Lýsing
Lýsing

Søgur úr eini mynd

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.04.2018 - 11:27 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í samband við at vit vitjaðu "tey eldru", sum hvønn dag savnast í "Dagtilhaldinum á Vágni", sum heldur til í kjallaranum í Heiminum við Vánna, fingu vit eina áhugaverda mynd frá Jytte, kona Hilmar politistin, sum Hilmar, sáli, sjálvur hevur tikið. Komin niðan á redaktiónina sendu vit myndina til Páll Poulsen (Páll hjá Pollaba), sum er staddur í Grønlandi, har hann í mong ár hevur virkað sum trúboði út frá samkomuni í Betesda í Klaksvík. Hann er sum kunnugt uppvaksin á Bumshamri og hevur mangan spurt eftir gomlum myndum av Bumshamri. Tað gekk ein lítil løta so fingu vit bræv úr Grønlandi við nøkrum áhugaverdum hugleiðingum.

Myndatekstur:

Havi merkt, har flakin varð smíðaður og stjørnan á bakkanum á markinum millum trøðna hjá Petur Land og Jógvan í Grótinum, er staðið, har Húsajakku kom. Við eftirkannan haldi eg, at neystini standa á eini trø uttanfyri hana hjá Jógvan í Grótinum. Minnist ein mann úr Múla ganga har og mala.

Ein bláur kompressari av merkinum Bromwade varð brúktur á Kósini at bora og spreingja frá fiskahúsinum og ísvirkinum niðan móti Zakarias á Vatnsoyrum. Har var eitt øgiliga høgt berg. Tann kompressarin varð brúktur at bora fyri at spreingja fyrstu neystagrundirnar. Hann helt ein øgiligan gang! Eg hoyri enn fýsið, tá ventilurin opnaðist og slepti yvirtrýstinum, og so pumpaði hann aftur trýst og so aftur at fýsa. Eingin blástur frá stórari grind kom nær námindis - kanska frá onkrum ovurstórum bláhvali!

---------- 

Páll Poulsen hugleiðir:

Ein stuttlig søga er knýtt at fjøruni ytst til vinstru á myndini.

Sum smádreingir savnaðu vit ofta rekavið. Fanst tú okkurt rekandi, so átti tú tað og kundi leggja tað niðan undir bakkan. Ognarrætturin bleiv virdur - fyri tað mesta. Tó mistonktu vit onkuntíð "Sivar í Kune" fyri at taka frá okkum. Helst var tað av øvundsjúku, tí vit argaðust inn á, at hann hevði so góðar umstøður leita eftir rekum, arbeiddi í grótbrotinum og kundi leita í døgurðatímanum, serliga tá hann var høgur í ættini. Vit noyddust fyrst í skúla, og sluppu ikki at leita fyrr enn seinnapartin.

Millum annað, ið vit kundu finna, vóru russaraboyur av gummi við presenningsdúki rundanum. Tær brúktu vit at sita á og hoppa sum kanguruar og eisini at sparka, men tá presenningsdúkurin rundanum boyuna sleitst, og langi gummihálsurin hekk leysur og dinglaði, var ikki altíð so stuttligt at skalla boyuna, tí hálsurin kundi sleingjast í høvdið, og tú kundi fáa ein ordiliga bakkaluara.

Funnu vit eina almuniumskúlu undan trolinum hjá onkrum buglutum, rustaðum aberdinara, so gjørdu vit kubbi, tí vit fingu 5 krónur við at avreiða tær til Havnapalla á Stongunum. Tá skip royndu við toskagørnum á norðhavinum um várarnar, kundu vit finna grønar glaskúlur, og tær fingu eina krónu fyri.

Tú kundi eisini finna eina tunnu av sild frá russarum. Tað segðist, at ein fekk 175 krónur fyri tunnuna, sum var ein formúa tá. So hepnir vóru vit ongantíð! Men mín góði vinur Hans Sivertsen, og vinur hansara Hans Danielsen, sáli, av Syðradali vóru so hepnir at finna eina. Teir mundu vera um 15 ára aldur og vóru farnir ein  stimitúr út á Pollin við maskinbátinum hjá pápa Hans, Martin Sivertsen, skipara á Sjúrðarbergi, við tveimum fittum gentum í klassanum. Minnist meg rætt var klassin nevndur "4. millum".

Sum sagt finna teir eina tunnu. Tað var ikki sum at siga tað, at fáa hana inn í bátin. Eg síggi fyri mær, at báturin stingur seg djúp, legst á liðini, og er um at taka sjógv inn, sum á myndini úr grindadrápinum, tá hvalurin fer avstað við bátinum við Amaliel í Kósabúðini og øðrum reystmennum á Stongunum. Hans á Syðradali var sterkur og Hans Sivertsen ikki minni. Hann vigaði um ta tíðina 225 pund um tað mundið, sterkur sum ein bjørn, so tað var ikki stuttlig at vera fyri. Tað var eisini um tað tíðina eftir ein dans í Atlantis, at hann rykti ein hegnpela úr einum turkilag á Vágsbø og rak á odda saman við øðrum eina heila manning av marinarum á Thetis, frá Eskild barberinum og út á kajendan, so summir mundu enda á sjónum á bunkarendanum, tí allir sluppu ikki nóg skjótt umborð eftir landganginum! (Hans hevur alt sítt vaksna lív viga undir 200 pund, og er av stillførastu og sáttligusta monnum, sum ikki ger haltari hønu mein!)

Síggi genturnar fyri mær. Eins og í søguni um Bør Børson, so skiftist tær um at vera bangnar, skríggja og siga tavadenn! Men tá tunnan stóð í skutinum, trillaðu eyguni runt av "beundran!", so bara tað hvíta sást av hesi "mandigu megi", soleiðis sum Marius Johannesen læs um.

Báturin sigldi so framtungur at Stengabrúnni, har góðar kreftir fingu hana upp, og skari av forvitnum savnaðist at síggja henda veldiga fong. Onkur rann eftir einum "tunnuhamara" og bøkjarajarni. Ovasta gjørðin reyk av og fleyg langar vegir, og menn byrjaðu at loysa næstovastu. Nú varð spennandi at síggja, um tað var saltsild ella "kryddsild".

Tá botnurin reyk úr kendist deymurin um alla vágna. Tá var tað ein tunna hjá Erlandi á Geilini, sum hevði tømt ein septiktanga og blaka hana omanav øskudunganum norðuri á Grótrætt!

 

Páll hugleiður um fjøruna og flakar:

Flakar, tunnubátar úr klovnari jarntunnu ella tvær sildatunnur negldar saman við veingjum til báðar síður sum stabiliseringsmoment og hol í hvørji tunnu, sum vit sótu í eins og grønlendskir kajak-rógvarar, tað var ein av stuttleikum okkara.

Úr rekaviði smíðaðu vit flakar. Hetta var "risky bisness", tí tey vaksnu vóru altíð so bangin um okkum, at vit skuldu forkoma okkum og drukna. Tað vóru ikki allir, ið høvdu verið úti í Grøv hjá Poul Juul í Grótinum og høvdu lært seg at svimja.

Forrestin, beint hinumegin á "Stengalandinum", norður móti Grønabóli, var eitt betonghús í fjøruni niðan móti bakkanum. Har kundu vit ofta síggja nakrar stórar dreingir svimja á sjónum. Havi seinni skilt, at tað vóru Andras hjá Stellupóli, Líggjas í Bø og aðrir, sum vit nú kalla góðir menn!!

Vit skuldu koma heim til nátturða og vóru, - sum grønlendingar - ikki so klokkubevístir. Tá hendi tað ofta. at foreldur komu at leita eftir børnum at fáa tey heim at eta nátturða ella seinni at fara í song.

 ---

Tað var stór fjøra, so Óli systkinabarnið og eg tókust við at smíða flaka. Høvdu so nógv og gott tilfar. Naglar hentaðu vit ofta rundanum hús, sum stóðu í ger, ella hvar vit nú funnu teir. Vóru teir boygdir, so var tað eingin trupulleiki, tí vit "boygdu teir upp", sum vit tá tóku til.

Vit smíðaðu so hugaliga. Vit vistu, at nú var vorðið so seint, at vit kundu rokna við, at onkur kundi koma at leita. Annar okkara rann so av og á upp á bakkan, fyri at "kikka", um nakar kom. So var avtala, at vit skuldu binda flakan og renna ímóti, so eingin sá nakað!

Nú eina ferð kemur Húsa Jakki, pápi Óla, og er komin so nær, at um hann ikki skuldi síggja flakan, so máttu vit kleyva avstað beinanvegin, og so mátti flaki vera flaki - fyri kvøldið og náttina.

Dagin eftir fóru vit oman aftur. Vit vóru stórliga vónbrotnir. Eingin flaki! Ikki eitt sprek at síggja! Vit ivaðust ikki í, at flóðin hevði tikið hann. Ja, flóðin var komin, og so var hann fyrst rikin út á Pollin - og endaður á Norðhavinum antin ígjøgnum Fjørðin ella gjøgnum Trongan!

 ---

Tað var ikki fyrr enn eg var vaksin, at mamma fortaldi mær, at tá Óli kemur heim og hevði etið sín nátturða og fór í song, so bað hann sína vanligu kvøldbøn fyri øllum hansara kæru - so sum hann var lærdur. Men hetta kvøldið skoytti hann uppí: "Góði Gud! Ver hjá flakanum, tí hann er ikki er bundin!"

Hetta hoyrdi mamman, sum fortaldi tað fyri pápanum. So meðan vit lógu so fittir og svóvu okkara søta blund í góðari trúgv, hevði Húsajakki verið niðri í fjøruni og smildra flakan sundur og blaka alt á bláman!

Hetta man vera ein av teimum fáu ferðunum - um ikki tann einasta - har tað ikki loysti seg at biðja til Gud!

 

Um myndina sjálva  (myndin omanfyri)

er annars at siga, at útgrivnu neystagrundirnar eru í trøðni hjá Jógvan í Grótinum, og at uttastu húsini eru tey hjá Sámal í Grótinum og standa tey omanfyri vegin, sunnast í trøðni hjá pápa hansara.

Síðan koma húsini hjá Judmund Øregaard og Hilmar Thomsen, sum standa í trøðni hjá Petur land. Seinast kemur fjósið hjá abba á Dunga og allar sunnast trøðin hjá Jóhan á Dunga, sum var deyður, áðrenn eg minnist, og Frodur í Búðinum, giftur við dóttir Jóhan, lítlu Karlu, hevði hana.

Havi hoyrt sagt, at langomma mín Elsa Klein, av Strondum, ið var gift við langabba, sum eisini kallaðist Poul, arbeiddi hjá faktorinum. Langabbi og hon fingu tríggjar synir og eina dóttur. Hon skuldi keypa 3 traðir til synirnar fyri 50 krónur, men Jógvan doyði, tá hann var úti og sigldi, so ta trøðna fekk dóttirin, sum eisini nevndist Karla, sum giftist við Peturi á Landavegnum úr Havn, men her norðuri er kendur sum Petur Land. Langabbi flutti av Dunganum í Uppsølum og tók staðarnavnið við sær. Tey húsini eigur vist Føroya Bjór ídag.

Traðirnar hjá Jógvan í Grótinum og Petur Land vóru bara lutvíst dyrkaðar undir vegnum. Tann hjá Frodor og abba vóru dyrkaðar undir vegnum og ein teigur omanfyri vegin, tann hjá abba eitt sindur størri, sum eisini hevði fjós og kúgv.

Mamma plagdi at mjólka kúnni, og eg var góður við kúnna. Hon skuldi so drepast, tá eg júst var byrjaður at ganga í skúla. Ætlanin var, at flettingin skuldi vera liðug og alt burturbeint, áðrenn eg kom heim.

Men eg fekk frí seinasta tíman! Tá eg komi út eftir vegnum, síggi eg okkurt omanfyri fjósið. Eg renni so niðan, og síggi abba og Sivar í Kuni fletta kúnna. Eg snaraði sum ein rakett og rann oman í fjøruna, skakaður og grátandi og fór gangandi heimeftir gjøgnum fjøruna. Tá eg kom heim um sunnara hornið á trøðni hjá Frodur - har var ein stór útgrivin neystagrund hjá Olivur í Gøtu, sum var partvíst sprongd. Har hevði Sivar bátin hjá sær "Waagen" standandi. Minnist enn tann dag í dag, at har stóð eg og lovaði ilt yvir abba, at eg skuldi drepa hann, tí hann hevði dripið kúnna! 

Tað var ikki pent av mær!!!!! 

Eg skal fyri ein góðan ordan skyld nevna, at eg havi ongar bøkur ella aðrar upplýsingar tøkur við hondina. Alt er frá minninum. Eg kann hava gloymt ella miskilt okkurt.

 Sigi, sum Jens Eli í Miðvági syngur: "Nú er alt bara minnir!" Og kanska um ikki so langa tíð ikki so frægt sum tað!!!

 

Myndatekstur til viðheftu myndirnar niðanfyri, sum Páll Poulsen hevur sent Norðlýsinum.

Hesa myndina av Bumshamri, tikin av Kósini, fekk eg frá Amariel Norðoy, sum hevði fingið hana úr búnum eftir Meinar í Mikladali - Meinar hevur helst tikið hana sjálvur. Eisini hana av ferjuni hjá Jógvan í Ánununum. 

Hana keypti Óla Jákup sum ein "luksusjollu" av Tvøroyri. Hon kom norður við Tjaldrinum og bleiv umbygd í fjøruni undir húsunum hja Vilhelm ´Syðradali, nakað heimavert miðjuni millum neystini hjá Símun hjá Póli og Símun Dávid á Húsum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…