Lýsing
Lýsing

Tjøldrini gerast færri og færri ár undan ári

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.04.2018 - 11:36 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í mong ár havi eg havt til frægd, undan grækarismessu, at fara ein túr út á Oyrar at vita, um ikki eg kundi fáa eina mynd av fyrsta tjaldursflokkinum. Helst skuldi tað eisini vera áðrenn grækarismessuhaldið.

Tað hevur sum oftast eydnast mær, men í ár var annarleiðis.

Einar fýra vikur undan grækarismessu hoyrdi eg um at tey høvdu sæð tjaldur á Oyri. Eg gekk har úti í nakrar fylgjandi dagar tá, uttan tó at síggja nakað. Men ein dagin, gjørdi eg av at ganga ein túr eftir bakkanum, tí eg hugsaði um, at kanska var fjøran meira lokkandi hjá tjaldrinum enn bøurin.

Jú so var, niðri í fjøruni sat tað og eg fekk eina mynd. Tann myndin stendur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Ein orsøk til at eg hugsaði um at fara oman í fjøruna, hóast eg á hvørjum ári havi fanga tey fyrstu uppi á bakkanum var at mær kom til hugs flatmaðkin.

Fyri eini tveimum trimum árum síðani segði ein ognarmaður úti á Oyri, sum hevði tikið upp epli, at flatmaðkur var undir hvørjum flag og at reyðmaðkur sást valla.

Minkingin sæst allastaðni

Hesa tíðina, nú vit eru farin um 25. mars hevur verið vanligt at sæð tjøldur tá tú ferðast eftir landsvegunum. Sunnudagin í vikuni fóru vit til Havnar í ørindum og gjørdu av at hava eyguni eftir um vit sóu tjøldur við vegjaðaran.

Men tað royndist sera illa, vit sóu bert fá pør og ongan tjaldursflokk. Løgdu leiðina til Selatraðar at forvitnast, tí har plagdu vit fyrr at síggja stórar flokkar. Men har segði søgan tað sama. Haldi vit taldu eini 10 pør ella so av Raktanga  til Selatræ og afur.

Serfrøðin ávaraði

Afturkomin av “tjaldurstúrinum” sendið eg ein teldupost til Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy. Jens-Kjeld sigur, at eisini á Sandi komu tjøldrini tíðliga í ár. Longu 23 februar kom ein flokkur har, sum taldi 37 fuglar. Annars var hann samdur í, at talið av tjøldrum, ið vitja hendavegin er í stórari afturgongd.

Samstundis sendir hann eina grein, ið hevur staði í Frøði í februar í 2013. Tað er ein grein, sum hann og Dorete Bloch sála hava latið úr hondum.

Tey skriva longu tá fyri 5-6 árum síðani:

“Tað er syrgiligt at síggja, hvussu fuglalívið er gingið aftur á hond í Nólsoy hesi seinastu 31 árini…. Men vit hava eina kenslu av, at hetta er støðan kring alt landið. Ein orsøk er yvirskipan, ein onnur er flatmaðkurin, ein triðja er vantandi náttúruumsiting og nútímansgerð av lóggávuni, og veðurlagsbroytingar eru eisini í spæli her. Villgás, ravnur og kráka eru tey einastu sløgini, ið eru farin fram, meðan fleiri sløg eru burtur, so sum terna, vípa, lerkur og svarthálsa. Men er gás, ravnur og kráka tað framtíðar fuglameingi, vit ynskja okkum, heldur enn tað fjølbroytta hagafuglalív, ið var í 1981?”

 Tey bæði, Dorete Bloch og Jens-Kjeld kunngerða í somu grein  niðanfyristandandi uppteljing av fuglameingi í Nólsoy, har tey í 1981 taldu 1731 fuglar og í 2012 156 av somu 22 sløgum, ein markant afturgongd. Ú rúgvuni kunnu vit eitt nú taka tjøldrini, har tey í 1981 taldu 214 og í 2012 bara 30 tjøldur.

(Niðanfyri er áhugaverd "mynd" av uppteljingartalvu!)

Lítið er at ivast í, at nógv er hent skeiva vegin síðani 2013. Hetta átti at givið okkara lógarsmiðum  nakað at hugsa um. Vit mugu skipað eftirlitið við innfluttningi betur, tí vit hava sæð, at eitt nú flatmaðkurin og morsnigilin eru komin til landið og hava gjørt óbótaligan skaða eins og vit mugu skerpa rottulógina frá 1962.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin