Lýsing
Lýsing
Lýsing

Olaf koppaði oddamanninum

SKRIVAÐ: Txt: Suni Merkistein. Myndir: Oliver Joensen  |  19.04.2018 - 09:45 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Olaf Berg var dagsins hetja í Small Nations talvkappingini í Klaksvík í dag. Honum eydnaðist at fella stórmeistaran Igor Efimov í stórum stíli í fimta umfari í dag. Efimov hevði vunnið øll talvini frammanundan. 

Við svarta fólkinum tók Olaf ósigraða mótstøðumannin á bóli við snildum vendingum í spentari støðu, og lumpaði hann við flottari kombinatoriskari fintu. Olaf tá hann er bestur.

 Helgi fremstur

Sigurin kom eisini sera væl við hjá Helga Dam Ziska, sum nú hevði møguleikan at leggja seg einsamallan á odda. Tað gjørdi hann eisini við bravour. Tað var rein stórmeistaratelving í dag móti altjóða meistaranum Aloma Vidal úr Andorra. Helgi er tí einsamallur á odda við fullum stigatali eftir fyrstu fimm umførini.

 Støðan í Small Nations 2018 eftir fimm umfør

1 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 5

2 GM Igor Efimov (Monako) 4

3 IM Fred Berend (Luksemburg) 3½

4 Paris Kleridis (Kýpros) 3½

5 IM Aloma Vidal (Andorra) 2½

6 Olaf Berg (Føroyar) 2

7 Peter Kirby (Guernsey) 1½

8 Stelios Theocharous (Kýpros) 1

9 Krysztof Belzo (Jersey) 1

10 Renato Frick (Liktinstein) 1

Í sætta umfari í morgin í kappingini millum telvarar úr smátjóðum úr Evropa hava báðir føroysku telvararnir hvíta fólkið. Helgi møtir Renato Frick úr Liktinstein og Olaf Berg telvar móti Peter Kirby av Guernsey.

Kappingin endar sunnudagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB