Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Bretskur ráðharri í fiskivinnumálum vitjar í Føroyum

SKRIVAÐ: fisk.fo  |  17.04.2018 - 12:12 Tíðindi Vinna

George Eustice, ráðharri í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs), er á almennari verkavitjan í Føroyum mikudagin og hósdagin. Tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Beint eftir, at hann er lendur mikudagin á middegi, verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har miðmáli og fundur verður á Kósini við høvuðsleikararnar í føroysku fiskivinnuni. Eftir hetta fer hann umborð á eitt uppsjóvarskip.

Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli.

Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra.

Sum tað síðsta á vitjanini fer hann á fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og eftir tann fundin verður høvi hjá fjølmiðlunum at hitta teir báðar í Tinganesihósdagin klokkan 11:35-11:50 har greitt verður frá teimum málum, sum vóru umrødd undir vitjanini.

Vitjunarskráin er her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindalistar í Klaksvík
Skýlið fingið litir
Dronufilmur av Mein Schiff 3
Marco Polo á Klaksvík
Stórt rør á Vágni
Støðan hjá pápa mínum harmar Eyðgunn,…
Sjavs í Parlamentinum
Listin hjá Drekabáti­num dagførdur
Sýslumaðu­rin: - Dagførið grindalistarnar
Tjóðskjala­savnið letur tilfar til Tvøroy…
Viðkomandi ráðstevna um virðisøking og n…
Yrkislista­fólk 3 ára starvsløn frá Menta…
Pop-up konsert í Kvívíkar kirkju
Nógvir føroyingar á TeenStreet
Hittu borgar­stjóran í Vilnius
Fossánes Renningin verður sunnudagin
Lands­stov­nar eiga at verða lagdir í depl…
Venjarin hjá Zalgiris Vilnius var ónøgdu…
Ronni Møller-Iversen: Nú eri eg við at r…
Vinnulívsfyritøkur­nar í Klaksvík líða un…