Lýsing

FM hálvmaraton í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.04.2018 - 10:32 Ítrottur Tíðindi

Aftur í 2018 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2018. Kappingin verður hildin leygardagin 5. mai kl. 14.00.

Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km. 

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda. 

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt "Lítla Eið", sum er góðar 400m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein. 

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2001 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Lesið meira um NS hálvmaraton her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur roktúr norð­anfyri
Ársins leiðarar 2019 | Topp 3 kandidatar…
Magni við Løkke: Vit skulu hava uttanrík…
Mehdi longt sáttmálan
Føðingardagskvøða til formannin, Jørgen…
Breyta­skipanin endur­skoð­ast?
Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdin…
Blaðstjórar skifta
Fyrrver­andi løgmaður finst at atgerðarlo…
Til minnis um bróðir mín, Hera Kragestee…
Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamá…
Formula varpar ljós á persónsdátuvernd o…
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…
Javnaðarkvinnur á bindiklubbarundferð