Lýsing
Lýsing

Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  19.04.2018 - 13:38 Mentan Tíðindi

Í gjárkvøldið var ársaðalfundur hildin í Nólsoyar Páls húsinum, har væl av fólki møtti upp eisini aðra staðni frá.

Áðrenn aðalfundin hittist nevndin til stuttan fund í hoyggjhúsinum, meðan sjálvur aðalfundurin, sum sagt varð hildin í Nólsoyar Páls húsinum.

Tað kendist ikki sørt hátíðarligt og søguligt – fjálgt var inni og boðið varð til ein góðan kaffimunn, har Mimmi frá matstovuni, Fríðu var sloppin at blaða í kókibókini hjá Apoloniu, dóttir Nólsoyar Páll, og hevði funnið eina serliga fromagu, sum hon gjørdi til hetta serliga høvið.

Formaðurin, Archibald Black greiddi frá virki felagsins farnu 2 árini. Tað eru sløk tvey ár síðani, at elsta fólkið á Biskupsstøð, Brita, legði grundarsteinin; og fór tá felagið, Hjálpirót undir laðingina.  Hann frøddist um, at arbeiðið uppá húsini er komið so mikið langt, at nú eru húsini tøtt. 

Og nú líður væl við grótarbeiðinum uttanfyri eisini, har vakurt steinlagt tún er gjørt og so eisini ein “amfi-trappa” oman móti sjónum, har eisini ber til at skipa fyri ymsum úti-tiltøkum.

Tað størsta arbeiðið, sum nú stendur fyri, er at bjálva takið og síðani legga flag á. Ætlanin er at fáa hetta arbeiðið gjørt nú móti sumri.

 

Húsið liðugt

Formaðurin segði, at hann javnan fekk spurningin: Nær verður húsið liðugt? Hann helt fyri, at tað var torført at áseta ein ávísan dag, men hann vildi kortini  siga so mikið sum tað, at hann roknaði við, at tað fór at líða væl, tá ið vit koma nakað út á heystið.

Annars hevur verkætlanin verið lutað í trý, greiddi Archibald frá, Nólsoyar Páls húsið, túni og “amfi-trappan” og sum triðja byggistig er avgjørt at seta bakkahjallarnar í stand.

Líggjas í Bø greiddi frá grannskoðaðu roknskapunum fyri tíðarskeiðini 2016 og  2017. Tað sum nú er gjørt og bygt kostar kr. 2 mill. Felagið er væl fyri og ber til at gera húsið liðigt við tí stuðli, felagið hevur fingið.

 

Felagið væl stuðlað

Áhugafelagið hevur tvey sløg av inntøkum, sum er inntøku av limagjaldi, og so stuðulin teir hava fingið til at byggja upp aftur Biskupsstøðgarðin. Henda inntøkan fer óskorin til byggingina.

Áhugafelagið hevur eisini útreiðslur til rakstur av felagnum s.s. til grannskoðara, bankakostnaða, og onkuntíð eitt sindur til umboðan. Hesar útreiðslur verða goldnar av tí, sum inn kemur við limagjaldi.

Teir báðir Líggjas og Archibald takkaðu størliga stuðlunum, sum høvdu verið hollir og stuðlaðverkætlanini væl.

 

Nevndin afturvald

Til nevndarvalið, sum er eitt mál á skránni fyri aðalfundin, varð sitandi nevnd afturvald við lógvabrestum. Í nevndini fyri Áhugafelagið, Nólsoyar Páll sita Archibald Black, Líggjas í Bø, Anfinn Kalsberg og Finnur Kjølbro.

Jú, sigast má, at hetta var ein hugaligur fundur fyri eini ikki minni hugaligari verkætlan, ið hevur vakt áhuga víða – og koma næstan dagliga einstaklingar og bólkar inn á gólvið og spyrja við áhuga, hvussu gongur.

 

Til ber at tekna seg sum lim á http://nolsoyarpall.fo – Tú avger sjálv/ur hvat tú stuðlar við í limagjaldi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…