað er vakurt í Klaksvík” og hevði týtt ein part til franskt og hugleiddi um,

“...av hjarta lovprísar tí degi,

tá hann valdi sær Føroyar til havn.”

(Hetta í fluttari merking, tí í yrkingini stendur - tá hann valdi sær Klaksvík til havn)

-        Og í hesum førinum var so Philippe í Klaksvík.

 

Tað var hugtakandi at hoyra hetta vakra málið tosað so ræðið, sum um talan bert var ein dialektmunum millum havna- og klaksvíksmál.

Philippe Carré, sum vit minnast so væl frá hansara serstøku klippinum hevur flutt seg nógv listarliga, og heilt frá 1982 hevur hann ríkað okkara samfelag við sínum verkum og framsýningum nærum árliga. Eisini hevur hann listprýtt 5 barnabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.

Philippe var hugtikin og takksamur fyri røðuna hjá Honnu og gav henni koss og hvør sín kinn, eftir fronskum siði.

Og sjálvandi kundi Jóhanna á Bergi, sum var komin at hyggja at framsýningini og er serliga málkøn, ikki bara sær eisini at fáa eitt gott prát á flótandi fronskum við Philippe – Hugtakandi at hoyra!

Petur Martin Petersen var komin úr Fuglafirði at heilsa vinmanninum Ole Jakob Nielsen vælkomnum til Klaksvíkar. Hann hevði eina hugtakandi røðu um eitt træ, sum hevði staðið í garðinum hjá abba sínum, gamla Sámal Peturi í Fuglafirði.

Træið hevði staðið øgiliga leingi har. Eingin visti hvussu leingi øgiliga leingi var, men ein gamal maður helt seg tó minnast, at træið kom at standa har tað stóð, meðan hann enn var smádrongur, og nú táttaði hann í tey 100 árini.

Træið hevur breitt sínar greinar yvir bæði komin og farin fólk í familjuni. Træið hevur staðið har, meðan 28 fólk búðu í húsunum í senn, og træið hevur staðið har, til tað at enda eftir í húsunum bert var ein maður, sum júst upplivdi at blíva 85 ára gamal, áðrenn hann legði eygu síni saman fyri seinastu ferð og fór undir flag. Greiddi Petur Martin frá.

Men træið mátti lúta fyri sonevndari menning í bygdini, tá ið vegurin framvið, har træið stóð, skuldi breiðkast, og varð træið tí tikið burtur. Tó hevði Ole Jacob bjargað hesum søguliga træi og givið tí nýtt lív við mongu lutum og lampum sínum, sum hann evnaði úr tí á bonki sínum.

Jú, hetta var og er ein serlig framsýning, sum verður hangandi í gamla Seglhúsinum heilt fram til 30. apríl og er eitt stuttligt bland millum minimalistisku myndirnar hjá Philippe Carré, sum fortelja so nógv - og so eisini við “træstubbarnar”, ið Ole Jakob Nielsen hevur evnað listarliga og hegnisliga til, sum eisini hava eina drúgva søgu at siga frá.

Bólkurin "Hvonn", sum er mannaður av Kristian Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen spældi lættan og glaðan fólkatónleik, tá ið framsýningin lat upp.

Talan er um eina søluframsýning, ið verður opin allan apríl mánaða.

Ein serstøk framsýning, ið sanniliga er eina vitjan verd!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!