Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trýst elvir til privatisering

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2018 - 23:23 Leiðarin Tíðindi Vinna

Hvat hendir, tá øll vilja hava bíligar flogferðaseðlar, lægri elprísir, bíligari telefoni og so framvegis? So leggur tað trýst á veitararnar, og skapar nýggjar veitarar, ið kunnu levera eina bíligari tænastu. Tá vit hava almenn partafeløg, ið hava veitingarskyldu, merkir tað, at privatu fyritøkurnar uttan veitingarskyldu, alt annað líka kunnu veita tænastuna tað bíligari.

Almennu partafeløgini noyðast eisini at dúva uppá privat fyritakssemi. Til dømis hevur semi-almenni Bank Nordik (landið eigur 33%) eitt dóttirfelag, ið selur tryggingar. Uttan iva fyri at kunna kappast á meira jøvnum føti við Betri-samtakið. Atlantic Airways ætlar nú eisini at kappast á privata marknaðinum við hotellvirksemi. Almenna Strandferðslan hevur leingi útliciterað bæði Mykinesleiðina og bussleiðir til privatar aktørar. Og so framvegis.

Hervið síggja vit, at markið millum alment og privat verður útviskað nakað, uppá gott og ilt. Til ber at spyrja um tað er rætt fyri almennar fyritøkur við landskassakrónum í rygginum at kappast við privatar aktørar. Hetta hava vit ikki minst sæð á fjølmiðlaøkinum, har almenna Kringvarp Føroya kappast við Norðlýsið, Miðlahúsið og aðrar miðlar um eitt nú lýsingainntøkur. Og hendan ójavna kapping var helst ein av orsøkunum til miðlastuðulin, ið so er eitt fet hin vegin og tengir tey privatu at landskassanum. Føroya Tele hevur harumframt flutt seg yvir á content-marknaðin við teirra nýggja satsi, appuni Sona, sum heilt víst fer at taka lýsingarpengar frá miðlunum. Og Posta við teirra Bera app, har lýsingarbløð eru savnaði á sama platformi. 

Hetta er bæði gott og ringt samstundis. Tí sjálvandi má tað almenna syrgja fyri, at fólk í Fugloy, Mykinesi og Skúgvi hava telefonsamband, postsamband og ferðasamband. Sjálvsagt. Tað høvdu tey neyvan havt, um hesi skuldu verið rikin reint kommersielt, og har fer neyvan nakrantíð at koma forrætning og harvið kapping í at veita hesar tænasturnar til útoyggjar.

Elveitingarøkið sær út til at liva í spennandi tíðum, har grøn orka kemur at spæla ein alsamt størri leiklut, og eftir øllum at døma kemur hetta at vera eitt samspæl millum privatar veitarar og interkommunala SEV. Á heilsuøkinum síggja vit eina røð av privatum praksissum, har læknar og onnur bjóða heilsutænastur aftaná arbeiðstíð á einum av sjúkrahúsunum, innanfyri alt frá koppseting yvir plastikkirurgi og møguliga einaferð í framtíðini føðistovu(r). Og á skúlaøkinum hava vit eftirhondini fleiri frískúlar. Gongdin er, at tað privata tekur við, har tað almenna við síni veitingarskyldum ikki strekkir til.

Innan tvey øki síggja vit enntá tað almenna kappast við annað alment. Ferðasambandið til og úr Føroyum verður røkt av einum almennum flogfelagi, einum semi-almennum reiðaríi og so einum øðrum flogfelag, sum statirnir Noreg, Svøríki og Danmark eiga í felag við privatar íleggjarar í lutfallinum 50/50. Hitt økið er infrakervið, har almenna Landsverk ikki megnar sína veitingarskyldu, og tunnilsfeløg tí hava stungið seg upp. Tosað verður enntá um at lata hesi fíggja onnur vegastrekkir, herundir tunnil Vágum, norður um Fjall og innkomuveg til Havnar.

Hetta eru avbjóðingar, sum okkara blandingsbúskapur og vælferðarsamfelag stendur fyri, og sum ikki fara at gerast minni við árunum. Og tað krevur, at føroyski vinnumálaráðharrin heldur tunguna mitt í munninum í balansugongdini millum almenn og privat áhugamál, tí mørkini millum hesi bæði gerast kámari enn nakrantíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…