Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgonguleiðararnir mugu sanna, at eitt er at vilja nakað í einum samgonguskjali, meðan nakað heilt annað er at fáa tað ígjøgnum á Løgtingi.

Stórmálini sleppa ikki ígjøgnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.04.2018 - 15:18 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Fyrradagin varð greitt, at stjórnarskipanin ikki kemur ígjøgnum hesa tingsetuna. Hetta var ikki so óvæntað, men í gjár gjørdist eisini greitt, at veiðigjøldini, sum er tann mest umfatandi parturin av fiskivinnunýskipanini, heldur ikki verða samtykt í hesi tingsetuni. Og dag meldar tingformaðurin út, at hann ikki tekur undir við pensiónsnýskipanini, sum hon sær út. Allar nýskipanirnar hjá samgonguni eru tískil í vanda.

Samgongan setti sær nakrar stórar nýskipanir fyri í 2015. Tær størstu vóru fiskivinnunýskipanin, pensiónsnýskipanin og stjórnarskipanin. Nú er greitt, at minst tvær av teimum mugu bíða til 4. og seinastu tingsetuna í valskeiðnum.

Fiskivinnunýskipanin er partvís komin ígjøgnum, men tað er tann minni parturin. Parturin, har farið verður frá fiskidøgum til kvotur er útsettur til 1. januar 2019. Og nú er avgjørt, at veiðigjøldini, ið eru tilfeingsgjaldið fyri tann partin av rættindunum, sum ikki verða seld á uppboði ella latin sum menningarkvotur, heldur ikki verða samtykt í hesi tingsetuni. Her tosa vit um landskassans part av umleið 67,5%-77,5% av rættindunum (alt eftir fiskaslagi), so her er talan um størra partin av fiskivinnunýskipanini. Ætlanin er at fiskimálaráðharrin skal koma við nýggjum uppskoti á ólavsøku.

Í februar 2017 kunngjørdi løgmaður, at fólkaatkvøða fór at vera um stjórnarskipanina flaggdagin 2018. Her er tað lagnunnar speisemi, at flaggdagurin 2018 í staðin verður dagurin, har uppskotið um stjórnarskipan dettur burtur. Ætlanin er kortini eisini at leggja ta skipanina fyri Løgtingið aftur á ólavsøku.

Trupulleikin hjá tingformanninum við pensiónsnýskipanini er hækkingin av pensiónsalduri. Hann hevur tí lagt broytingaruppskot fyri tingið um, at pensiónsaldurin ikki skal hækka. Hetta var annars ein rættiliga sentralur partur av pensiónsnýskipanini, og ivasamt er hvørja ávirkan tað fer at hava á restina av skipanini, um tann parturin ikki verður samtyktur.

Onkur vil vera við, at tað er ein bumba undir allari pensiónsnýskipanini, at tingformaðurin ikki tekur undir við at hækka pensiónsaldurin, men Páll á Reynatúgvu sigur sjálvur, at hann hevur fráboðað hetta á røttum staði, og tað er hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum. 

Fyrr í ár, tann 7. mars, segði løgmaður í samrøðu, at um samgongan ikki megnar at avgreiða tey mál, hon hevur sett sær fyri, so verður nýval. Tann møguleikin spøkir tí eisini, nú tvær nýskipanir mugu útsetast og grundarlagið fyri teirri triðju ridlar. Løgmaður hevur longu verið úti og mælt frá at samtykkja uppskotið hjá tingformanninum, og nú er ivasamt, hvussu nógv tingfólk taka undir við pensiónsnýskipanini. Serliga er støðan hjá teimum báðum leysgangarunum og Kristini Michelsen avgerandi. Atkvøðir Páll á Reynatúgvu ímóti at hækka pensiónsaldurin, mugu øll tey trý atkvøða fyri, ella onkur annar eisini skifta síðu, skal hon koma ígjøgnum.

Samgonguleiðararnir mugu sanna, at eitt er at vilja nakað í einum samgonguskjali, meðan nakað heilt annað er at fáa tað ígjøgnum á Løgtingi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund