Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Michelsen og Høgni Hoydal umsita føroysku høvðusvinnurnar ymiskt

Risastórur munur á umsitingini av høvuðsvinnunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.04.2018 - 15:44 Leiðarin Politikkur Vinna

Fiskur er høvuðsvinna føroyinga. Men tá tað kemur til umsitingina av føroyska fiskinum, so eru so himmalvíðir og grundleggjandi munir á fiski- og alivinnuni, at lógarsmíðið eins væl kundi verið gjørt í tveimum ymiskum londum.

Fiskivinnunýskipanin leggur upp til, at ognarluturin hjá útlendingum í føroysku fiskivinnuni skal verða settur til null. Men hetta fer bert at gera seg galdandi fyri tann partin av fólksins ogn, sum hoyrir undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Teimum fyritøkunum, sum sortera undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, kunnu útlendingar framvegis eiga í – ella eiga 100%, um teir vilja tað.

Útflutningstølini hjá Hagstovuni skift á vørubólkar siga, at samlaði útflutningurin av fiski teknaði seg fyri kr. 8.022.051.900 ella góðar 8 milliardir í 2016. Av hesum stendur laksurin fyri 3.661.704.400 ella 45,6%. Pelagisku fiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur útflyta fyri 1.573.518.400 krónur ella 19,6%. Hagstovan hevur í yvirlitinum yvir vørubólkar ikki tøl fyri lodnu, og er hon tí ikki tikin við her.

Sostatt standa alivinnan og pelagiska vinnan fyri yvir 65% ella næstan tveimum triðingum av útflutningsvirðinum hjá føroysku fiskivinnuni. Verður lodnan tikin við, koma vit ivaleyst upp um tveir triðingar.

 

Hví kunnu útlendingar ikki eiga í JFK ella Framherja, tá teir kunnu eiga í Bakkafrosti ella Marine Harvest?

Hetta er ein spurningur, sum er ofta settur, men ongantíð svaraður. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum sær tann positiva týdningin av at hava útlendskan ognarskap í alivinnuni. Men fiskimálaráðharrin vil helst hava útlendskan ognarskap burtur úr fiskivinnuni, sum hann umsitur.

Í talvuni sæst, at fiskivinnan skal hava eina uppboðssølu inn. Onki samsvarandi er í alivinnuni. Í alivinnuni eru ongar treytir fyri landing, sølu ella virking; tað eru tað í fiskivinnuni. Gjørligt er fyri útlendingar at eiga “føroyskar” alifyritøkur fult og heilt, meðan ætlanin er at forbjóða útlendskum ognarskapi í fiskivinnini sum heild. Tilfeingisgjaldið í fiskivinnuni er nærum 4 ferðir hægri enn tøkugjaldið í alivinnuni. Og so framvegis.

 

Fiskivinna

 

Alivinna

 

8 ára loyvi við í minsta lagi 15% á uppboðssølu + økiskvotur 12 ára rullandi loyvi uttan uppboðssølu
20% antitrust 50% antitrust
Treytir fyri landing, virking, sølu osv.  100% útlendskur ognarskapur møguligur (max% pr. útlending)
Tilfeingisgjald fyri makrel uml. 15% (1kr/kg) 4,5% tøkugjald
1.019 mió. kr í lønum (umframt fiskavirkir 357 mió. kr. ) í 2016 334 mió. kr. í  2016
1.500 fólk (umframt fiskavirkir 1.300 fólk) í 2016 1.000 fólk í 2016
Útlendingar eiga umleið 300-400 mió. kr. í føroysku fiskivinnuni Umleið 75% á útlendskkum hondum (virði á uml. 13-14 mia. kr. 
Forboð fyri útlendskum ognarskapi 100% útlendskur ognarskapur møguligur (max 20% pr. útlending


 
Samanumtikið mugu hesir risastóru og grundleggjandi munirnir á størstu føroysku vinnunum sigast at vera heilt margháttligir.

Á landsfundunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi varð sagt, at virðini her á landi skuldu býtast javnari. Men til ber ikki at siga, at fortreytirnar hjá vinnuni til at skapa hesi somu virði, eru javnbjóðis.

Fyrrapartin varð Alilóggávan einmælt samtykt til 2. viðgerð á Føroya løgtingi, tvs at øll politiska skipanin stendur saman um hesa vinnu. Tað eru undrunarvert at hesar báðar høvuðsvinnur verða handfarnar á so ymiskan hátt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…