Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí bleiv eg passivt tjóðveldisfólk

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.04.2018 - 09:56 Kykmynd Politikkur

Katrin Næs, fyrrverandi borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, gjørdi vart við at hon var ein av teimum Tjóðveldisfólkunum, sum vóru troytt av føgrum orðum frá flokkinum, tá tað vantar so nógv í verkum.

Leygardagin hevði Tjóðveldi flokksting í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, men tað er ikki ov nógv sagt at fráveran av norðoyingum á fundinum talaði sítt tíðiliga sprog.

Við nevdarlimum, orðstýrara og fundurskrivara kundu norðingar neyvan teljast á tveimum hondum og Katrin Næs, sum alt sítt lív hevur verið Tjóðveldisfólk, men sum seinru árini ikki hevur verið so ásýnilig, setti orð á larmandi fráverðuna, og vísti til at nokk var ikki við føgrum orðum um einar javnari Føroyar - men tað krevst aktion.

 

Tunnlarnir norð um fjall

Hon gjørdi greitt at málið um tunlarnar norður um fjall, kundi ikki bíðja longur, Hon samstundis greiddi at uppskotið um at fíggja tunnilin við bummpengum úr Norðoyatunnlinum, var einans eitt uppskot, og um landstýri hevði eitt betri uppskot, sum kundi skunda undir tunnilsgerðina, so var bara at koma við tí.

-  Eg havi frætt at eitt mál liggur í samferðslumálaráðnum, um at leggja ein SEV háspennings kaðal í sjálva vegbreytina í gomlu tunlunum Norður um fjall, Sum skilst torur eingin at taka støðu til hetta málið í løtuni, tí tað fór at krevja at tunlarnir, sum eru einasta farleiðin norður um fjall, fóru at verða stongdir frá kl. 22 á kvøldi til 8 á morgni hvønn dag og tað kunnu fólk í bygdunum norðanfyri als ikki liva við.

- Mær dámar ikki orðið útjaðari. Eg sigið fyri meg at eg meti meg ikki búgva í einum útjaðara. Eg búgvi í Føroyum. Eg eri eins góður borgari í hesum landi, sum tá eg búði tveir minuttir frá Vaglinum. Og eg krevji eisini mín rætt samsvarandi.

- Minnist til at ein rættiliga fittur partur av útflutningsvirði Føroya hevur sín uppruna júst í økinum norðan fyri fjall.

- So mínar dámur og harrar - her krevst aktion!!!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB