Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndir sum broyta hugmynd av fólki við Parkinson

SKRIVAÐ: Parkinsonfelagið  |  17.04.2018 - 09:30 Kykmynd Mentan Tíðindaskriv

Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina fotoframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring um í Norra og USA. Sjálvur sigur norski myndamaðurin, at hann hevur sett sær fyri, at geva fólki eina nýggja hugmynd av Parkinson.

Anders M. Leines – sum arbeiðir sum video-journalist, hevur kasta seg út í myndlistina, fyri at lýsa yngri og ung fólk, sum hava fingið staðfest sjúkuna Parkinson.  Myndirnar eru hjartanemandi og samstundis fullar av lívsgóðsku.

- Tað eru níggju ár síðan at eg fekk staðfest Parkinson og tað byrjaði við at eg merkti at orkan so líðandi bleiv tikin frá mær. Mínir arbeiðsfelagar løgdu merki til, at eg varð ikki tann sami persónurin og at enda bóðu tey ein lækna, sum starvaðist á arbeiðsplássinum, um at kanna meg - tí eg var ikki longur tann sami. Kona mín hevði eisini lagt merki til hvussu høgri armur var hildin uppat at sveiggja tá eg gekk.

- Eg má viðganga at eg gjørdist meira bilsin enn hon tá eg fekk diagonosina Parkinson frá einum neurologi. Í fyrstuni hugsaði eg bara at hetta nokk fór at laga seg. Men Parkinson lagar seg ikki og í hesum liggur eisini stóra avbjóðingin, hjá teimum sum hava Parkinson, men eisini hjá teimum, sum á ein ella annan hátt umgangast okkum.

- Eftir at eg fekk staðfest sjúkuna, havi eg verið noyddur at umskipað gerandisdagin og hetta merkir m.a. at eg má hava longri “deadline” og minni stress.

 

Familjan sera týdningarmikil

Anders M. Leines, greiður frá at tað hevur havt sera stóran týdning at hann fekk so stóran stuðul frá familjuni.

- Kona mín, Annika, vaks upp við at pápin bardist við bæði “Multiple Sclerosu” og krabbamein, so hon kendi alt til hvussu ein kronisk sjúka kann ávirka eina familju. Pápin doyði tá hon var 17 ár og royndir hennara hava haft stóran týdning fyri familju okkara.

  

Eitt nýtt lív

- Øll ynskja sjálvandi at verða frísk og tað geri eg eisini, men sjúkan hevur eisini ført meg inn á eina nýggja lívsleið har eg havi møtt eini fjøld av fantastiskum menniskjum. Tað hevur verið eina sera jalig uppliving at hava arbeitt saman við fólkunum, sum eru avmyndað til framsýningina “Hetta er Parkinson”, og eru vit nú vinfólk.

Framsýningin, sum hevur ferðast víða, tekur støði í upplivingunum, sum myndamaðurin sjálvur hevur havt við sjúkuni.

- Tað er átrokandi neyðugt at almenna fatanin av fólki við Parkinson verður broytt og tað er mín vón, at hendan framsýningin kann verða eitt íkast til, at vit ikki einans síggja sjúkuna tá vit umgangast fólk við Parkinson. Vit mugu sígga tey sum einstakir persónar, sum vanlig mennisku, ið eru eins ymisk og tú og eg.

 

Vitjar í Føroyum

Tað er Parkinsonfelagið sum hevur fingið norska fotografin at koma til Føroyar við framsýningini og í samband við at framsýningin letur upp á Torginum í SMS tann 2. august verður skipað fyri einari samkomu í SMS. Meira um hetta seinri. 

Í samband við framsýningina skipar Parkinsonfelagið fyri eini ráðstevnu á Hotel Hafnia fríggjakvøldið 24. august. Meira verður at frætta seinri. 

Parkinsonfelagið

 

 

----

Um Anders M. Leines:

er norskur myndamaður, sum hevur sudera sjónvarpsframleiðslu á Hofstra University tætt við New York í USA. Í dag starvast hann hjá "Norwegian Broadcasting Corporation".

Les meira her (enskt mál)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu