Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avgreiðslufólk á útoyggj fáa betri arbeiðsumstøður

SKRIVAÐ: Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi  |  18.04.2018 - 15:11 Politikkur Tíðindaskriv

Í morgun vóru munnligir spurningar á skrá í tinginum.

Hesin spurningur varð settur Henrik Old, landsstýrismanni, um viðurskiftini hjá avgreiðslufólki hjá Strandfaraskipum Landsins á útoyggj

 

1

Hvussu er lønin sett saman hjá avgreiðslufólki, ið umsita ávísar samfelagsveittar tænastur á útoyggj, eitt nú at avgreiða strandferðsluskip?

 

2

Er tað rætt at starvsseta fólk í 7 dagar um vikuna til minni enn eina løn hjá teimum, ið sigla við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, og tey samstundis noyðast at løna øðrum, skulu tey av oynni?

 

3

Nú er nýggj skipan á veg við flytbarum oljutangum til Fugloyar. Ætlanin er, at tað verður sami maður, sum veitir tænastur fyri strandferðsluna, sum eisini kemur at taka sær av oljuveitingini fyri Magn. Er hetta lagt oman á arbeiðsbyrðina í oynni?

 

 

Til tess at fáa greiði á, hvussu arbeiðsviðurskifti og serliga lønarviðurskifti eru hjá avgreiðslufólki á útoyggj, so vóru hesir spurningar settir landsstýrismanninum í morgun. Tí at stavnsbinda fólk var neyvan ætlanin við tí arbeiðsleisti, ið einaferð varð skipaður á smáplássum og á útoyggj. Tað er ikki rætt, at fólk eru í starvi fyri minni enn slík løn átti at verið normerað.

Fyri bygdafólk hevur avgreiðslufólkið á staðnum ein sera týðandi leiklut. Og nú rættiliga nógv ferðafólk koma út á smáu oyggjarnar, so setir hetta upp aftur størri krøv til avgreiðslu o.a. Vit eiga sum landsins myndugleikar at tryggja útoyggjafólki virðiligar arbeiðs- og lønarviðurskifti.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at avgreiðslufólkini á útoyggj eru lønt sum sjálvstøðug vinnurekandi við ymsum uppgávum. Hann vísti somuleiðis á, at longu í komandi mánaði verður greitt við einari nýggjari “eitt til eitt” skipan. T.v.s. at hesar uppgávur verða mannaðar sum størv og lønt hareftir.

Harumframt upplýsti landsstýrismaðurin eisini, at peningur nú er játtaður bili at koyra í millum bygdirnar í Fugloy, so ikki er neyðugt at leggja at bæði í Hattarvik og á Kirkju, men flutningur kann verða við bili.

So nú kunnu vit gleðast um, avgreiðslufólk fáa virðiligari umstøður, og bygdafólk fáa betri umstøður at virka í Fugloy eins og á øðrum útoyggjum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør