Lýsing
Lýsing
Lýsing
Durita Samuelsen, samskipari greiddi fundarluttakarunum frá verkætlanini og áhugin tóktist góður millum fundarfólkið | Mynd: klaksvik.fo

Vinnulívið hevur áhuga fyri Ung í arbeiði

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  23.04.2018 - 14:31 Tíðindaskriv Vinna

Á aðalfundi hjá Klaksvíkar vinnulívsráði í farnu viku greiddi Durita Samuelsen, samskipari frá verkætlanini “Ung í arbeiði”, sum í ár verður skipað við ávísum broytingum samanborið við undanfarin ár.

Arbeiðsplássini í Ung í arbeiði hava undanfarin ár verið hjá kommunalum deildum og stovnum, men í ár verða arbeiðspláss hjá privatum fyritøkum eisini partur av verkætlanini. Fyri at seta ungu arbeiðstakararnar í tey størvini, sum hóska seg best til júst teirra dygdir og áhugamál, skulu allir umsøkjarar til samrøðu áðrenn setan, har spurt verður til áhugamál og møguligar royndir. Við hesum kunnu arbeiðstakarar og -gevarar parast so væl sum gjørligt, til frama fyri upplivingina hjá báðum pørtum.

Áhugin fyri verkætlanini tóktist góður millum umboðini fyri vinnulívið, og Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini fegnast um verkætlanina, sum við hesum knýtir ungdómin og vinnulívið tættari hvør at øðrum.

- Vinnulívið í Klaksvík og øllum Norðurøkinum er sum flestum kunnugt av sterkasta slag, og tað at arbeiða hart fyri at menna okkara fyritøkur er onkursvegna inngrógvið í okkara samleika. Tí hevur tað eisini stóran týdning, at vit geva yngru ættarliðunum møguleika fyri at sleppa framat og harvið læra meira um týdningin av at arbeiða og eisini, hvønn leiklut tey ymisku arbeiðsplássini og størvini hava fyri samfelagið sum heild, sigur Tummas Lervig, sum gleðir seg til at fylgja verkætlanini í summar.

Tilmeldingin til Ung í arbeiði 2018 letur upp 1. mai og til ber at lesa meira á www.klaksvik.fo/uia

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað