Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit og skil í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.04.2018 - 15:18 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Umhvørvisátakið "Slóða fyri" verður í Klaksvíkar kommunu frá 13. – 19. mai. Evnið í ár verður "Vit og skil", og høvuðsendamálið er at eggja øllum í kommununi at skilja enn meira burturkast.

Tað er Norðoya Kunningarstova, ið samskipar árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar Kommunu, sum í fjør fekk heitið Slóða fyri. Slóða fyri verður skipað eftir sama leisti, sum umhvørvisvikan higartil, og eitt nú eru ruddingardagar framvegis ein inngrógvin partur av skránni.  

Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og í hvør sínum lag at slóða fyri. Høvuðsevnið í ár er vit og skil. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.

Nærri kunning um átakið og skrá kemur seinni. Øll, ið ynskja at fáa eitthvørt á skrá, eru vælkomin at venda sær til fyriskipararnar.

Samband:

Olivia Døgg Fríðfinsdóttir / 28 69 39 / oliviad@klaksvik.fo

Gunnhild Dahl Niclasen / 28 28 78 / gunnhilddahl@gmail.com

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…