Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mourentius S. Rensistein, farin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.04.2018 - 14:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í løtuni stendur býarmyndin seinastu nógvu árini, Ressi, undir børu. Síðani hann legðist uppi, passaði hann konuna, sum var sjúk á ellisárum. Hesa tíðina og at kalla til dagin í dag, hevur Ressi luttikið í samfelagnum við at hava verið fastur fúsur á beinkinum við springvatnið í Víkunum.

Har var hann altíð hugfarsligur at skifta orð við. Nú hann andaðist var hann 91 ára gamalur og hevur verið væl fyri líka til tað seinasta.

Hann var sjómaður burturav og í 2013 upp undir Norðoyastevnuna tá, hevði eg eitt prát við Ressa, ið vit her á Norðlýsinum halda, tolir væl at vera tikið upp aftur her, sum ein heilsan til vinmannin Ressa nú hann skal á sína seinastu ferð her á fold leygardagin:

Eg klemmaði Talu, og fast varð

Tað sigur Ressi, Mourentius S. Rensustein,  ímeðan vit báðir sita á bonkinum í Víkunum og práta, bara um leyst og fast, nú upp undir Norðoyastevnu.

Tað man vera fáur norðoyingur, ið ikki kemist við Mourentius ella Ressa, sum vit vanliga kalla hann.

Skriva bara Ressi, sigur hann ímeðan vit báðir sita á bonkinum og práta, tað er so nógv snøggari og lættari at siga, flennir Ressi. Hann er nummar trý av 7 systkjum, føddur í 1926, ættaður av Hattarvík, har hann eisini vaks upp.

Og eitt afturat, skoytir Ressi uppí. Eg fekk mær eftirnavnið Rensistein, tí tað vóru so nógvir Gullaksen. Tað var ein genta av Viðareiði, eg haldi hon av  Millanum, hon gleið á einum steini har við einhvørjari byrðu, og steinurin bleiv kallaður Rensistein eftir henni, hon var kallað Rensa. Eg helt navnið vera so fitt, so eg fekk mær tað til eftirnavn, hetta er langt fyri mína tíð, at hendingin fór fram. Sagt varð á Viðareiði, at beiggi hennara flutti til Trøllanesar, tí hann fekk ikki frið fyri huldufólki.

Heldur tú, at huldufólk hava verið til, spyr Ressi meg. Ja, so avgjørt, sigið eg. Heldur tú tað, sigur hann, eg haldi at tað var einki skil á teim gomlu, teir drukku so illa, at teir sóu bæði líkt og ólíkt, flennir Ressi.

Norðoyastevnan

Vit hildu nógv um Norðoyastevnuna, tá vit vóru ungir. Eg haldi at vit viðhvørt fóru allir beiggjarnir á Norðoyastevnu við hvørt. Eg minnist at eg plagdi at búgva hjá Fridu Malenu og Leivuri Zachariassen, á Norðoyastevnu.

Tað var ikki altíð so lætt at koma úr Hattarvík og higar. Við hvørt fóru vit við Immanuel, sum sigldi tá, eisini kom tað fyri, at vit sigldu við egnum báti. Tað mundi taka ein tíma har á leið, tá væl var sjóva, inn í Sund. Hagani gingu vit onkutíð uppum fjall til Klaksvíkar, tað tók umleið 2 ½  tíma. Vit plagdu tá at vera í ferðalag við Andras, beiggja Bella Jóhann, tí hann var so kendur við leiðina.

Vit hugnaðu okkum orduliga á Norðoyastevnu. Fyri tað mesta var eg uppi í føroyskum dansi. Eg dugdi ikki væl at dansa enskan dans. Eisini vóru tíðirnar øðrvísi tá. Tað var ikki bara sum at siga tað, at nerta við eitt konufólk, nei, tað var tað ikki, so hóast eg hevði lært eitt sindur at dansa vesturi í Vágunum, so dámdi mær betur føroyska dansin. Haldi at meira tign var um kvinnurnar tá. Hóast okkum dámdi væl ein lítlan á Norðoyastevnu, og kanska til onnur høvi við, so sást tú ikki full konufólk, tað kom næstan ikki fyri. Ídag sært tú smágentur ganga og dingla við øl í hondini – nei, ikki riggar tað.

Hattarvík

Sum eg segði tær, so vaks eg upp í Hattarvík, og tað var eitt paradís at búgva í. Oyggin føddi næstan seg sjálva, tað kom lítið av vøru út til Hattarvík fyrstu tíðina eg minnist, tí vit høvdu alt.

Góð fiskimið vóru allastaðni kring oynna, fugl høvdu vit í rúgvuvís um summarið, bæði lunda og lomviga og harafturat kjøt av seyði og neytum. Eplir, rabarbur, hvannir og annað. Til dagliga tørvin vóru vit mest sum sjálvforsýnandi. Ja, teir høvdu eisini akur undir krígnum.

Teir gjørdu sítt egna mjøl, eg haldi tað var úr byggkorni. Tað prøvaði eg, drýl av føroyskum mjøli, nei, tað var onki at reypa av. Eg haldi, at fólk ídag høvdu ikki tikið tað í munnin.

Undir krígnum flýddu nógv út á Fugloynna at búgva, undan bumbuhóttanum. Vit merktu onki til kriggið har úti. Har var nógv fólk í hvørjum húsi. Fólk fluttu úr Klaksvik og nógva aðrastaðni við út á Fugloynna, ja, úr Vágunum komu eisini fólk til Fugloyar at búgva í meðan kríggið leikaði.

Tað var ein góð tí har úti.

Rekstøð

Hóast víkin ikki er so góð rekstøð, so kom tó nógvur reki inn á Víkina. Hattarvíkin er so djúp og har er klettur fyri nógvastaðni, tí rak lítið og onki upp á land, so vit bjargaðu frá landi av, tað vit kundi. Eisini flotaðu vit bát. Jú, jú, sigur Ressi og smílist, tað var mangan stuttligt at flota bát eftir reka.

Einaferð minnist eg at Símun bróður hevði fingið eygað á eitt stórt blikk, sum fleyt djúpt í sjónum á Víkini. Vit flotaðu bát eftir tí, tað mundi vera um hálvan metur breitt og um ein metur høgt. Tá vit høvdu fingið tað á land, vísti tað seg at vera kaffi í blikkinum. Tað var so nógv, at vit høvdu kaffi í langa tíð.

Hattvíkingar fingu nógvan rekavið á hendan hátt. Minnist eisini, at Leon bróðir hevði funnið eitt so ógvuliga stórt træ inni á Vík (Skarðsvík). Vit fóru allir inn at fáa tað niðanfrá. Træið var so stórt, at eg haldi at flestu bátarnir í Hattarvík fingu nýggjar stokkar av tí.

Rekaviðurin bleiv brúktur til mangt og hvat. Ikki sørt, at hattvíkingar seldu burturav til Klaksvíkar, tí vit høvdu so nógv og hartil fekst næstan ikki viður til keyps í Føroyum undir krígnum.

Rágummiballurnar  vóru eisini nakað fyri seg, tær skaptu ein lítlan handverksídnað í bygdini. Eg minnist, at eg gjørdi nógvar skógvar burturúr rágummi. Vit gjørdu okkum formar at skera leistin eftir, og so bleiv rágummi smurt við bensin fyri at líma sollan og yvirleðrið saman.

Rágummiballurnar vóru stórar, tær vigaðu kanska út ímóti 100 pundum, so nógv fekst burturúr eini slíkari ballu.

Tá eg spyrjið Ressa um rekarom, sigur hann, at tað fingu teir einki av úti í Fugloy. Tað var meira í Svínoy at romammurnar komu upp á land. Eg haldi, at orsøkin var, at tunnurnar fóru í smildur ímóti klettinum úti í Fugloy.

 

Kokkur

Eg havi verið kokkur næstan alt mítt lív á sjónum. Í veruleikanum bleiv eg kokkur av tilvild. Tað bar so á, at eg skuldi við Carlton.

Tað var Edvard uppi á lagi, sum var skipari. Hann sigur við meg: Tú skalt vera kokkur hendan túrin. Eg sigið við hann, at tað kundi eg ikki, tí eg dugdi nóg illa at kóka vatn.

Men skipararnir tá í tíðini, teir høvdu stóran myndugleika. Edvard sigur tá: Tá eg sigið at tú skalt vera kokkur, so skalt tú vera kokkur.

Soleiðis bleiv tað, beiggi Edvard, Hendrikur hevði verið kokkur frammanundan. Hann sigur tá, verð tú bara kokkur, eg skal hjálpa tær. Hann hevur helst verið góður lærumeistari og kanska havi eg havt góð evni til at kokkast, tí eg havi verið kokkur alt síðani.

Giftist í 1962

Ressi var í veruleikanum ”gamal drongur” tá hann giftist við Vithalu Jacobinu Anthoniussen av Morkranesi.

Ímeðan vit báðir Ressi sita har á beinkinum við Kommunubrekkuna, fer Ressi í skellilátur knappliga og sigur – Eg skal fortelja tær, hvussu eg fekk samband við Talu.

Tað bar so á, at eg sigldi við Esther og sum vant var eg kokkur. Áðrenn vit fóru avstað, kom ein maður til mín við toskarhøvdum, sum eg skuldi hava til proviant. Vit lógu tá úti á Norðborg.

Tala arbeiddi í saltfiskinum har, og eg fór niðan á Norðborg at biða mær salt til høvdini. Ímeðan eg gangi niðan eftir brúnni kemur róp í har uppi. ”Tala nú kemur hann!”. Hetta var sjálvandi í spølni, men eg helt at eg skuldi spæla við, og tá eg var komin niðan tók eg um hana, gav henni eitt orduligt klemm og ein muss – og fast var. Vit hildu saman eini tvey ár áðrenn vit giftust.

Tala var ikki hvør sum helst, sigur Ressi nú hugsunarsamur, hon var ein vitug kvinna, og hon hevði ómetaligan týdning fyri lívið hjá mær og var mær ein dyggur stuðul gjøgnum tjúkt og tunnt.

Tala var 10 ár eldri enn eg men tað merkti eg onki til, vit vóru sum javngomul, sigur Ressi at enda í hesum hissinipráti okkara millum.

 Oliver

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB