Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Danmark sigur fólkarættin vera óviðkomandi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.04.2018 - 15:54 Politikkur Tíðindaskriv

Danski staturin metir seg ikki hava givið føroyingum nakað annað lyfti enn nakrar leysar útsagnir frá komandi og farandi forsætisráðharrum. Og skuldu Føroyar gjørt av at skipað seg sum fullveldi, skal fólkatingið viðgera og góðkenna ynskið úr Føroyum. Hetta sæst í svarinum hjá Anders Samuelsen, uttanríkisráðharra, um føroyskan sjálvsavgerðarrætt

Anders Samuelsen staðfestir í svarinum, at Danmark hevur ongantíð staðfest eksterna sjálvsavgerðarrættin hjá ST samsvarandi fólkarættinum, og danska stjórnin hevur heldur ikki nakrar ætlanir um at gera tað, tí hon metir fólkarættin vera óviðkomandi fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Hetta skrivar uttanríkisráðharrin beinleiðis.

Sitandi stjórn vil eins og undanfarnar stjórnir geva føroyingum moralskt lyfti um, at hon fer at virða eitt ynski um føroyskt fullveldi, skuldu føroyingar ynskt tað. Anders Samuelsen sigur kortini onki um treytirnar, men staðfestir, at fólkatingið skal góðkenna tílíkt ynski.

"Færøsk selvstændighed vil i givet fald skulle gennemføres efter grundlovens §19," skrivar hann.

Hvussu danskir myndugleikar fara at tulka grein 19, skuldi støðan við føroyskum fullveldi íkomið, finst ongin vissa fyri, tí Danmark hevur ikki viðurkent føroyska rættin at skipa Føroyar sum fullveldi hjá altjóða samfelagnum.

Fráboðanin hjá danska statinum til sendistovur í sambandi við yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina í 2005 var ikki nøkur viðurkenning av eksterna sjálvsavgerðarrættinum. Tvørturímóti var hon ein statsrættarlig staðfesting.

"Circularnoten angår den forfatningsretlige ordning, hvorved færøske myndigheder under visse nærmere omstændigheder har adgang til at binde Kongeriget Danmark folkeretligt," skrivar Anders Samuelsen í svarinum.

At Danmark hóast hesa fráboðan tilskilar sær rætt til at leggja seg út í føroysk viðurskifti á altjóða pallinum, kom til sjóndar, tá Føroyar gjørdu avtalu við Ísland og Grønland um tættari samvinnu. Tá legði júst Anders Samuelsen seg ímillum og vildi hava avtaluna ógildaða.

Tann avgerðin og alt svarið hjá Anders Samuelsen um sjálvsavgerðarrættin vísa greitt, at Danmark leggur nógv fyri at tulka Føroyar í einum statsrættarligum høpi og ikki einum fólkarættarligum høpi. Hann skrivar beinleiðis:

 

"Det bemærkes, at danske myndigheder ikke vil stille sig i vejen, såfremt et flertal af den færøske befolkning ønsker selvstændighed. I denne sammenhæng - og som tidligere tilkendegivet i besvarelse af folketingsspørgsmål - er spørgsmål om selvbestemmelsesretten efter folkeretten ikke relevant."

 

Magni Arge, fólkatingsmaður og formaður í Føroyanevndini, staðfestir:

- Við svarinum frá Anders Samuelsen er staðfest, at Danmark framvegis situr við buktini og báðum endum í viðurskiftunum mótvegis Føroyum, eisini í eini møguligari fullveldissamráðing. Summir føroyskir politikarar hava áhaldandi sagt, at Danmark hevur viðurkent sjálvsavgerðarrættin hjá ST, men svarið hjá uttanríkiráðnum vísir, at hetta er skeivt. Vit eru í somu ójøvnu støðu, sum tá samráðingar fóru fram  í 2000.

 

 

Les spurning og svar her: http://www.ft.dk/samling/20171/almdel/fæu/spm/7/svar/1480581/1879731.pdf

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gutti Winther + Pipar & Salt í Klaksvík…
Løgtingsfor­maðu­rin: - Eg taki broytingar…
Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2017
Beinta sett í verkætlanarstarv
Stórmál­ini sleppa ikki ígjøgnum
Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum
Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund
Tunlar norður um Fjall falla allarhelst
Posta skal privatiserast
Ímillum sannleika og bedrag
Hallur: - Vit síggjast í Føroya­húsi­num t…
Pison landar fríggjamorgun
Olaf koppaði oddamanninum
Pensjónsný­skipanin tekur keypiorku frá p…
Steffan og Thorvald í uppskoti til ársin…
Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefon…
Endabrak í Húsinum týskvøldið
Edward Fuglø: - Rívið ikki Ídni niður
Allir pensjónistar skulu rinda tað sama…