Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú koma menningarkvoturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.04.2018 - 07:52 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Kunngerðin um menningarkvotur kom nú 10. apríl til hoyringar. Í nýskipanini er staðfest, at 8,5% av samlaðu kvotuni kann brúkast til tað, og at “Kvota, sambært stk. 1, kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.”

Undir viðgerðini av fiskivinnunýskipanini blivu Vágar, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy nevnd sum tílík øki, ivaleyst eftir politiskum trýsti frá lokalpolitikarum úr teimum økjunum. Tó er skrivað í lógina, at Eysturoy og Norðoyggjar eisini hava møguleika fyri at fáa tílíka kvotu. Tilsamans kann søkjast um 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.173 tons av norðhavssild.

 

Politisk tilnevning

Í uppskotinum, sum er til hoyringar, stendur, at tað verður ein metingarnevnd við serkunnleika, ið kemur at gera tilmæli um at út menningarkvotur, og at tað verður landsstýrismaðurin, ið setir ta nevndina. Somuleiðis stendur í uppskotinum til kunngerð, at endaliga avgerðin liggur hjá Fiskimálaráðnum, ið sostatt ikki er bundið til at fylgja tilmælunum frá metingarnevndini.

Sum treyt fyri at kunna verða tilnevndur, skulu teir tríggir limirnir hava royndir, serkunnleika í innlit í:

  1. Økismenning, samfelagsliga og strategiska týdningin av vinnuligari menning í økjum í landinum.
  2. Fiskivinnubúskap, nýskapan og virðisøking innan veiði, hagreiðing, virking, sølu, marknaðarføring o.a.
  3. Fígging, vinnubúskap, rakstrarætlanir o.a.

Nógv rumbul var um menningarkvotupartin av nýskipanini, og prosentsatsurin varð eisini broyttur fleiri ferðir. Eina løtu hoyrdist, at Framsókn ikki var fyri menningarkvotunum, men tá avtornaði, var kortini ein samdur Framsóknarflokkur fyri.

Freistin at senda inn hoyringarsvar er sett til 2 vikur, og hoyringarsvarini skulu vera inni tann 24. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…