Lýsing
Lýsing

0-0 og fáir møguleikar á Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  15.04.2018 - 18:21 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Dystarfrásøgn) KÍ var leikliga klárt betra liðið á Skála, men tað knípti við at skapa stórar mál møguleikar og útfrá mál møguleikum var tað kanska ikki heilt av leið, at tað endaði 0-0.

 

 

KÍ byrjaði við sama liði sum seinast, meðan Ahmed Mujdragic var klárur at byrja inni hjá Skála. Líkindini vóru góð og sera stór áskoðarafjøld var komin saman til dagsins dyst. 

 

Mikkjal burturvístur

Stóra yvirskriftin í fyrra hálvleiki var, at KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen um miðjan fyrra hálvleik bleiv burturvístur fyri okkurt, sum hann hevur sagt á tekniska økinum. Seinasta korterið í fyrra hálvleiki lá KÍ fleiri ferðir framvið, men uttan at Skála málverjin Karsten Hansen nakrantíð skuldi hava nakra stjórbjarging. Tvær ferðir róptu teir bláu eftir brotssparki, men tað fingu teir ikki.

 

 

Stongin forðaði KÍ

Í seinna hálvleiki legði KÍ til tíðir stórt trýst á Skála, men verjuparturin hjá Skála stóð væl ímóti, og KÍ hevði sera trupult við at umseta yvirvágina til stórar mál møguleikar, tí Skála liðið var væl skipað og stríddist eins og KÍ liðið sera væl. Skála gjørdi nøkur persónlig mistøk móti HB seinast og spældi helst av tí sama ikki við eins stórum váða í dag, tí var nakað ivamál, so blivu bóltarnir sparkaðir langt. Móti endanum fekk KÍ stóran mál møguleika, tá Páll A. Klettskarð skeyt á stongina eftir eitt heldur tilvildarligt álop. Skala hevði ongan stóran mál møguleika í dystinum.

 

 

Skála steðgaði KÍ

Skála gjørdist sostatt fyrsta liðið, sum steðgaði KÍ í ár og tað merktist á heimaáskoðarunum og heimaliðnum, at hetta var eitt gott stig at fáa. At KÍ fór at fáa tað trupult á Skála var ikki so óvæntað, tí hetta er eitt pláss, har KÍ altíð hevur tað sera trupult. Í 2014 tapti KÍ á Skála og bæði í 2016 og 2017 avgjørdi KÍ dystirnar á Skála í yvirtíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin