Lýsing
Lýsing
Løgmaður talar til síni fólk á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin 8. apríl

Tevja politikarar val?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2018 - 07:00 Leiðarin

Landsfundur hjá Javnaðarflokkinum og floksting hjá Tjóðveldi hava verið um vikuskiftið, og nú meldar Sambandsflokkurin eisini út, at hann er ein sosial-liberalur flokkur. Nógvir politikarar vilja markera seg, og fleiri av teimum í sjálvdrátti, og hetta bendir tilsamans alt á, at val møguliga verður í úrtíð.

Tvær veljarakanningar komu beint áðrenn vikuskiftið, og tær góvu øllum fýra stóru flokkunum hvør síni 7 tingfólk. Miðflokkurin fekk 2 tingfólk í báðum. Einasti munurin á kanningunum var, at Framsókn fekk 3 og Sjálvstýrið 0 í aðrari, og ávikavist 2 og 1 í hinari. Tað merkir, at tað ríður um snarið, har samgonga og andstøða fáa 16-17 í part. Hetta eru góð úrslit fyri Javnaðarflokkin, ið frammanundan í kanningum hevur ligið til at missa nógv.

Fleiri politikarar hava viljað markerað seg, og úr rúgvuni kunnu nevnast Henrik Old og Heðin Mortensen við Fámjinstunli, Kristin Michelsen við m.a. játtan til viðgerðarheimið á Eiði, Pauli Trond Petersen við tunli til Vestmanna, Sonja Jógvansdóttir við millionérskatti, Kaj Leo Johannesen og Helena Dam á Neystabø við innkomuvegi til Havnar, eins og Poul Michelsen og Ruth Vang positionera seg ímóti hesum verkætlanum og mæla til at halda frammanundan gjørdar avtalur. Og málið Magni Laksáfoss talar fyri seg sjálvan.

Seinasta skotið á stammuni er Annika Olsen, ið “hóttir” við at fara úr tingmannafarloyvi sínum og aftur í tingið at virka fyri innkomuvegi til býin, hon er borgarstjóri í, Tórshavn. Hetta ger nokk ikki nakran mun fyri sjálvt málið, tí hennara flokkur er í andstøðu, men tað gevur henni eitt gott høvi til eisini at markera seg til eitt komandi val. Og innkomuvegur til Tórshavn er eitt gott mál at markera seg við, tí tað rakar nógvar veljarar.

Í norði hoyrist ikki nógv. Hóast átrokandi mál eru í Norðoyggjum, hoyrist lítið og onki til norðoyapolitikararnar, sum tykjast meira kúrrir enn starvsfelagarnir sunnanfyri.

Fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, sigur óbeinleiðis í greining, at loysingin er deyð. Hetta kann tulkast sum um hansara flokkur eisini tevjar val, og vil tekkjast Sambandsflokkinum aftaná val, tí nógv í greiningini snýr seg um júst tað at Sambandsflokkurin er vorðin ov Fólkaflokssinnaður, og tað passar uttan iva.

Kaga vit í skránna hjá Løgtinginum, so sæst, at 2. viðgerðirnar byrja mánadagin 16. apríl, og tá síggja vit, hvør er í “parti” við hvørjum. Tann dagin eru tó ongi eldfim mál á skránni, men seinni í komandi viku fæst uttan iva greiða á, um vit hava eina stjórnarberandi samgongu. Somu viku kemur eisini niðurstøðan hjá kanningarstjóranum av embætisførsluni hjá løgmanni og varaløgmanni. Er hon til teirra fyrimun, kann hon væl nýtast í einum valstríði.

Vísir tað seg, at samgongan ikki stendur saman, og teir báðir verða reinsaðir, fáa vit uttan iva val.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…