Lýsing

Upptakt: Skála-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.04.2018 - 07:29 Ítrottur Tíðindi

KÍ skal aftur vitja ein vøll, har tað mangan hevur verið trupult at vunnið dystirnar seinastu árini.

KÍ hevur nærum bara leikt á útivølli higartil í ár, men tað hevur ikki ávirkað úrtøkuna, tí KÍ hevur fingið fult stigatal. Felags fyri allar fýra útidystirnar er, at KÍ í fjør misti stig í fjør, men fekk fult í fyrru royndini í ár. Á Skála sá leingi út til, at KÍ skuldi tapa í fjør, men tvey mál móti endanum frá Ísak Simonsen vendi øllum og KÍ vann 2-1.

 

 

Hjá Skála eru fleiri leikarar, sum fyrr hava leikt við KÍ, og tað gevur dystinum kanska nakað eyka. Ahmed Mujdragic, Niels Pauli Danielsen, Heðin Klakstein, Leivur Joensen (ungdómsfótbólt) og venjarin Eyðun Klakstein hava allir spælt við KÍ. Ahmed Mujdragic hevur sitið uttanfyri við skaða í nakrar dystir, men hevur seinastu dystirnar byrjað á bonkinum, og er tí kanska nær við at blíva klárur aftur. Skála hevur eisini onkrar langtíðarskaðar sum m.a. Jákup Johansen. Hjá KÍ eru Kristoffur Jakobsen, Hákun Edmundsson og Ísak Simonsen framvegis skaddir. Hinvegin var Jákup B. Andreasen tøkur aftur seinast og í 1.deild leygardagin var Ólavur Niclassen aftur á vøllinum. Hvørki Hjalgrím Elttør ella Steinbjørn Olsen vóru við 1.deild hjá KÍ leygardagin, sum teir ofta hava verið, so kanska er tað tekin um, at teir eru uppá tal til uppstillingina hesaferð.

 

 

Dysturin á Skála byrjar sunnudagin kl. 15.00 og dómari verður Rúni Gaardbo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Petersen nýggjur lands­liðsvenjari
Núpur roktúr norð­anfyri
Ársins leiðarar 2019 | Topp 3 kandidatar…
Magni við Løkke: Vit skulu hava uttanrík…
Mehdi longt sáttmálan
Føðingardagskvøða til formannin, Jørgen…
Breyta­skipanin endur­skoð­ast?
Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdin…
Blaðstjórar skifta
Fyrrver­andi løgmaður finst at atgerðarlo…
Til minnis um bróðir mín, Hera Kragestee…
Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamá…
Formula varpar ljós á persónsdátuvernd o…
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…