Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Menning ella kollvelting?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  18.04.2018 - 13:18 Bloggur Tíðindi

Tað hevur verið rættiliga friðarligt um loysing og um ríkisveitingina í seinastuni. Men á flokkstinginum hjá Tjóveldisflokkinum var ríkisveitingin aftur ovast á breddanum. Har hevur helst verið semja um, at hasar seks- sjeyhundrað milliónirnar kunnu vit væl vera fyri uttan!

Idealistar vilja helst, at allar broytingar henda nú, beinanvegin – og, politikarar hava sjáldan ein tíðarsjónarring, ið er víðari enn fýra ár.  Tað er, sum tað eigur at vera, men fram kemur hann, ið hóvliga fer! Tað eru mál, ið best eru framd beinanveg – mál, ið hava stóran skund. Men so eru tað tey tungu tøkini, ið best verða tikin í smáum, og so hvørt tíðin er búgvin til tess.

Tað eru nú eini trý og tjúgu ella fleiri ár síðani eg búði fast í Føroyum. Og hvørja ferð eg vitji aftur í oyggjunum, síggi eg hvussu nógv Føroyar eru mentar hesi árini. Tá eg flutti, var Havnin lítið meira enn ein yvirvaksin bygd – nú er høvuðsstaðurin ein býur við alskyns tilboðum.  Fróðskaparsetrið var lítið meira enn eitt kjallarauniversitet. Nú er tað ein rættur lærdur háskúli við fjølbroyttum tilboðum. Tá eg fór var ein loftborin miðil, nú eru fleiri, og sendingarnar og orðaskiftini eru á einum nógv hægri og frælsari støði, enn tá eg fór.

Tað eru nógv fleiri fólk, við alskyns útbúgvingum - og soleiðis kundi eg hildið fram, tí tað sæst menning allastaðni, bæði í bygd og í býi, og ikki minst í vinnulívinum, sum er blivið meira fjjølbroytt.  Alivinnan, sum nærmast var hjáputur, er vorðin ein høvuðsvinna, og ferðafólkini stroyma inn í landið.

Vit, sum eru uppvoksin í fiskinum, hava altíð liva við tí óttanum, at fiskur hevur stert og hvørvur við hvørt, orsakað av ymiskum umstøðum. Men nú vit hava fingið fisk at svimja í búri, skuldi eingin vandi verið fyri tí.  Og sum maðurin segði: Væl er at so er! Stór framstig eru hend í Føroyum hesa seinastu fjórðingsøldina – eisini innan málningalist, leiklist og tónlist. Føroyski jammurtónleikurin í útvørpunum er nú veruliga vorðin til framúr tónleik.

Einasta staðið, har lítið og onki tykist vera hent hesa fjórðingsøldina, er í løgtinginum - har eru næstan bara endursendingar. Men hetta kunnu veljarnir bøta um, um viljin og evnini eru til tess.

Tað er vissiliga hent nógv í Føroyum síðani hina gitnu fólkaatkvøðuna og síðani Heimastýrislógin varð samtykt. Og Føroyar eru týðiliga á veg frammeftir. Men hesum kunnu ótolin fólk beina fyri – tað er, um tey vilja hava kollvelting nú, fyri at verða vald aftur um fýra ár!

Tað er neyvan nakar ið ynskir okkum aftur í amtsstøðuna – heldur ikki sambandsfólk! Tað er mansligt (málburðurin er ikki meintur sum kvinnuniðrandi) at ynskja at vera harri í egnum húsi. Og stórt sæð eru føroyingar harrar í egnum húsi. Gongur tað, sum tað hevur gingið higartil, so verður tað heilt nátúrligt, at føroyingar gerast alt meira harrar í egnum húsi – tað er, so nógv sum nútíðin loyvir einum landi at ráða yvir sær sjálvum.

Hvørki loysingarfólk ella sambandsfólk nýtast at hava svøvnleysar nætur um ríkisveitingina, tí um hon verður niðurraðfest yvir tíggju ella fimtan ár, so ber tað til, uttan at tey gomlu og sjúku skulu fara svong í song hvørt kvøld!  Vit fingu ikki eina alivinnu, eitt kringvarp, eitt landssjúkrahús, ella eitt fróðskaparsetur eftir einum degi. Fram kemur hann, ið hóvliga fer (eg stilli ikki upp fyri Sjálvsýrið!).

Um ríkisveitingin verður niðurlagað við einum fýra- fimmogfjøruti milliónum úm árið í eini fimtan ár, so nýtist ongin at fáa ilt av tí. Og so verða eisini stundir til at fáa øll onnur viðurskiftir, lóggávu íroknað, uppá pláss til ta tíð. Hettar er bara ein nátúrlig gongd hjá einari framkomnari tjóð.

Men ongi lond eru heilt sjálvstøðug í dag – allarminnst tey smáu og smæstu londini. Hvør av øðrum liva má – tað verður altíð neyðugt við tænastum tvørtur um landamørk.

Eg haldi, at sum oftast roynist menning betri enn kollvelting – menning kann vera ruddilig, kollvelting hevur mangan verið óruddulig.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði