Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar,,,,,

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.04.2018 - 08:16 Politikkur

Eitt av stóru politisku málunum sum eru frammi í tíðini nú føroyingar halda flaggdag, er umsitingin ella umfordeilingin av “fólksins ogn”.

Vit síggja ferð eftir ferð hvussu sera lítla ávirkan politiska skipanin hevur á hvussu kapitalurin skipar seg, og tað er fiskivinnan og politikkur eitt sera gott dømi um. Kapitalurin tillagar seg altíð givnum umstøðum til egnan fyrimun. Vit hava tíanverri onga betri skipan at umseta tilfeingi til krónuvirði enn kapitalismuna. Allar royndir við alternativum skipanum hava havt katastrofalar fylgir við sær, av eyðsýndum orsøkum.

Hinvegin eigur politiska skipanin at byggja á frælsisrættindini hjá hvørjum einstøkum borgara í landinum. Tað er jú frá hvørjum einstøkum borgara í landinum, at løgtingið hevur fingið sítt vald at taka avgerðir okkara alra vegna.

Hetta forpligtar samstundis politisku skipanina, so borgarar kring alt landið hava krav uppá at fáa eins tænastur. Higani spretti eisini grundtankin um at byggja borgarum landsins eitt samhaldsfast samferðslukervið, sum røkk út til allar borgarar í landinum.

Men eftir at valdømisskipanin varð avtikin og ymsu landspartarnir mistu føstu umboðini í Løgtinginum og løgtingslimir ikki longur stóðu til ábyrd fyri veljarunum í økinum tey vóru vald at umboða, er ein álvarsom og vandamikil fólkaræðislig skeikling farin fram.

Yvirskipaða politiska huglagið er broyt frá at hava tikið útgangsstøði í øllum økjum kring landi, til eina “cost benefit” hugsjón har útgangstøði er miðjan í Føroyum. Við at sleppa løgtingslimum undan økisábyrgd er tað vanlukkuliga hent at alsamt fleiri løgtingslimir halda seg ikki umboðsa nakran annan enn seg sjálvan. Tí er endamálið við skipani nú fyrst og fremst at halda lív í sær sjálvari við at sita á valdinum - líkamikið hvat.

Og vit síggja sjón fyri søgn hvar tað almenna brúkar sínar pengar í løtuni. Allar tær størstu almennu íløgurnar verða gjørdar innan fyri ein radius á 5 til 6 km frá Vaglinum í Havn. Sitandi samgonga hevur enntá alment sagt at ætlanir eru at krevja aftur pening, sum landskassin setti í undirsjóvartunlar uttanfyri økið, ið er ein Radius á 5 til 6 km frá sjálvum tinghúsinum.

Samstundis, sum almennu glæsborgirnar spretta sum hundalond kring um í tingstaðnum, avlívaði okkara høga ting tað einastu eyðsýndu samhaldsføstu bastiónina, sum eftir varð “fólkapensjónin” meðan flestu borgarar landsins vóru farnir til songar.

Nú føroyingar vakna til at halda flaggdagin er samhaldsfasta fólkapensjónin burtur og hvør einstakur má sjálvur spara upp til sína egnu pensjón, enntá tey “minnumentu” sum samhaldsfasti landskassin við lóg higartil hava havt ábyrgd av. Men landskassin rindar enn sum áður alla pensjónina hjá baði núverandi og fráfarnu politikara- og embætismannastættini, sum uppiheldur lívinum við beinleiðis slangu í landskassan. Hesi eru nevniliga ikki umfataði av nýføroyska orðinum “haldføri”. So snilt er hetta nýføroyska fyribrygdi samanskrúvað.

Tjóðskaparliga kunnu kanska tey vælbjargað fegnast um at nú er tað bert politikarar og embætisfólk, sum fáa pensjón endur goldna úr danska blokkinum, men sum partur av teimum, sum búgva uttan fyri 5 km-markið, mugu vit drýpa høður tá vit hugsað um hvussu vanlukkulig politiska skipanin er tá ræður um at umfordeila avkasti av “fólksins ogn”.

Nú 42 ár skjótt eru liðin síðani fiskimarkið varð flutt út á 200 fjóðringar, kunnu vit staðfesta, at undir Merkinum røkkur avkasti av Ogn Føroya Fólks ikki longur út um nýggja tríggjar-fjórðingsmíla-markið úr tinganesi.

 

Sjá tú blánar sum loftið og tú RÁDNAR sum blóð

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

syngur tjóðin tær glaðasta song.

Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært,

sum tú fedrunum vart; tí tú glógvar so bjart

sum tú sóleyga bart gjøgnum náttmyrkrið svart,

blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

 

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,

tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;

og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,

síggi brim randa strendur og berg,

hoyri vetrarins brot boða summarsins lot,

hoyri heystmyrka lag, boða várljósan dag.

Fylkjast rað vit í rað, kenna hjørtuni tað:

vit við tær stevna stinnir avstað.

 

Orð: Hans Andrias Djurhuus,

1920 Lag: Gunnar Mikkelsen
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…