Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini og Beinta Gregersen, leiðari í ungdómshúsinum | Mynd: klaksvik.fo

Beinta sett í verkætlanarstarv

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  19.04.2018 - 16:03 Politikkur Tíðindaskriv

Beinta Árnadóttir Gregersen er sett í 1-ára verkætlanarstarv sum leiðari í ungdómshúsinum, sum í næstum flytir nærri miðbýnum.

Tá ið Húsið eftir summarsteðgin letur upp aftur í nýggjum kørmum, verður tað við Beintu Á. Gregersen sum leiðara.

Beinta er sett í 1-ára verkætlanarstarv, og høvuðsuppgáva hennara verður at standa fyri flytingini úr gamla Norðoyabanka niðan í Atlantis, har Húsið fær bústað á ovastu og niðastu hædd, meðan biografvirksemið heldur fram í miðhæddini. 

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung sær stórar møguleikar í nýggju staðsetingini hjá Húsinum. 

- At Húsið kemur nærri miðbýnum og skúlaøkinum, kann gera tað lættari hjá teimum ungu at gagnnýta tey mongu tilboðini, sum eftirhondini eru í økinum. Í sjálvum sær er Húsið eitt týdningarmikið frítíðartilboð, har tey ungu kunnu hava tað stuttligt og mennast við øllum møguligum ítrivum, men nýggja staðsetingin fer eisini at gera tað upplagt hjá teimum, sum ganga til fleiri ymisk frítíðarítriv at brúka Húsið sum basu og tilhaldsstað millum annað virksemi. Tí kann flytingin vera við til at samansjóða tilboðini og samstundis økja um trivnaðin, sigur forkvinnan.

 

Spennandi flyting
Fyrireikingarnar til sjálva flytingina eru longu byrjaðar, og týskvøldið 24. apríl hevur Húsið opið fyri seinastu ferð á Klaksvíksvegi. Bygningurin har skal umvælast og klárgerast til annað virksemi, og í Atlantis er umvælingararbeiðið byrjað og gongur tað væl.

Beinta Á. Gregersen gleðir seg til at lata upp aftur á nýggju adressuni, og leggur harafturat dent á, at talan er um eina umfatandi verkætlan, har nógv orka verður løgd í at geva teimum ungu eitt spennandi og mennandi stað, har tey kunnu útliva síni hugskot og kenna seg sum part av eini størri heild.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB