Lýsing
Lýsing
Sólfinn Hansen

Politikaramál fyri byrjarar

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  13.04.2018 - 09:09 Bloggur Politikkur

Politikarar eru sera undirhaldandi at lurta eftir, og tað er bara ein lítil tíggjundapartur av føroyingum, sum ikki hevur eina meining um politikk. Ein orsøk til hetta er, at politikarar eru retorisk flogvit, sum hava føroyska málið í síni makt og klára at tosa sjálvt morgunsang so spennandi, at man skuldi trúð evnið var fótbóltur.

Treyðugt so, fyri fólk sum nýliga hava fingið valrætt og enn ikki meistra jargonina, kann tað stundum kennast ørkymlandi at simultanavkota oratoriska gullkornsfloymin, ikki minst tí at politikaraorð og orðingar ofta merkja tað øvuta av tí, sum tey merkja úti í almenninginum. Tí hendan stutta leiðbeiningin fyri tey, sum av misgáum halda, at politikarar bara fýra artikulerað oyragass av. Í veruleikanum er talan um vælfunderaðar frasur, sum man skjótt kemur eftir, tá man hevur lært basalu vendingarnar at kenna.

 
“Tað verður ein avbjóðing” merkir, at politikarin er fullkomiliga í villareiði. Her er onki skil á í løtuni, men av tí at man sjálvur er høvuðsorsøk til tað, kann man ikki siga tað. Tá politikarar siga seg sjálvar hava avbjóðingar, merkir tað, at teir eru á katastrofukursi.

Eldrabyrða er eitt tað mest erliga politikaraorðið, og merkir, at tá tú gerst óarbeiðsfør/ur vegna aldur, eigur tú at umhugsa at gera samfelagnum eina stóra tænastu við at seta teg á ein tundurflaka og reka til havs.

Ivasamt og ivingarsamt eru orð, sum politikarar nýta at úttrykkja vónloysi og desperatión. Tá teir nýta hesi orðini, eru teir vísir í, at slagið er tapt.

Klokkuklárar mannagongdir eru kompleksur diffusitetur, og verður fyrst og fremst brúkt um tey ideal, man sjálvur ikki eftirstrembar, men vil geva úttrykk fyri at eftirstremba, fyri síðani at síggja burtur frá, tá tað verður aktuelt at íverkseta tey. Við øðrum orðum tað, sum ein andstøða vil hava eina samgongu at liva upp til, so leingi andstøðan ikki sjálv er samgonga. 

“Í løtuni royna vit at mýkja støðuna”, verður stundum sagt við fjølmiðlar. Tað merkir vanliga “Gevið okkum frið eina løtu, meðan vit hótta dissidentarnar til at makka rætt”.  

Nýskipan er eitt nógv brúkt orð í føroyskum politikki, serliga í løtuni, og tað merkir “broyting til tað verra”. Týdningurin kann variera nakað, og veldst um, á hvørjum øki nýskipað verður. Til dømis merkir Fiskivinnunýskipan, at Landskassin vil hava meira pening úr fiskivinnuni, pensiónsnýskipan at Landskassin vil gjalda minni pening út til pensionistarnar, og heilsunýskipan at seta ein stjóra omaná stjórarnar sum eru har frammanundan.

At sýna rættstundis umhugsni er kynstrið at duga at útseta deadline og samstundis á trúverdugan hátt at duga at burturforklára, at orsøkin til longdu freistina er ein onnur enn tíðarspilla.

Samleikaskjal, sí stjórnarskipan.

Samráðingar í politikarahøpi eru kaffiprát. Tá politikarar samráðast fyri at koma nakran veg, seta teir “realititets-“ frammanfyri samráðingar.

Stjórnarskipan merkir kasserað grundlóg, sum ikki er í gildi, og sum til tíðir er undir donsku grundlógini, og til allar aðrar tíðir eisini er undir donsku grundlógini, men sum skal eitast fyri at vera bæði yvir og við síðuna av donsku grundlógini, so leingi tað ikki verður avprøvað í praksis.  

At kappingarførið skal betrast, merkir at verkafólkið skal hava minni í løn.

Tað skal loysa seg at arbeiða merkir, at tey sum ikki arbeiða eisini fáa minni at liva fyri.

Síggja tíðina ann merkir at stinga høvdið í sandin og vóna at støðan er ein onnur, tá høvdið kemur uppaftur.

So hava vit eina nýggja støðu er ein onnur orðing fyri at realitetirnir nokk skulu ganga upp fyri okkum, men inntil tá vilja vit hava frið til at ignorera teir.

Støðan er spent merkir at støðan ikki longur er spent, og at spenningarnir eru upploystir og ruðuleiki valdar. Hendan orðingin verður serliga brúkt um altjóðapolitikk – í gomlum døgum rópt “kríggj” –, men kann eisini lýsa heimligar kaotiskar tilstandir, í teimum førunum uttan vápnamegi. 

Frasan Tað kanst tú (kanska) siga er ein innilig bøn til tann, tað verður sagt við, um ikki at tosa meira um tað.

Treytaleyst nærlagni er nakað vissar um at man vil útinna, líka inntil tað krevst. 

At vit føra ein varnan fíggjarpolitikk verður sagt, tá politikararnir hava brúkt ov nógv til tey skeivu tingini og hava ringa samvitsku yvir tað. Tað sum teir vilja siga við hesum er, at gamaní hava teir brúkt ov nógvar pengar, men tú sum borgari fært altso onga gleði av tí.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…