Sannleikans tími
Í hesi vikuni og komandi vikuni, flaggvikuni, fáa vit fleiri svar. Bæði uppá teir stóru politisku spurningarnar og eisini uppá mál, sum hava stóran almennan áhuga.
Fyri at byrja við tí partapolitiska, so fara 2. viðgerðir á tingi í gongd hesa vikuna. Fleiri mál koma aftur úr nevnd, men stórmálini eru enn ikki sett á skrá. Hesa vikuna fara vit at síggja konturarnar av alliansunum á tingi, tí tá atkvøðugreiðslurnar eru, ber ikki longur til at halda dult, um man er í leguni hjá samgonguni ella andstøðuni. Og at atkvøða blankt er eisini at taka støðu.
Størsti spenningurin er um veiðigjøldini. Fyrst og fremst um málið í heila tikið kemur úr nevnd ella dettur niðurfyri. Verður tað ikki samtykt, áðrenn tingið fer til hús, má tað leggjast fram av nýggjum, hava 1. viðgerð av nýggjum, skal aftur í Vinnunevndina av nýggjum, út til hoyringar av nýggjum, og so aftur í tingið til 2. viðgerð – har tað framvegis ikki er vist, um tað kemur ígjøgnum. Hinvegin, verður tað samtykt áðrenn flaggdagin – sum tingformaðurin heldur fast um – so hevur samgongan vunnið ein stórsigur.
Pensiónsnýskipanin kemur allarhelst ígjøgnum, tí Sonja Jógvansdóttir er fingin innanborða aftur, hóast Sjálvsstýrisflokkurin sær út til at vera mistur. Stjórnarskipanin fer hin vegin uttan iva fyri bakka, og verður kanska, kanska ikki, løgd fram av nýggjum. Formaðurin í nevndini hevur proklamerað av tingsins røðarapalli, at hann er ikki á tingi fyri at føra tjóðveldis- og framsóknarpolitikk. So har fer helst at standa 1-1; ein sigur og ein ósigur til samgonguna. Men nú fáa vit at síggja.
Av málum av almennum áhuga hevur kanningarstjórin, sum sett varð at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra og í seinasta spurninginum eftirlitisskylduna hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, latið úr hondini frágreiðing og givið teimum báðum til viðmerkingar í 2 vikur. Tann freistin er úti í dag, 18. apríl, og í komandi viku fær løgtingsformaðurin so frágreiðingina, og tá fær almenningurin helst eisini at vita, um teir báðir hava fyrisitið síni málsøkir rætt.
Somuleiðis verður kunngjørt hesa vikuna, hvørja niðurstøðu Mentamálaráðið er komið til í uppsagnarmálinum hjá tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Liljan Weihe, sum í fjør varð søgd úr starvi fyri m.a. illoyalitet sambært kringvarpsstjóranum. Fyrrverandi tíðindaleiðarin kærdi uppsøgnina, og 10. apríl boðaði Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum frá, at hann tá legði seinastu hond á málið, og at kringvarpsstjórin og fyrrv. tíðindaleiðarin fáa úrskurðin í hesi vikuni.
Samanumtikið eru politisku tíðirnar júst nú sera spennandi, har vit fáa svar uppá nógvar spurningar við samfelagsligum og politiskum áhuga.