Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík tók Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2018 - 21:19 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tey útvið 150 fólkini, ið høvdu leitað sær í Føroyahúsið í kvøld, fingu Klaksvík inn undir húðina aftur og fóru øll avstað við einum wellum smíli

Klaksvíkar kommuna spenti seg út í Keypmannahavn í kvøld. Skipað varð á øðrum sinni fyri tiltaki nevnt Uppliv Klaksvík. 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevði framløgu, har hann greiddi frá hvussu býráðið arbeiðir við at menna kommununa til framtíðina.

Kjartan Hansen & Eskild Norðbúð frá Kanjon tosaðu um framtíðar vinnumøguleikar í Klaksvík

Bjartur Nolsøe frá Íverksetarahúsinum greiddi frá hvussu tey í Íverksetarahúsinum kundu hjálpa vinnuspírum.

Atli Danielsen, fíggjarleiðari í Norðoya sparikassi vísti á hvussu hansara royndir høvdu verið at flyta heim og fáa starv.

Ein av heilt stóru løtunum varð tá fundarfólkið slapp at smakka Norðoyggjar. Toskur frá Gadus, Makrelur og sild frá Christian í Grótinum og mjøður frá Føroya Bjór leskaðu gómarnar í steðginum. Kokkarnir høvdu gjørt tapas úr fyrsta floks rávøruni - Michelin stjørnan liggur bara og bíðar eftir heimsins bestu fiskamatstovu í Klaksvík. 

Útisetar sluppu síðani til orðanna, har tey settu borgarstjóranum spurningar um mangt og hvat. 

Hallur Joensen og Jógvan Hansen framførdu sínar góðu sangir. Ómetalig góð og innilig løta.

At enda varð drigið millum øll vitjandi um atgongumerkir til Summarfestivalin og gávukort frá Klaksvíkar handilsfelag.

Gjøgnum kvøldið bar eisini til at uppliva nýggja miðbýin í Klaksvík í tykisveruleika (Virtual reality), og harumframt vórðu góðir møguleikar fyri at netverka og fáa svar uppá spurningar um eitthvørt í Klaksvíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund