Lýsing
Lýsing

12-ára føðingardagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.04.2018 - 10:17 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Tað var ein stórur dagur, tá tað endiliga varð koyrandi ígjøgnum tann 29. apríl 2006. Túsundtals bilar fóru ígjøgnum fyrsta dagin, og sum við brúdleypunum í ævintýrunum helt hátíðarhaldið fram í 8 dagar. Ikki fyrrenn sunnudagin 7. mai endaði veitslan, og bummgjald skuldi framyvir gjaldast. 4 dagar um árið skuldi tó vera ókeypis, og leygardagurin næst við føðingardagin 29. apríl er ein av hesum fýra ókeypis árligu døgunum.

Ætlanin var alla tíðina, at tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu útgoldnir, ja, so skuldu teir vera ókeypis at brúka. Hesum gingu øll út frá øll tey fyrstu árini. Seinni byrjaðu politikarar at fáa kaldar føtur, og sum tíðin gekk, bleiv tað meira og meira greitt, at talið av politikarum, ið ikki ynsktu ókeypis koyring, bara vaks.

Undanfarna samgonga (2011-2015) segði seg vilja hava ókeypis koyring ígjøgnum, men fylgdi tí ikki upp við handling. Og hendan samgongan hevur sagt, at hon vil hava alt landskassainnskotið aftur, áðrenn tunlarnir verða ókeypis. Við øðrum orðum skal bummgjald fíggja tað, sum skatturin longu hevur fíggjað.

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Landsstýrið hevur kravt eina íløgu, sum Landskassin hevur goldið, goldna aftur.

Tá tað kemur til landsvegakervið, er tað langt afturútsiglt. Tunlarnir norður um Fjall eru ein landaskomm og beinleiðis vandamiklir, og Landsverk gremur seg í heilum um, at teir fáa ikki ta játtanina, sum er neyðug fyri at kunna halda vegirnar og tunlarnar. Hóast tey sum eiga bil rinda 360 milliónir inn í Landskassan um árið í skrásetingargjøldum og vegskatti, so finnur hesin peningurin ikki út aftur til vegakervið. Tað mesta fer í stórapott og verður brúkt til okkurt annað enn tað, tað er kravt inn fyri.

Ein roynd varð tí gjørd at lata Norðoyatunnilin fíggja eina framskundan av hesum tunnilsverkætlanum, sum eru vónleyst afturútsigldar. Ætlanin var, at P/F Norðoyatunnilin skuldi upptaka lán, so verkætlanin norður um Fjall kundi fara í gongd, og so skuldi Landskassin taka yvir, tá tunlar norður um Fjall stóðu fyri tørni.

21. apríl varð tó greitt, at undirtøka ikki var fyri hesum á Løgtingi. Sostatt sleppa brúkarar av Norðoyatunlinum hvørki at koyra ókeypis ella at lata sítt bummgjald fíggja aðrar útbyggingar av samferðslukervinum.

Men hendan eina dagin, í ár leygardagin tann 28. apríl, og 3 aðrar dagar um árið sleppa vit kortini at uppliva, hvussu tað hevði verið, um Landsstýrið helt sítt lyfti. Og onki er at ivast í, at øll eru samd um, at undirsjóvartunlarnir hóast alt vóru eitt risastórt framstig. Túrarnir við Ternuni og seinni Dúgvuni verða av mongum sagdir at vera stak hugnaligir, og nógv minnast aftur á kaffiprátini umborð við sorgblídni, so munnu tað vera tey allarfægstu, ið ynskja sjóvegis farleiðina aftur.

Undirsjóvartunlarnir verða báðir ókeypis leygardagin, og sum vanligt spílar handilslívið í Klaksvík seg út og, sum skilst, eru handlarnir á tremur við nýggjari vøru. Flestu handlar fara at hava opið størsta partin av samdøgrinum, og spæla veðurgudarnir við, so verður nógv lív í býnum allan tunnilsdagin.

Norðlýsið ynskir øllum ein góðan tunnilsdag!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…