Lýsing

Hvat bagir í Kringvarpinum?

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  15.04.2018 - 22:24 Politikkur Tíðindaskriv

Eg havi av og á samband við kringvarpið og tey, ið har starvast. Sum heild bæði fitt, fyrikomandi, blíð og arbeiðssom.

Men so bráddliga kenst ikki aftur! Tykist sum nøkur teirra taka stykkið úr, fara í sjálvsving, gloyma alt um objektivitet og halda seg eiga bæði kringvarpið, lurtaran, sannleikan og veruleikan.

 

Sjálvterapisendingarnar.

Eg latið sjálvterapisendingarnar hjá Heina liggja, fyribils, tær skaða jú ongan annan enn hann sjálvan. Men at kringvarpsfólk skulu gerast firtin og í øðini inn á tær kanningar, sum gjørdar eru í sambandi við sendingarnar, tað krevur bæði eina og fleiri frágreiðingar, fyrrenn ikki frá stjóranum.

Ein stórur partur av føroyingum trúgva, at Gud hevur skapt heimin, tað vísa hesar kanningar m.a. Fantastiskt og sjálvsagt í einum sokallaðum kristnum landi, øll burdu havt orsøk at gleðst um tað! 

Men tíverri tykist gleðin hjá summum kringvapsfólkum vend í vreiði vegna hendan gleðiliga veruleika.

Hvør í verðini man orsøkin vera til tað?

 

Í øði út á skúlarnar.

Í øði fara tey, saman við sjálvprofilerandi " vertinum", at royna at finna orsøkir til, hví tað er so galið, hví tað er so illa statt við føroyska skúlunum og hví føroyingar eru so frekir at trúgva uppá Gud, Skapara Himins og jarðar.

Eitt eru prátini við menn, sum hava valt ikki at trúgva Gudi, men hví, í hesi øði, fara út á skúlarnar at stilla lærarar til svars fyri, hví hesir ikki hava megnað, áðrenn skúlalok, at hava rikið trúnni úr næmingunum?

 

Hví ikki fegnast?

Hví ikki kannað og fegnast yvir frálæruna, sum hevur megnað at varðveitt trúgv næminganna?

Hví ikki vitjað samkomur, kirkjur, prestar, samkomuleiðarar, sunnudagsskúlalærarar, foreldur v.m. og fregnast um, hvussu til hevur borið at vart, ment og styrkt føroyska ungdómin, so gudloysisstreymurin, sum treingir á, ikki hevur fingið sama gróðrarbotn teirra millum sum tíverri so mangar aðrastaðir?

Og hví blint verja  uppáhaldið um, at menningarlæran og vísind hava nakað við hvønn annan at gera og at halda, at trúgvin uppá Skaparan útilokar vísind?

Veruleikin er jú tvørturímóti!

 

Vísindin vísir og prógvar stórleika Guds!

Aftur og aftur vísir vísindin okkum, hvussu ómetaliga stórur Gud og Skapari okkara og skapanarverk Hansara er, ella, sum ”Tóra” so væl skrivar í viðmerking á portal.fo: ”Onki er meir ótrúligt enn hvussu cellubiologi og genetik rigga.... og tá man lærur hesi fak, er tað ringt ikki at trúgva uppá Guð”

Hinvegin vita vit væl, at trúgvin á tilvildarligu menningarlæruna hongur í einum tunnum tráði, nei orsakað, tráðurin er í fleiri støðum slitnaður, tí menningarlæran er als ikki knýtt at vísind ella tíansheldur vísindaliga grundað!

Og tann veruleikin hevði verið upplagdur hjá onkrum av dugnaligu kringvarps- fólkunum at greitt føroyinginum frá, honum sum trúfast verður tvangskravdur lurtara-og hyggjaragjald.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjótin - Múlahagi
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski
Gepetto Catering v/­ Árna Müller
Puigdemont er farin avstað aftur og hvat…
Hæddarpunkt: KÍ 3 - 1 TB/­FCS/­Royn
H71 hevði  munin
Nú skal KÍ spæla í Runavík um silvurið
Páll A. Klettskarð skal spæla fótbólt í…
Umhvørvisavbjóðingar­nar skulu takast í s…
Sangfagnaður í Nesvík
Upptakt: KÍ-TB/­FCS/­Royn
KÍ viðhalds­fólk­ini siga farvæl við fleir…
Heyst­fagnaðu­rin væl fagnaður á Eiði í da…